Óivað rógva bara Havnarbáturin og Suðuroyingur í summar

Í summar síggja vit óivað bara tvey 10-mannafør.

Í summar síggja vit óivað bara tvey 10-mannafør.

Nú er tíðin komin at lodda dýpið, hvussu gongur at manna kappróðrarbátarnar kring landið. Tað er einki dulsmál, at kappróðurin hevur verið í aldudali seinnu árini, tí bátarnir í FM-róðrunum eru blivnir ov fáir. Fyrst í februar mánað loddaði eg dýpið, hvussu nógv 10-mannafør fóru at rógva í summar, og eg kom til talið kanska seks 10-mannafør, og fegin var eg. Men nú vit skriva skjótt hálvan apríl mánað, og vit nærkast flaggdegnum, er støðan ein heilt onnur ella rætt og slætt døpur. Óivað rógva bara tvey 10-mannafør í summar, og tey eru Havnarbáturin og Suðuroyingur.

Í fjør vóru bara Suðuroyingur, Klaksvíkingur og Vestmenningur við á øllum stevnunum, meðan Havnarbáturin var við tríggjar stevnur og Nólsoyingurin tríggjar stevnur. Fyrst í febuar mánað spurdi eg meg fyri á Argjum, í Runavík, í Klaksvík og í Vestmanna, og har arbeiddu tey av øllum alvi at fáa mannað 10-mannaførini, men tað vísir seg, at tað er altíð torført at fáa seinastu tveir, tríggjar menninar, og longu fyrst í februar mánað vóru Vestmenningur og Eysturoyingur ivasamir.

Nú er støðan hon, at teir, sum ætlaðu at rógva við Hoyvíkingi, hava mannað Argjabátin í staðin, og tað seinasta nýggja er, at tað er miseydnast at manna Klaksvíking. Eitt kjak er á Facebook, har klaksvíkingar verða niðurgjørdur, tí tað ikki er eydnast at manna Klaksvíking. Men eg havi tosað við Magnus Norðberg eldsálini í Klaksvík, og støðan er júst hon, sum Magnus skrivar í aftursvari til umboð fyri Suðuroying. Klaksvíkingur kann ikki mannast, tí ov fáir rógvarar eru tøkir, so einfalt er tað. Og hetta mugu onnur virða. Tó skal sigast, at vónin livur framvegis í Klaksvík, at Klaksvíkingur kann mannast.

Eg havi altíð sagt í míni drúgvu tíð sum ummælari av føroyskum kappróðri, at tað mugu vera minst fimm bátar í róðrinum. Eru bara tildømis tríggir bátar, so kann skjótt dragna millum bátarnar, at eingin spenningur er í róðrinum. Vit kunnu bara staðfesta, at føroyskur kappróður er í kreppu, og kanska er orsøkin, at føroyska samfelagið er broytt. Hundraðtals handverkarar arbeiða uttanlands, og ungfólk vilja heldur brúka tíðini øðrvísi um summarið enn at rógva kapp.

Seinni farin eg at lodda dýpið úti í feløgunum, hvussu annars gongst at manna kappróðrarbátarnar vitandi um, at í summum feløgum eru fleiri bátar mannaðir enn seinasta summar. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *