Tá ið vit tosa um “klassamun” í hondbólti, tosa vit um minst helvtar mun, og í fyrra hálvleiki var klassamunur millum kvinnuliðini hjá Neistanum og VB, tí Neistin vann fyrra hálv 15-5, og fimm mál er ikki nógv at fáa í tretivu minuttir. Eg ringdi í høllina á Hálsi at spyrja eitt sindur um dystin, og har var sagt stutt, at tað var eitt tamt VB lið, sum var komið til Havnar. Tað sá út, sum um VB kvinnurnar bara vildu hava kappingina liðugtspælda og fara í summarfrí. Tá ið tað er sagt, so var neistaverjan kanska hin besta sædd í vetur, og tí er hetta orsøkin til fáu málini VB fekk serliga í fyrra hálvleiki.
Neistakvinnur hava ein dyst eftir at spæla í grundspælinum, og tað er ímóti Kyndli leygardagin. VB hevur spælt allar tjúgu dystirnar og hevur trettan stig, og eftir míni metan er hetta alt, alt ov lítið, tá ið hugsað verður um, hvussu liðið er mannað. Eitt liggur fast, og tað er, at Damir Oros hevur boðið VB frá, at hann venur ikki VB næsta kappingarár, og VB søkir í bløðunum eftir nýggjum venjara. Neistakvinnur hava ongan dyst tapt í vetur, men so er tað FM-finaludystirnir ímóti Kyndli. Neistin hevur havt gott tak á Kyndli í vetur, men FM-finaludystir kunnu ikki sammetast við vanligar dystir í grundspælinum. FM-finaludystir eru altíð serligir, har mangt og havt kann henda.
Málmansposturin er serligur hjá Neistanum, tí talan er um tríggjar málverjar. Ungu Maria Samuelsen og Silja í Liða, og so roynda málverjan Kristinu Griksatiu, sum ikki venur, men bara er við, tí hon býr í Vágum, eigur tvey børn, og maðurin er sjómaður. Í dag stóðu Maria og Silja í málinum, men í nógvum avgerandi dystum í vetur, hevur Kristina víst, at hon framvegis er ein av bestu málverjunum í landinum. Torført at meta um venjingarsstøðuna og styrkina hjá neistakvinnum í løtuni, tær hava verið á Sandi í venjingarlegu um vikuskiftið, og dag sluppu allir úitspælararnir á vøllin (Vagnur)
Málskjúttar Neistans: Marjun Danberg 8, Barbara Brauer 7, Unnur Danielsen 5, Bára Hansen 3, Barbara Johannesen 2, Jacklin Durhuus 2, Birita Jacobsen 1, Rakul Augustinussen 1 og Nicoleta R. Hansen 1
Málskjúttar VB: Rannvá Johannessen 4, Helga Eyðunsdóttir 3, Gurið Mortensen 2, Marijana Trbojevic 2, Una Nolsøe 2, Rúna M. Jacobsen 1, Tamara Radic 1, og Andrea Nielsen 1
Dómarar: Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen
Stjørnan-StÍF(24-29) StÍF var betra liðið
Eg ringdi til formannin í Stjørnuni Kristoffur Ragnarsson, og spurdi hann, hvat sermekti dystin í dag, og hann segði, at nógvir ungir spælarar vóru royndir á vøllinum, og hetta riggaði betur StÍF. Spurdi hann eisini, um støðan er so ring, sum stigatalvan vísir, og Kristoffur sigur, at Stjørnan má byggja upp av nýggjum, men Stjørnan kemur aftur í toppin. Nær, ja, kanska um trý ár? Vit hava nakrar ungar góðar spælarar, men hesir hava ikki roynt seg nógv á besta liðnum, sigur Kristoffur stutt úr Klaksvík.

Tað hevur gingið væl í seinstuni hjá StÍF, og vónandi er liðið væl mannað næsta kappingarár. (Mynd Álvur)
Hyggur tú í dómaraseðilin, so sæst, at dysturin var ótrúliga javnur líka til fimm minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki. Tíggju minuttir spældir og javnleikur 5-5, tíggju minuttir seinni er StÍF á odda 10-7 og løtu seinni er javnleikur 11-11. Men StÍF fær fimm mál seinastu fýra minuttirnar og Stjørnan tvey, tí er hálvleikstøðan 16-13 til StÍF.
Seinna hálvleik byrjar StÍF best og leggur seg á odda 22-16 eftir ellivu minuttir spæl, men níggju minuttir seinni er StÍF á odda bara við einum máli 23-22. Men so steðgar Stjørnan heilt upp og skjýtur bara tvey mál seinastu tíggju minuttirnar, og StÍF vinnur tryggan sigur 29-24. StÍF hevur ein dyst eftir í grundspælinum, og tað er júst ímóti Stjørnuni á Skála mikukvøldið. Seinasti dysturin hjá Stjørnuni er ímóti VÍF/Tjaldur í Klaksvík leygardagin. (Vagnur)
Málskjúttar Stjørnan: Ella Petersen 7, Ema Bezanova 7, Durita Christophersen 6, Mina Sirdal 2, Una Olsen 1 og Edith Hansen 1
Málskjúttar StÍF: Fríðrún Danielsen 9, Birna Tummasardóttir 5, Paula Høgnesen 5, Rebekka Justinussen 4, Erla Petersen 3, Bára Berthelsen 2 og Lena Weihe 1
Dómarar: Ragnar Simonsen og Regin Mittún Petersen
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | Neistin | 19 | 596 | 434 | 162 | 38 |
| 2 | Kyndil | 19 | 435 | 427 | 8 | 23 |
| 3 | VÍF/Tjaldur | 19 | 463 | 484 | -21 | 19 |
| 4 | VB | 20 | 477 | 514 | -37 | 13 |
| 5 | StÍF | 19 | 466 | 531 | -65 | 12 |
| 6 | Stjørnan | 18 | 410 | 457 | -47 | 9 |
