Neistin-StÍF menn 19-27(7-14) Neistin-StÍF kv. 31-19(19-11) Tveir stórsigrar í páskahátíðini

NeistinStÍFHóskvøldið vitjaði mansliðið og kvinnuliðið hjá StÍF Neistan í Havn, men her var ikki talan um nakrar spennandi dystir, tí kvinnurnar hjá Neistanum vunnu stórsigur á StÍF, og mansliðið hjá StÍF vann stórsigur á Neistanum. Og hyggur tú í dómaraseðlarnar, so er ikki nógv at skriva heim um, tí menninir hjá StÍF struku av stað og løgdu seg trygt á odda, og tað sama gjørdu kvinnurnar hjá Neistanum. Tá ið tjúgu minuttir vóru spældir hevði mansliðið hjá StÍF lagt seg á odda 9-3, og neistakvinnur lagt seg á odda 14-5, og dystirnir vóru longu avgjørdir. Heldur fari eg at nema eitt sindur við niðurflyting, sum tíverri ikki fer fram í bestu deildunum.

Eg eri ein av teimum, sum haldi, at sjálvandi skulu vit hava niðurflyting í bestu deildunum, men eisini veit eg, at tað í núverandi støðu er meira enn trupult, tí eingi lið eru at flyta upp í bestu deildina. Í kvinnukappingini eru bara spenningurin eftir, hvat liðið vinnur FM-heitið Kyndil ella Neistin. Og hetta fáa vit ikki at vita, fyrr enn um meira enn ein mánað. Høvdu vit niðurflyting í bestu kvinnudeildini, so var í løtuni spennandi uppgerð millum VB við ellivu stigum, StÍF við tíggju stigum og Stjørnuna við nýggju stigum.

Trupuleikin í kvinnudeildini er, at vit hava mist eitt lið í bestu deildini, tí VÍF og Tjaldur hava lagt saman. Hyggja við í 1. deild, so er bara Søljan úr Sandavági, sum kann flyta upp, og Søljan er niðast í 1. deild. ÍA  av Argjum meldaði lið til kappingina, men liðið hevur ongan dyst spælt í vetur.Jack

Í bestu mansdeild kappast H71 og VÍF framvegis um at fáa seinna FM-finaluplássið, og vit mugu óivað bíða til 20. apríl til tess at fáa avgerðina. Síðani skulu FM-finalurnar spælast. Í bestu mansdeild eru sjey lið, har Team Klaksvík er sjeynda liðið og niðast við ongum stigi. Í 1. deild er bara eitt lið, sum kann flyta upp í bestu deildina, og tað er ÍA av Argjum. Men liðið er nummar fimm í 1. deild, og ætlanin hjá felagnum er at byggja upp manslið, sum kanska seinni kann spæla í bestu deildini.

Vit mugu tí bara góðtaka, at tá talan um spennandi dystir um niðurflytin, eru hetta bara ynskir í løtuni, men fyri kappingina í bestu hondbóltsdeildum vantar eitt “kappingarmoment”, og tað er henda spennandi kappingin um at flyta niður, sum vit millum annað síggja í EFFO deildini í fótbólti, og sum vit síggja í øllum kappingum uttanlands. Havi vit ikki kapping um niðurflyting, so fáa vit dystir, har liðini bara spæla um æruna, og har tey vilja enda landskappingina so gott, sum til ber. Ella rættari sagt, at eingin vandi er at flyta niður.

Tað kann vera “sunt” at fara í lægri deild at venda, taka samanum og leggju nýggjar ætlanir. Kvinnuliðið hjá Kyndli er gott dømi um hetta. Trý-ára ætlanin hevur borið frukt, og nú skal Kyndil spæla FM-finalur. (Vagnur)

Málskjúttar StÍF: Allan Norðberg 7, Steinar Prestá 5, Sveinur Justinussen 3, Jón Rasmussen 3, Jógvan G. Joensen 3, Marius Joensen 3, Borgar Danielsen 2 og Pætur Joensen 1

Málskjúttur Neistans: Jugoslav Djumic 5, Sjúrður Thomassen 3, Beinur í Òlavstovu 3, Andras Joensen 3, Ári Rouch 1, John í Innistovu 1, Kristjan Dulavík 1, Terji Mørk 1, Herbjørn Lava 1 og

Dómarar: Ragnar Simonsen og Regin M. Petersen

Málskjúttar Neistans: Bára Hansen 9, Barbara Brauer 4, Jacklin Durhuus 6, Unnur Danielsen 5, Nicoleta R. Hansen 3, Birita Jacobsen 2, Ása Dam á Neystabø 1 og Barbara Johanessen 1

Málskjúttar StÍF: Rebekka Justinussen 7, Fríðrún Danielsen 3, Birna Tummasardóttir 3, Bára Berthelsen 3, Johanna Poulsen 1, Paula Høgnesen og Oddrún Danielsen 1 

Dómarar: Ragnar Simonsen og Regin M. Petersen

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *