Nú eru vit komin so langt í landskappingini í hondbólti, at summir dystir ikki hava ávirkan á nakað sum helst.
Kvinnuliðini hjá Neistanum og Stjørnuni spældu í kvøld bara um æruna, men stuttligt er altíð at spæla ein hondbóltsdyst.
Neistin vann dystin klárt, og tað var eisini Neistin, sum byrjaði dystin best og var á odda allan dystin.
Nú bíða vit eftir, hvat lið Neistin skal spæla ímóti í FM-finalunum. Kyndil og VÍF/Tjaldur stríðast um at fáa seinna plássið í FM-finalunum.
Vit mugu óivað bíða til 20. apríl til tess at finna FM-finaluliðið. Tá ið eg síggi støðuna í bestu kvinnudeildini, hugsi eg um, at var tað sum áður, var Stjørnan á veg niður í næstbestu deildina. Men einki lið flytir í lægru deild, og tí hava vit ikki dystirnar um niðurflyting, sum kunnu vera ótrúliga spennandi. Hetta síggja vit millum annað í bestu fótbóltsdeildini, har lið berjast fyri lívinum til tess ikki at flyta í lægri deild. (Vagnur)
Málskjúttar Neistans: Bára Hansen 7, Jacklin Durhuus 7, Nicoleta R. Hansen 5, Barbara Brauer 4, Marjun Danberg 4, Unnur Danielsen 3 og Barbara Johannesen 1
Málskjúttar Stjørnan: Ema Bezanovic 9, Una Olsen 5, Lovisa Lassen 3, Durita Chrisophersen 2, Jórun Nielsen 1, Ella Petersen 1, Kristina Poulsen og Mina Sirdal
Dómarar: Tummas Juul Thomsen og Arnar Dam
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | Neistin | 16 | 506 | 375 | 131 | 32 |
| 2 | Kyndil | 16 | 356 | 354 | 2 | 18 |
| 3 | VÍF/Tjaldur | 16 | 392 | 408 | -16 | 17 |
| 4 | VB | 16 | 382 | 411 | -29 | 11 |
| 5 | StÍF | 14 | 350 | 395 | -45 | 9 |
| 6 | Stjørnan | 16 | 364 | 407 | -43 | 7 |
