Kyndilskvinnur kunnu í kvøld koma í FM-finalurnar

Spennandi, hvussu leikur fer í Vestmanna.

Spennandi, hvussu leikur fer í Vestmanna.

Í kvøld fellir møguliga avgerðin, hvat lið neistakvinnur skulu spæla ímóti í FM-finalunum. Vinnur Kyndil ella spælir liðið javnt ímóti VÍF/Tjaldri í Vestmanna, er Kyndil í FM-finalunum. Vinnur harafturímóti VÍF/Tjaldur,  skal VÍF/Tjaldur vinna á Neistanum í Vestamanna 7. apríl og á Stjørnuni í Klaksvík 20. apríl til tess at koma í FM-finalurnar. Kyndilskvinnur og vestmannakvinnur hava tað til felags, at liðini hava vunnið fimm FM-heitið, síðani landskappingin byrjaði í 1943. Eisini hava kvinnurnar til felags, at tær altíð hava staðið í skugganum av mansliðnum hjá Kyndli og VÍF, sum hava vunnið flest meistaraheiti síðani 1943. Men hví spæla júst Kyndil og VÍF/Tjaldur um at koma í FM-finalurnar?

Stutta av tí langa er, at Stjørnan og VB hava slett ikki staðið mát í vetur, og serliga eri eg bilsin, at VB hevur kláraða seg so illa. Í fyrru hálvu í kappingini gekk av skriðuni hjá VB á heimavølli, har liðið mist nógv stig. Stjørnan kom trilvandi inn í kappingina, og har sást frá byrjan, at spælararnir slett ikki vóru í venjing. Durita Chirstophersen var í Danmark, og Simona Petersen byrjaði seint at venja. Síðani hendi, at Svein Rógvi gavst sum venjari. Um StÍF er stutt at siga, at breiddin er ov lítil til tess at koma upp á toppin. Liðið hevur spælt fleiri góðar dystir, men so haltar í øðrum dystum.

Simana er altíð málsøkin, men hon hevur ikki somu styrki sum áður. (Mynd Álvur)

Simana er altíð málsøkin, men hon hevur ikki somu styrki sum áður. (Mynd Álvur)

Kyndilsliðið er sjáldsamt lið, tí meðan tær ungu spælararnir vóru “bulurin” í liðnum fyrst í kappingini, har Guðrið G. Eystberg, Birita Mortansdóttir, Turið Arge, Asleyg Súnadóttir og aðrar ungar bitu frá sær, so sýntust spælarar sum Jórun Ludvig og Randi Wardum tungar í spælinum. Tveir  spælarar hava hildið góðskuna allan vetur, og eru tað málverjin Tomma Petersen og linjuspælarin Anja Heinadóttir. Síðani kom Simona Iacob á liðið, og hon gav liðnum meira flog og skeyt nógv mál.

Um Kyndil kemur í FM-finalurnar, sum eg rokni heilt við hendir, er tað serliga stigini í fyrra hálvu, sum ber liðið á mál. Nú er tað hent, at Jórun Ludvig spælir heilt væl, og at Randi Wardum kom seg eftir heldur slaka byrjan í kappingini. Anja Eliasen bítur eisini frá sær, men so fækkast málini hjá Simonu Iacob, Asleyg Súnadóttir og Turið Arge. Simona Petersen komin aftrat, men ikki haldi eg, at pláss er fyri bæði Simonu Petersen og Simonu Iacob á kyndilsliðnum, tí har eru nú ov nógvir høgrahentir spælarar av sama slagi. Og vit skulu ikki gloyma venjaran Geir Wardum, sum hevur høvuðsæruna av, at liðið er komið so langt. Geir “brennur” veruliga fyri uppgávuni.

Liljan Djurhuus og Adina Petrea 

Tað er eingin ivi, at spældu Liljan Djurhuus og Adina Petrea allar dystirnar í vetur, var VÍF/Tjaldur longu í FM-finalunum ímóti Neistanum. Adina Petrea var skadd í rúma tíð, og tá var bakketan hjá VÍF/Tjaldri alt ov veik. Eisini var Heidi Sevdal skadd nakrar dystir. Men har eru eisni Eilin Hansen, Tóra Seloy og aðrar, sum manna liðið. Í avgerandi dystinum í Vestmanna millum VÍF/Tjaldur og Kyndil koma sjálvandi málverjarnir hava sín stóra leiklut. Seinast VÍF/Tjaldur spældu í Vestmann, vann Kyndil heili 33-18, men hetta hendir ikki mikukvøldið. Men so skal leggjast aftrat, at VÍF/Tjaldur vann 24-23 á Kyndli í Havn tann 20. februar.

VÍF/Tjaldur má fáa tak á linjuspælaranum Anju Heinadóttir, sum hevur spælt væl í allan vetur. (Mynd Àlvur)

VÍF/Tjaldur má fáa tak á linjuspælaranum Anju Heinadóttir, sum hevur spælt væl í allan vetur. (Mynd Àlvur)

Hyggja vit í hagtølini, so hava Kyndil og VÍF vunnið fimm meistaraheitið hvør, meðan Tjaldur hevur vunnið eitt FM-heitið. Kyndilskvinnur vunnu FM-heitið í 1964, 1975, 1981, 1998 og 1999, tá ið millum annað Lotte Sørensen var á kyndilsliðnum. VÍF vann FM-heitið í 1951, 1963, 1968, 2001 og 2002, tá ið Ioana Rapa, Manuele og Nicoleta R. Hansen vóru á VÌF-liðnum. Tjaldur vann FM-heitið í 2009.

Eftir mínum metan er Kyndil ávegis í FM-finalurnar, tí VÍF/Tjaldur skal fyrst vinna á Kyndli mikukvøldið og síðani vinna á Neistanum og Stjørnuni. Fer tað at henda? Neyvan. Eg vil nevna tríggjar lyklaspælarar í avgerandi dystinum. Fyrst og fremst Jórun Ludvig hjá Kyndli, sum er “heilin” á álopsspælinum á liðnum, og so Liljuna Djurhuus og Andinu Petreu hjá VÍF/Tjaldri. Kyndilsvenjarin Geir Wardum dámar væl at mansverja, so er spurningurin, um hann eisini ger tað mikukvøldið.  (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *