Mangan er torført at fáa dómarakabálina at ganga upp

Hartvig við dómaraborðið í steypafinalunum. (Mynd Vagnur)

Hartvig við dómaraborðið í steypafinalunum. (Mynd Vagnur)

Hartvig Joensen setir dómararnar til hondbóltsdystirnar, og hann er ikki sørt keddur um og finst at,  hvussu heimasíðan Hvannrók skrivar um val av dómarapørum til dystirnar. Eg havi hitt Hartvig , og hann sigur.

– Eg haldi, at fjølmiðlarnir eiga ikki at leggja eftir dómarunum sum døma, men  heldur finnast at teimum feløgum, sum ikki geva sítt íkast til dømingina. Vit hava í løtuni ov fáar A-dómarar, og fáa nakrir dómarar forfall av ymiskum slagi, er ótrúliga torført at fáa kabálina at ganga upp, sigur Hartvig.

Hartvig heldur fram seinni í greinini, men fyrst nøkur orð um tað, Hvannrók hevur borðreitt við um dømingina í bestu deildunum. 

Skulu vit spæla hondbólt í Føroyum, mugu øll hondbóltsfeløgini taka ábyrgd av dømingini eisini í bestu deildunum. Her haltar, tí tað kann ikki vera rætt, at fleiri feløg í bestu deildini ikki hava havt A-dómarar í kanska tjúgu ár, meðan onnur feløg útvega dómarar hvørt ár. Ført er fram, at HSF má og skal seta feløgum krøv, so øll feløgini eru umboðaði, tá ið talan er um døming.

Daniel Rapa og Niclas Niclasen er nýggir A-dómarar. (Mynd Álvur)

Daniel Rapa og Niclas Niclasen er nýggir A-dómarar. (Mynd Álvur)

Eisini havi eg skrivað um uttanveltaða døming. Tá ið eg spældi hondbólt í eini tólv ár í bestu deildini bar til, at uttanveltaðir dómarar dømdu dystirnar, hví ikki í 2013? Havi ført fram, at summir dómarar eru ov nær knýttir at feløgum, tí skulu teir ikki døma sítt egna felag. Hetta er ikki meira enn rímuligt. Dómarafelagið hevur gjørt megnar arbeiði, og millum annað skipað er fyri dómaraskeiðum. Ein bati er at hóma, men enn eru fleiri feløg, sum ikki eru umboðaði í dómarafelagnum, og hetta mugu vit øll gera nakað við.

Tá ið landskappingin byrjaði í heyst, sendi eg skriv til HSF um at fáa at vita í góðari tíð, hvørjir dómarar dømdu dystirnar næsta vikuskifti. Hetta fekk eg tvey vikuskifti, men so koma einki aftur frá HSF. Hartvig Joensen setir dómararnar, og sjálvandi veit eg, at tað er ikki altíð lætt at fáa kabálina at ganga upp, men tá ið hann sendi tveir kyndilsdómarar at døma kvinnudystin í Vági millum VB og Kyndil og sendi somu dómarar til Vestmannar at døma mansdystin millum Kyndil og VÍF, tá dittaði eg mær at finnast at. Hesir dómarar vóru ikki uttanveltaðir dómarar í míni verð.

Ragnar Petersen og Heri M. Petersen. Heri er nýggju A-dómari.

Ragnar Petersen og Heri M. Petersen. Heri er nýggju A-dómari.

Seinasta kappingarár hendi tað, at Krinvarp Føroya gavst at hava ítróttasending sunnudag, tí so nógvir dystir í bestu hondbóltsdeildunum vóru fluttir til allar dagar í viku, tí ov fáir dómarar vóru at døma dystirnar. Tá ið so nakrir A-dómarar ikki kláraðu renniroyndina, so gjørdust A-dómararnir uppaftur færri. Hartvig Joensen setir dómarar til dystirnar í bestu deildini, og hann sigur:

Hartvig Joensen

– Eg haldi og eri harmur um, at heimasíðan Hvannrók leggur eftir teimum sum døma, heldur enn at fara eftir veruliga trupulleikanum. Vit í dómarafelagnum brenna fyri at fáa fleiri A-dómarar, og at hondbóltsfamiljan í Føroyum veksur heldur enn minkar. Dómaraskeið eru fyriskipað, og vit fara at halda fram at skipa fyri dómaraskeiðum.

– Dómarafelagið hevði ymis krøv til A-dómararnar, men eftir seinasta kappingarár bleiv slakað í krøvunum til tess at fáa fleiri dómarar at døma í bestu deildini. Tá ið vit tosa um krøv til A-dómararnar, so gjørdu vit av eftir seinasta kappingarár, at allir A-dómarar skuldi klára rennitestina, men tí verri stóðu nakrir dómarar ikki royndina. Rennitestin er komin fyri at vera.

Karstin Joensen er formaður í dómarafelagnum. (Mynd Vagnur)

Karstin Joensen er formaður í dómarafelagnum. (Mynd Vagnur)

– Eg eri samdur í, at HSF skal og má seta feløgunum krøv, so vit fáa fleiri A-dómarar. Trúgv mær, tað er ótrúliga torført at fáa kabálina at ganga upp hvørt vikuskifti, tí allir A-dómararnir eru ikki tøkir hvørt vikuskifti av ymsum orsøkum. Og vit koma í støður, at settir dómarar fáa forfall í seinastu løtu, og aðrir dómarar tí verða settir at døma dystir, sum teir upprunaliga ikki áttu at dømt, sigur Hartvig.

Hartvig býr í Syðrugøtu og arbeiðir á Havsbrún. Eg merki á Hartvig, at her er talan um ein fyrrverandi hondbóltsspælara, sum veruliga brennur fyri at betra um dómarastandin í Føroyum. Og Hartvig heldur fram..

– Eg havi havt ótrúliga góð hondbóltsár við nógvum góðum minnum , og nú vil eg geva nakað aftur av tí, sum onnur góvu mær. Ynski mítt er, at “fokus” ikki verður sett á tey, sum gera nakað millum annað at døma dystirnar, men heldur skal farast eftir teimum, sum ikki geva íkast til føroyska døming.

– Tað gleðiliga er hent í hesum kappingarárinum, at vit ongar dystir hava flutt orsakað av vantaðum dómarum. Jú, fleiri skikkaðir dómarar vit hava, lættari er at gera øllum til vildar. Tað eru fleiri nýggir dómarar komnir í dómarahópin, og dómarar, sum hava dømt áður, eru aftur farnir at døma.

– Vit arbeiða miðvíst við eygleiðaraskipanini, tí tað er so týdningarmikið, at dómarar fáa afturmeldingar eftir avrikið á vøllinum. Vit royna at eygleiða so nógvar dystir, sum til ber, men vit megna ikki at eygleiða allar dystirnar. Jú, dómarafelagið er virkið og hyggur frameftir til tess alla tíðina at betra um dømingina í Føroyum, sigur Hartvig at enda. (Vagnur)

 

 

 

 

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *