Smáfuglarnir eru svangir í brádliga komna kavaveðrinum (e)

Smáfuglarnir vóru svangir í morgun í brádliga komna kavanum. (Mynd Vagnur)

Smáfuglarnir vóru svangir í morgun í brádliga komna kavanum. (Mynd Vagnur)

Vit hava mest sum ikki havt kava higartil í vetur, bara eitt sindur av heglingi og vátakava, men nú er kavin lagstur. Tað fyrsta tú hugsar í morgun, tá ið tú hyggur út gjøgnum vindeyguni. “Fuglarnir”. Nógvir smáfuglur er í grannalagnum, og hugtakandi er at geva og fylgja fuglunum. Gott feitt verður goymt til fuglarnar í hjallinum, um kavi legst, tí serliga í kavaveðri leggjast fuglarnir á feittið. Annars fáa teir breyðmolar. Hugaligt og stuttligt at fylgja fuglunum úr vindeyganum.

Stararnir mugu vera svangir í morgun, tí sjáldan eru teir komnir so nær. Havi ongantíð sæð taman stara. Har eru eisini spurvafuglar, eitt kvørkvekkjupar, nakrar dúgvur, sum annars sjáldan eru í garðinum, og so heldur ein kráka seg til, men hon torir ikki at koma sær nær, at hon fær ein bita, áðrenn smáfuglarnir eru farnir við øllum. Tíðin er ikki komin, at likkurnar koma til landið, men másar flúgva omanfyri. Annars koma másarnir ikki nær húsinum og toru heldur ikki at koma at føðini, men sveima omanfyri og bíða eftir møguleikan.

Eftir einari løtu er alt etið, og fuglarnir farnir, men tó er enn vøkur sjón, tí tveir bringureyðir pikka í eitt kjøtbein. Eg havi bara einaferð áður sæð tveir bringureyðar saman í garðinum, og eg iðri meg um, at eg var ov seinur við myndatólinum. Fuglarnir eru ikki ólíkir fólki, tá ið talan er um at raka mest til sín sjálvs. Sjálvt stararnir, sum allir sýnast eins, eru ymiskir. Summir eru framligari enn aðrir og skúgva aðrar til viks, meðan aðrir hava taktikkin at fáa sær stóran bita fyri síðani at leita til síðis við bitanum.

Fuglarnir stríðast um bitarnar, og teir fíra ikki fyri at taka bita hvør frá øðrum. Kvørkvekkjurnar eru smædnar, men tær gera mangan skjótt av, tá ið tær snýkjandi koma fram við jørðini. Spurvafuglarnir ræðast ikki stararnar, men tað løgna við spurvunum er, at summar dagar eru eingir spurvar, og aðrar dagar eru teir kanska tretivu í tali. Jú, hugaligt at geva fuglunum og fylgja teimum úr vindeyganum. (Vagnur)

Børnini er óivað glað, at kavi er legstur. Summi vóru skjót í morgun út í kavan. (Mynd Vagnur)

Børnini er óivað glað, at kavi er lagstur. Summi vóru skjót út í kavan. (Mynd Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *