Eins og nógvir føroyingar stúrsaði eg við, tá í fjølmiðlunum hoyrdist, at tað kostaði 800.000 krónur at hátíðarhalda tjúguára føðingardagin hjá ALS. Tjúgu ár, hugsaði eg. Hevði tað verið hálvthundrað ella hundrað ár, so var meining í ørskapinum. Men ikki tjúgu ár.
Starvsfólkið og nevndin í ALS kundu fingið betri bita eftir arbeiðstíð ein fríggjadag, sum kostaði nakrar túsund krónur. Men 800.000 krónur er ørskapur hjá einum stovni, hvørs endamál er at gjalda út pening til arbeiðsleysar føroyingar.
Eg havi skilt, at umrøddi stjórin var annars góður stjóri, har hann við góðum úrslitum hevði skipað fyri ymsum skeiðum til tey arbeiðsleysu, so tey lættari kundu koma aftur í arbeiði. Men tí verri kostaði tjúgu ára hátíðarhaldið honum stjórastarvið.
Eisini stúrsaðu fólk, tá ið hoyrdist, at bankastjóri fekk meira einn tveyhundraðtúsund krónur í mánaðarløn, varastjóri meira enn hundrað túsund krónur í mánðarløn, og í fráfaringarsamsýning fingu teir millióna upphæddir.
Tað fyrsta eg hugsaði, var: – Er nakað menniskja í okkara lítla samfelag vert hesar stóru mánaðarlønir. Sjálvandi ikki, og mín meining er, at eingin almennur stjóri eigur fáa meira enn 50.000 krónur í mánaðarløn, tí tá samsvarar lønin við teirra ábyrgd og samsvarar við lønini, vanligi løntakarin fær.
Tað er ikki rætt, at samfelag okkara er skrúvað soleiðis saman, at summi fólk skúma fløtan, meðan onnur fólk hava torført at fáa endarnar at røkka saman. Her hugsi eg um vanliga arbeiðsfólkið, handverkaran, pedagogin og onnur í sama lønarflokki.
Flest fólk royna á ungum árum at fáa sær útbúgving, og tey fáu hugsa fyrst um, hvussu nógv tey einaferð fáa í løn, tá ið tey velja útbúgvingina. Heldur er tað áhugin fyri útbúgvingini, sum er drívmegin.
Tá eg hoyri í fjølmiðlunum um ALS málið, almennar stovnar og bankar, hugsi eg mangan, hvussu ábyrgd verður virðismett og vigað í peningi. Sjálvandi skulu fólk við hægri útbúgving fáa meira í løn enn tey við lægri útbúgving, men tað skal valdast. Stór ábyrgd skal samsýnast, men hvussu máta vit ábyrgd í peningi?
Hevur stjórin í ALS størri ábyrgd enn stjórarnir á Almannastovuni og Nærverkinum, sum hava ábyrgdina av hundraðtals starvsfólkum? Sjálvandi ikki. Og hava bankastjórar størri ábyrgd enn leiðarar á stórum skúlum og barnagørðum við okkara framtíð. Sjálvandi ikki. Ábyrgdin er tó ymisk, men ábyrgdin hjá bankastjórum hevur ikki tíggju ferðir meira virði í peningi.
Herfyri hoyrdist, at nú skal løgmaður hava meira í lønarposan, og hoyrdi eg rætt, er talan um fleiri hundrað túsund krónur um árið. Mangan samanbera vit okkum við onnur lond, men tað er himmalvíður munur at hava ábyrgdina av lítlum landi við 48.000 íbúgvum og hava ábyrgd av landi við fimm milliónum íbúgvum ella tredivu milliónum íbúgvum. Tað er her okkara politikarar mangan missa jarðsambandið.
Tað er so mangt undarligt í okkara samfelagi. Samstundis sum politikarar í hesum døgum tosa um at fáa ungar kvinnur at støðast í Føroyum, tí kvinnur í góðum barnsburðaraldri fara av landinum og tí fækkast, so geva politikarar stjórum og leiðarum, sum flestir ikki eru barnsburðarraldri, stóra skattalætta við flatskattinum, meðan pedagogar og onnur í somu lønarflokkum, sum flestir eru ungar kvinnur, fáa ongan skattalætta. Hetta er ikki lætt at skilja.
Vilja vit varðveita ungu kvinnurnar í Føroyum, so mugu vit sjálvandi betra um umstøðurnar hjá barnafamiljum og teimum lágløntu, og tí skuldu tey “lágløntu” heldur fingið skattalættan, sum gjørdi mun, meðan vit onnur eldru vælbjargaðu heldur skuldu verið skattalættan fyri uttan. (Vagnur)
