Meiningahornið – Prátið um vakra húkin í Klaksvík er tagnað (e)

Vakri húkurin í Klaksvík. (Mynd Vagnur)

Vakri húkurin í Klaksvík. (Mynd Vagnur)

11. november 2010 skrivaði eg í grein í bløðunum um húkin í Klaksvík í sambandi við, at Landsverk vildi hava húkin burtur úr rundkoyringin við tunnilmunnan, men tað vildu klaksvíkingar ikki.

Aðrar rundkoyringar eru í Klaksvík, og í miðjuni rundkoyringunum er listaverk, men meðan Klaksvíkar kommuna ráddi yvir rundkoyringunum í býnum, hevði Landsverk ábyrgdina av rundkoyringini, tá ið tú kemur úr undirsjóvartunlinum.

Stjórin í Landsverk, sum tá ráddi fyri borgum, arbeiðir ikki longur hjá Landsverk, og alt prát um vakra húkin er tagnað. Húkurin kemur at standa har í allar ævir. Millum annað skrivaði eg í greinini:

Eingin samanhangur í 0-loysnini í Norðoyggjum

Eg var ikki sørt spentur at síggja nógv umtalaða húkin, sum stendur í rundkoyringini, tá ið tú kemur úr undirsjóvartunlinum. Vakur húkur, sum boðar frá aldargomlum virksemi í býnum.

Eftir at hava koyrt gjøgnum báðar tunlarnar úr Klaksvík og ávegis til Viðareiðis, sveimaðu tankarnar. “Henda 0-loysnin í ferðsluni í sambandi við húkin, hongur bara ikki saman”?
Eg koyri fyrst gjøgnum nútíðar undirsjóvartunnil, har er breitt til veggja og høgt til loftið, har er ljóst og hvítar linjur á vegnum, har er útlufting, telefon og aðrir hentleikar, ja, og so hevur ein av okkara mætastu listafólkum prýtt tunnilin við vøkrum litum. Valaverk í allar mátar.

Klaksvík kommuna hevur fingið gjørt vakurt listarverk í rundkoyringina. (Mynd Vagnur)

Klaksvík kommuna hevur fingið gjørt vakurt listarverk í rundkoyringina. (Mynd Vagnur)

Síðani komi eg til tunlarnar millum Klaksvík, Árnafjørð og Norðdepil, og aftur eri eg ikki sørt spentur, tí tað er ikki á hvørjum degi, eg eri har á leiðini. Og í ferðsluhøpi komi eg frá nútíðini í undirsjóvartunlinum og aftur miðøldini í hesum myrka, tronga og ótíðarhóskandi tunlum. Smælt, lágt, trongt, eingi ljós, eingin útlufting, myrkt av bilosi, eingin telefon, eingin brandútgerð, ja, ein tunnil uttanfyri lóg í rætt, tá ið eg hugsi um 0-loysnina í ferðsluni.

Eg komi í øllum góðum til Viðareiðis, henda vakra og eygkenda bygdin við nógvu lagaðu gørðunum, men tankarnir um ótíðarhóskandi tunlarnar sveima framvegis.

“Nú tosa fólk av álvara at byggja undirsjóvartunnil úr Eysturoynni til Havnar fyri eina milliard krónur. Í hesum tíðum, tá ið spart verður í hvørjum króki í Føroyum, sjálvt tey eldru merkja sviðan av sparingini. Ein undirsjóvartunnil millum tvey støð í Føroyum, sum frammanundan hava frálíkt vegasamband. Hetta hongur bara ikki saman.

Landsverk vildi hava húkin burtur, men var hetta listarverkið í Klaksvík ikki eins vandamikið, um so var? (Mynd Vagnur)

Landsverk vildi hava húkin burtur, men hetta listarverkið í Klaksvík er eins vandamikið, um so var? (Mynd Vagnur)

Áðrenn føroyingar fara at byggja fleiri tunnlar og tosa meira um 0-loysnina í ferðsluni, eiga gomlu tunlarnir í Norðoyggum og tunnilin millum Tvøroyri og Hvalba sjálvandi fyrst at nútíðargerast. Alt annað er ørskapur.

Ávegis aftur til Havnar hugdi eg eftir tveimum øðrum rundkoyringinum í Klaksvík, sum høvdu listarverk í miðjuni á rundkoyringini. Listarverkini eru úr gróti, og í ferðsluhøpi eru tey sjálvandi eins vandamikil í ferðsluni, sum húkurin er. Ja, um tey yvirhøvur eru vandamikil?

Og hvussu við øllum mastrunum og skeltunum í rundkoyringini í Kollafirði? (Mynd Vagnur)

Og hvussu við øllum mastrunum og skeltunum í rundkoyringini í Kollafirði? (Mynd Vagnur)

Í Gøtudali sveimaðu tankarnir framvegis um ótíðarhóskandi tunlarnar í Norðoyggum og um vakra húkin. Eg koyrdi gjøgnum rundkoyringarnar undir Gøtueiði og í Kollafirði. Har standa høgir ljóssteyrar í rundkoyringini og ferðsluskelti á oyggjum áðrenn rundkoyringini. Eftir at hava sæð alt hetta, skilir tú ikki, at myndugeikarnir brúka so nógva orku at fáa húkin burtur í rundkoyringni í Klaksvík.

Mín niðurstøða er viðvíkjandi 0-loysnini í ferðsluni, at vilja myndugleikar veruliga nakað við 0-loynini í ferðsluni, so er tað ikki húkurin í Klaksvík, myndugleikarnir fyrst fara eftir. Farið fyrst eftir øllum teimum, sum koyra ov skjótt og tosa í farteldefon, meðan tey koyra bil. Og ætlar bilførari at krøkja bil sín og seg sjálvan í húkin í Klaksvík, so er bilførarin ikki búgvin at hava koyrakort. So einfalt er tað. (Vagnur Michelsen)

 

Nú er tíðin komin, at gomlu tunlarnir í Føroyum verða nýtíðargjørdir. (Mynd Vagnur)

Nú er tíðin komin, at gomlu tunlarnir í Føroyum verða nýtíðargjørdir. (Mynd Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *