Tey brynja seg nú við fyrireikingunum til fyrsta FM-róðurin í Klaksvík 2. juni. Stóru tíðindini frá Klaksvíkar Róðrarfelag eru, at tey arbeiða á øllum alvi at seta upp stórskíggja í bryggjuni, so áskoðarar kunnu fylgja FM-róðrunum. Kappróðurin skal gera meira áskoðaravinaligur. Klaksvíkar Róðrarfelag hevði herfyri aðalfund.
10-mannafarið Klaksvíkingur, 8-mannafarið Nevið Reyða, 6-mannafarið Páll Fangi og 5-mannafarið Fípan Fagra. Hetta er øll kend gomul nøvn í róðrarsøguni í Føroyum, og bátarnir hava í millumbilum vunnið nógvar róðrar, og serliga seinnu árini hevur flaggskipið Klaksvíkingur bitið frá sær. Í fjør vann báturin FM-heitið. Klaksvíkingur er við á norðoyastevnu í ár vónandi í harðari kapping við Vestmenning, Suðring og Havnarbátin, sum vit vita rógva á norðoyastevnu.
Klaksvíkar Róðrarfelag verður umboðað av fýra bátum á fyrstu FM-róðrinum, 10-mannafarið Klaksvíkingur, 6-mannafarið Páll Fangi við kvinnum, 5-mannafarið Fípan Fagra við gentum og einari barnamanning við dreingjum. Forkvinnan í felagnum sigur, at tey hava í nøkur arbeitt við at bøtu um umstøðurnar hjá róðrarfólkunum í felagnum, men tað er tungt fíggjarliga. Neystið og venjingarhølini eru ikki í nóg góðum standi.
Hóast hesar umstøður, so er felagið rímuliga væl útgjørt við venjingaramboðum, og stóru bátastøddirnar eru í góðum standi. Næsta takið hjá felagnum er at umvæla 5-mannaførini. Eg haldi, at rógvararnir trívast væl í felagnum, vit eru ógvuliga spent til róðrarárið og vóna sjálvandi alt tað besta, sigur forkvinnan Jórun Høgnesen.
Klaksvíkar Róðrarfelag hevur júst havt ársaðalfund, og í nevndini eru: Jórun Høgnesen, forkvinna, Magnus Norðberg, næstformaður, Kristian Mikkjalsson, kassameistari, Berit Mohr og Petur Hans á Høvdanum.
Tá ið eg skrivaði nógv á www.drekin.fo plagdi eg at skriva, at í kappróðri verður mangan sagt:” Fyri norðoyastevnu og eftir norðoyastevnu”. Hetta skal skiljast soleiðis, at allar manningar hava bestu vónirnar til róðrarárið, og á norðoyastevnu fáa tey fyrsta próvtalið. Summar manningar eru væl nøgdar, aðrar minni nøgdar og uppaftur aðrar manningar beinleiðis vónbrotnar av fyrsta FM-róðrinum. Mangan er torført hjá hesum manningum at fóta sær aftur, og hetta sæst eisini á rógvarum í neystunum.
Á norðoya stevnu rógva 10-mannaførini, 8-mannaførini og 6-mannaførini við monnum 1500 metrar. Kvinnur, gentur og dreingir rógva 1000 metrar og barnaróður 500 metrar. Eg taki hetta uppaftur, tí summi fólk halda, at teinarnir nú eru broyttir, men hetta gerst ikki veruleiki fyrr enn 2013.
Eg havi spurt forkvinnuna Jóruna Høgnesen, um hon hevur róð sjálv, og hon sigur soleiðis: Eg havi ikki róð sum ung, men í 2002 fór eg at venja við old girls og bleiv bergtikin av róðrarítróttini. Vit vóru á flestu stevnum í nøkur ár, og vit hava vunnið nógv gull heiðursmerki tey árini. Vit plagdu at rógva við Teklu, Fípunu Føgru ella Páll Fanga, alt eftir hvat lá best fyri hvørja ferð, men vit gjørdu nógv við tað. Og eg eri so sera glað fyri øll heiðursmerkini, sum vit vunnu okkum sum old girls. Nú eri ikki so ofta í báti, stýri hjá onkrum til venjing viðhvørt, men nevndararbeiði er eisini neyðugt í einum felag, so har fer mín orka. (Vagnur)


