Eg hitti í vikuni hestman, sum býr á Havn. Spurdi hann, hvussu støðan var úti í Hesti, og hvussu hann metti um framtíðina hjá oynni. – Fær Hestur ikki fast samband, tá ið undirsjóvartunnil einaferð skal gerast um Skopunarfjørð, so gerst oyggin fólkatóm. Í hesti búgva bara eldri fólk, segði hestmaðurin. Sambært “Tórshavnar kommunu í tølum” búgva 28 fólk úti í Hesti, og tað sigur nógv um støðuna, at 26 av teimum 28 fólkunum hava valrætt. Tað vil siga, at í bygdini eru eingi børn.
Hestur er vøkur 421 metrar høg oyggj. Oyggin er rættliga høg, og í erva er hon ein stórur slætti við fleiri stórum og smáum vøtnum. Tá ið Gamlarætt varð gjørd, var partar av nógva grótinum flutt út í Hest, har tey gjørdu nýggja havn. Fólk í Hesti hava livað av fiskivinnu og landbúnaði. Vestursíðan í Hesti er brættlendi, har einaferð var nógvur lomvigi í berginum. Eisini fleygaðu tey nógvan lundi í Hesti. Hægstu støðini á oynni eru Eggjarók og Múlin.
Hestmaðurin segði mær, at í 1930 árunum búðu 115 fólk í Hesti, og hetta er tað mesta, sum hevur búð í oynni. Tá ið hann var smádrongur í 1960- árunum búðu 80 fólk í Hesti, so fólkatalið bara minkar og minkar. Hestmaðurin hevði ikki góðar vónir um framtíðina hjá oynni og segði eisini soleiðis. – Tá møguligur undirsjóvartunnil verður gjørdur um Skopunarfjørður, so má berast so í bandi, at Hestur eisini fær fast sambandi, men kanska verður hetta ov seint, tí í løtuni búgva bara eldri fólk í oynni, og tey gerast bara eldri og eldri, segði hestmaðurin.
Daprasti dagurin í Hest søgu
Úr Hest søgu man 1. apríl 1919 vera daprasti dagurin, sum menn vita um at siga í nýggjari tíð. Henda dagin gingu heili tveir bátar burtur, eitt fýramannafar við fýra monnum og eitt seksmannafar við sjey monnum. Allir vóru menn í bestu árum: Hin yngsti 17 ár og hin elsti 52. Faðir og sonur vóru millum teirra, ið ikki komu aftur. Tá ið fýramannafarið ikki spurdist aftur, fóru menn í seksmannafarinum at leita.
Jóan Christan Poulsen skrivar í Hestsøgu: “Um ta tíðina, tá ið teir vóru komnir út fyri Hæl, varð ein sovorðin bølaniða, at ein sá einki burtur frá sær”.
”Bølaniða” var henda dagin, myrkasta veður. Myrkur kom á menninar, sum fórust, og myrkur kom á bygdarfólkið alt.
Hestur kom fyri nøkrum árum síðani í Tórshavnar kommunu, og eingin ivi er um, at tá ið einaferð gerst veruleiki at gera tunnil um Skopunarfjørð, so fer Tórshavnar kommuna at leggja áherðslu á, at Hestur eisini fær fast samband. Tøknin at gera undirsjóvartunlar gerst betri og betri, sum árini ganga, og eingin ivi er um, at sjálvandi verður strongur lagdur út í Hest, tá ið undirsjóvartunnilin einaferð kemur. (Vagnur)

