KÍF-H71 21-20(11-9 )StÍF-Kyndil 23-21(11-5) Team Klaksvík-Neistin 31-35(15-17) Vit mugu bíða til 20. apríl

hhh

 Ætlar KÍF av vinna FM-heitið, so má dygdargóðskan haldast.

Seinasta ár var KÍF á odda alla kappingina, men mátti lúta fyri H71 í tøttum FM-finaludystum. Vandi er fyri, at KÍF eisini í ár kann koma í somu trupulleikar í FM-finalunum, tí álopsspælið seinastu dystirnar er einki at reypa av, meðan verjan og serliga málverjin er ótrúliga góður, sigur eygleiðari úr Kollafirði. Hyggur tú at teimum, sum skjóta mestu málini, so eru tað framvegis Nicklas Selvig og Hans Eli Sigurbjørnso, sum eru bestu málskjúttar.

Eg hoyrdi H71 spælara siga við Rás 2 eftir dystin, at hevði KÍF ikki havt so góðan málverja, so vann KÍF ikki dystin, tí H71 hevði gott tak á álopsspælinum hjá KÍF, tá ið verjan var komin á pláss.

21-20 sigurin til KÍF sigur mær, at KÍF er at tosa við, og at KÍF spælararnir skulu ansa sær, at spælidygdin ikki dalar ímóti endanum av kappingini. Tí í míni hondbóltsverð er KÍF ikki nakar favorittur at vinna FM-heitið, um tað so verður H71 ella VÍF, sum spælast skal ímóti. Spell fyri KÍF, at frálíki linjuspælarin Gert Hansen ikki spælir.

Fá mál komu fyrst í dystinum í Kollafirði. Tíggju minuttir spældir og 4-3 til KÍF, men so fer KÍF løtu seinni fram um 8-4. Tjúgu minuttir spældir, og KÍF á odda 9-5. KÍF fær bara trý mál seinastu ellivu minuttirnar til hálvleiks, meðan H71 fær fýra mál. Hálvleikstøðan 11-9 til KÍF. Kanska skiftir KÍF venjarin ov nógv út, tí fækkast málini.

KÍF áskoðararnir eru spentir til FM-finalurnar. KÍF kann vinna fyrsta FM-heitið nakrantíð.

KÍF áskoðararnir eru spentir til FM-finalurnar. KÍF hevur ikki áður vunnið FM-heitið í bestu deildini.

Ì seinna hálvleiki er KÍF betra liðið og sær út at hava tak á gongdini. Tíggju minuttir spældir og 14-12 til KÍF. Tjúgu minuttir spældir og 18-13 til KÍF. KÍF fær bara trý mál seinastu ellivu minuttirnar og er um at spæla sær sigurin av hondum. Fýra minuttir fyri leiklok er støðan 20-19 til KÍF, og liðini fáa eitt mál hvør aftrat. Endaliga úrslitið 21-20 til KÍF.

Óivað mugu vit bíða til leygardagin 20. apríl til tess at finna seinna FM-finaluliðið, tí VÍF spælir fyrst tríggjar heimadystir. 27. mars ímóti Kyndil, 7. apríl ímóti Neistanum og 14. apríl ímóti Team Klaksvík. H71 spælir 27. mars ímóti Team Klaksvík í Klaksvík, og so koma heimadystirnir ímóti StÍF 14. apríl og so óivað avgerandi dysturin ímóti VÍF í Hoyvíkshøllini leygardagin 20. apríl. (Vagnur)

Málskjúttar KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 8, Nickas Selvig 7, Ási Dam 2, Andrias Nielsen 1, Regin Petersen 1, Rúni Joensen 1 og Jákup Trygvason 1

Málskjúttar H71: Bogdan Florea 7, Hans Kári Hansen 5, Rúni Højgaard 2, Niels Viggo Niclasen 1, Bogi G. Davidsen 1, Ári J. Olsen 1, Sigmundur Dahl 1, Sigmundur Nolsøe 1 og Tróndur Arge 1

Dómarar: Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen

Team Klaksvík-Neistin 31-35(15-17) Zorko skuldi spælt alla kappingina

Fríggjakvøldið spældu Team Klaksvík og Neistin í Klaksvík, og hetta gjørdist málríkur dystur. 66 mál eru nógv mál í hondbóltsdysti, tá ið hugsað verður um, at hetta er í niðara enda á stigtalvuni. Javnt gekk á fyrstu minuttirnar, og eftir níggju minuttir var Neistin á odda 4-3. Neistin var eisini á odda við einum og tveimum mál til fimm minuttir fyri hálvleik, men gjørdist støðan javnleikur 13-13. Neistin koma á odda 16-13, men Team Klaksvík minkaði um munin til 16-15 til Neistan við hálvleik.

