Nógvur fiskur í Barentshavinum, men fiskaprísirnir eru fallandi

Enniberg hevur túsund tons av flaki í lastini. (Mynd Vagnur)

Enniberg hevur túsund tons av flaki í lastini. (Mynd Vagnur)

Í morgun spákaði eg niðri á Vestaru bryggju, og har lá millum annað trolarin Enniberg og landaði túsund tons av flaki, sum fer í stórar bingjur og so til Bretlands. Tað er vøkur sjón at síggja trolara tungan í sjónum, men tankarnir sveima eisini, tá ið plattarnir við flakinum koma í land. Eg hitti annan maskinmeistaran, sum hevur verið í landi henda túrin, men skal við Ennibergi seinast í vikuni, tá ið leiðin gongur aftur í Barentshavið. – Har er øgiligur fiskur, men fiskaprísirnir er bara helvtina av prísinum, hann einaferð var. Orsøkin er, at kvotan er hækkað bæði í russiskum og norksum sjógvi í Barentshavinum, og tað gera fiskakeypararnir sær dælt av. Ov nógvur fiskur er eisini í marknaðinum í løtuni, segði maskinmeistarin.

Eg hoyrdi fiskifrøðing greiða frá í útvarpinum, hví so nógvur fiskur er í Barentshavinum, meðan lítið er at fáa við Føroyar. Tað er hitin í sjónum, sum ávírkar gongdina við fiskiskapinum. Sjógvurin er í Barentshavinum er í løtuni heitari enn miðal ár, og tí hevur ætið góð gróðralíkindi og harvið legst fiskur til økið, meðan sjógvurin við Føroyar er í kaldari lagi, og árgangirnir eru smáir. Annar skiparin á Ennibergi segði mær í fjør heyst, at so nógvur fiskur var at fáa Barentshavinum, at vónleyst var arbeiða allan fiskin undan uttan at leggja skipið stilt. Trolið var rokað hvørja ferð tað kom á borði, segði skiparin.

Tað má sigast at vera rokfiskiskapur, tá ið teir fylla skipið við flaki eftir tveir mánaðir, men tíverri er fiskaprísurin fallandi. Enniberg, sum er 25 ára gamal, skal í heyst hava nýggjan motor ísettan. Nýggi motorurin er bílagari í oljuútreiðslum. Tá ið eg standi á bryggjuni og hyggi at snotuliga skipinum, hugsi eg um allan matin, sum fer aftur í havið. Lippur, kjálkar, uggar, livur og ryggur, sum kundi verið malin til mjøl. Eg havi hoyrt onkran sagt, at flakið er bara 35% av fiskinum, restin fer aftur í havið.

Føroyingar fara til Noregs at kryvja fisk, sum bara er blóðgaður, tá ið hann kemur inn á virkið. Síðani verður allur fiskurin gangnýttir eisini innvølurin. Eg hugsi um nógva góða matin, sum fer aftur í havið. Her er talan um hundraðtals tons av góðum mati, men Enniberg er ikki bygdur at gagnnýta allan fiskin. Onkur av manningini sker sær óivað nakrar kjálkar elle lippur, men annars fer bara flakið í fystilastina, restin fer aftur í havið. Hetta er løgi í mínum hugaheimi. (Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *