Sigurin hjá Kyndli 26-23 á VB seinnapartin og javnleikurin 20-20 millum StÍF og VÍF/Tjaldur ger, at Kyndil nú er nærri FM-finaluplássunum. Nú er ikki nógmikið hjá VÍF/Tjaldri at vinna á Kyndli í Vestmanna 27. mars, tí sjálvt um VÍF/Tjaldur vinnur dystin, so er Kyndil betur í innanhýsis málmuni. Tí verður tað óivað neistakvinnur, sum gera av, um tað er Kyndil ella VÍF/Tjaldur, sum Neistin spælir ímóti í FM-finalunum. Tríggir dystir eru eftir í grundspælinum, og bæði Kyndil og VÍF/Tjaldur hava dyst eftir ímóti Neistanum. Nógvir spennandi dystir eru enn fyri framman,
Dystargongdin í dystinum millum Kyndil og VB var í stuttum henda: Kyndil kom á odda 5-1 eftir tíggju minuttir spæl, men seks minuttir seinni er javnleikur 6-6 og løtu 7-7 . Men so steðgar góði stimin hjá VB, og liðið fær bara tvey mál seinastu fjúrtan minuttirnar í fyrra hálvleiki, og tí kann Kyndil leggja seg trygt á odda 12-8 við hálvleik.
Í seinna hálvleiki leggur Kyndil seg á odda 15-8, men so steðgar góða gongdin hjá Kyndli, og VB hevur góða løtu. Fjúrtan minuttir spældir, og Kyndil á odda 17-15. Tjúgu minuttir spældir, og Kyndil á odda 20-18, men so økir Kyndil um munin, og eftir 24 minuttir er Kyndil á odda 24-19. Kyndil vinnur 26-23 og tvey týdningarmikil stig. (Vagnur)
Málskjýttar Kyndils: Anja Eliasen 5, Simona Petersen 5, Jórun Ludvig 4, Anja Heinadóttir 3, Marianna G. Eystberg 2, Guðrið G. Eystberg 1, Bjarta Johansen 1, Anna Brimnes 1, Randi Wardum 1 og Simona Iacob 1
Málskjúttar VB: Gurið Mortensen 8, Bára Krosslá Mortensen 7, Eina M. Jacobsen 2, Tamara Radic 2 og Marijana Trbojevic 2, Helga Eyðunardóttir 1 og Andrea Nielsen 1
Dómarar: Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen
StÍF-VÍF/Tjaldur 20-20(12-8) VÍF/Tjaldur misti týdningarmikið stig
Á Skála spældu StÍF og VÍF/Tjaldur, og her má sigast, at VÍF/Tjaldur misti týdningarmikið stig í kappingini um seinna FM-finaluplássið. Javnt gekk á fyrst í dystinum, og eftir trettan minuttir var javnleikur 4-4. Tað gongur striltið hjá VÍF/Tjaldri at finna StÍF málið, tí eftir 24 minuttir er StÍF á odda 9-6, men løtu seinni er 9-8 til StÍF. Hálvleikstøðan 12-10 til StÍF.

VÍF/Tjaldur hevur í grundspælinum Neistan og Kyndil eftir í Vestmanna og útidyst ímóti Stjørnuni. (Mynd Álvur)
Í seinna hálvleiki er StÍF framvegis á odda fyrsta korterið, men eftir tjúgu minuttir er knappliga javnleikur 18-18. Liðini fáa bara tvey mál hvørt seinastu tíggju minuttirnar, so dysturin endar við javnleiki 20-20.
Eftir dystin fekk eg stutt prát við Jan Ottosen venjaran hjá VÍF/Tjaldur, og hann sigur: – Vit eru vónbrotin, at vit ikki vunnu dystin, men vit brendu bara so ótrúliga nógvar upplagdar málmøguleikar, tí mistu vit týdningarmikið stig, sigur Jan.
Heimasíðan www.hvannrok.fo er einasti fjølmiðil, sum nemur eitt sindur við hondbóltsdømingina í Føroyum. Tað er hetta við uttanveltaðari døming. Eg haldi, at persónurin, sum setti hondbóltsdómararnar til dystirnar um vikuskiftið, skuldi bítt um dómarapørini, sum dømdu kvinnudystirnar í dag. Eyðun og Andreas skuldu dømt StÍF-VÍF/Tjaldur og Niclas og Daniel skuldi dømt Kyndil og VB. Tað er hetta við, hvussu nær skeggið kann vera høkuni. Men tíverri eru tað fólk eisini í HSF, sum ikki skilja slíkt. Her vantar ein hugburðsbroyting, sjálvt um ein bati er at hóma. Vónandi koma vit einaferð á mál. (Vagnur)
Málskjúttar StÍF: Birna Tummasardóttir 9, Bára Bertelsen 4, Paula Høgnesen 3, Irena Dam 2, Fríðrún Danielsen 1 og Guðrið Poulsen 1
Málsjúttar VÍF/Tjaldur: Adina Petrea 5, Heidi Sevdal 4, Liljan Djurhuus 4, Ansy Sevdal 3, Eilin Hansen 3 og Tóra Seloy 1
Dómarar: Niclas Niclassen og Daniel Rapa
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | Neistin | 16 | 506 | 375 | 131 | 32 |
| 2 | Kyndil | 17 | 382 | 377 | 5 | 20 |
| 3 | VÍF/Tjaldur | 17 | 412 | 428 | -16 | 18 |
| 4 | VB | 17 | 405 | 437 | -32 | 11 |
| 5 | StÍF | 15 | 370 | 415 | -45 | 10 |
| 6 | Stjørnan | 16 | 364 | 407 | -43 | 7 |