Sjúrður skeyt tíggju mál í Klaksvík. Mynd er frá 2011.

Sjúrður skeyt tíggju mál í Klaksvík. Myndin er frá 2011.

Eitt og tvey mál vóru eisini á muni fyrstu trettan minuttirnar í seinna hálvleiki, tá støðan var 24-23 til Neistan. Men so dró Neistin frá til støðuna 27-23, og hesin munur var til dystarenda. Tá ið 21 minuttir vóru spældir var støðan 30-25 til Neistan, og tað komu nógv mál seinastu minttirnar til bæði liðini. Neistin vann dystin 35-31.

Leggjast kann aftrat, at Sjúrður Thomassen hjá Neistanum skjeyt tíggju mál. Sjúrður hevur vegna skaða í armi verður burtur frá hondbólti næstan eitt ár, men nú er hann aftur. Eisini er liðið hjá Team Klaksvík hamskift, síðani Zorko er komin aftur á liðið. Team Klaksvík hevur nú størri breidd, og tað skal ikki so nógv til aftrat, so bjóðar Team Klaksvík aftur øllum liðunum av. Spennandi, hvussu Team Klaksvík fer at fyrireika seg til næsta kappingarár, tí fyrireikingin til núverandi kappingarár var slett ikki nøktandi, tí spælarar vóru farnir, og har var eingin venjari. (Vagnur)

Málskjúttar Team Klaksvík: Zarko Pejovic 9, Beinur Heiðinsson 6, Sámal á Tjaldrafløtti Olsen 5, Mathias Samuelsen 5, Dánjal Kjærbo 3 og Vilhelm Vilhelmsen 2

Málskjúttur Neistans: Sjúrður Thomassen 10, Torstein Balle 5, Andras Joensen 5, Terji Mørk 5, Beinur Davidsen 3, Rógvi Nolsøe 2, Jugoslav Djumic 2 og Rói B. Hansen 1

Dómarar: Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen

StÍF-Kyndil 23-21(11-5) Málfátækur fyrri hálvleikur

StÍF fekk ikki góða byrjan á Skála, tí eftir korter spæl, hevði Kyndil bara skotið eitt mál. Tá var støðan 7-1 til StÍF. Men StÍF steðgaði eisin upp og skeyt bara eitt mál í átta minuttir. 23 minuttir spældir og 8-3 til StÍF. Hálvleikstøðan 11-5 til StÍF.

StÍF er farin fram um Kyndil á stigtalvuni. (Mynd Álvur)

StÍF er farin fram um Kyndil á stigtalvuni. (Mynd Álvur)

Í Seinna hálvleiki fekk StÍF góða byrjan, og eftir seks minuttir var StÍF á odda 16-7. Men so gekk betur hjá Kyndli, sum hálaði inn á StÍF. Tjúgu minuttir spældir og 20-15 til StÍF.

Og Kyndil skuldi koma enn nærri StÍF, tí tveir minuttir fyri leiklok var StÍF á odda 22-20. Dysturin endaði 23-21 til StÍF. Løgin dysturin, har liðini skutu mál í løtum, so var málturkur í øðrum løtum. (Vagnur)

Málskjúttar StÍF: Borgar Danielsen 4, Allan Norðberg 4, Jógvan G. Joensen 3, Pætur Joensen 3, Streinar Prestá 3, Fríði R. Djurhuus 2, Marius Joensen 2 og Jón Rasmussen 2

Málskjúttar Kyndils: Julian Jónsson 6, Birgir Poulsen 6, Finnur Hansson 4, Josef Abrahamsen 3 og Ludvík Súnason 2

Dómarar: Tummus Juul Thomsen og Arnar Dam

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 KÍF 21 617 470 147 35
2 H71 21 555 501 54 27
3 VÍF 20 566 504 62 24
4 StÍF 21 510 496 14 21
5 Kyndil 21 534 535 -1 21
6 Neistin 20 482 511 -29 16
7 Team Klaksvík 20 404 651 -247 0

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *