StÍF gjørdi gott hál sunnudagin í høllini á Skála, og áskoðararnir vóru nógvir, og lagið gott. Fyrst vunnu StÍF kvinnur tryggan sigur á Stjørnuni, og so vunnu StÍF menninir týdningarmiklan sigur á H71 í stríðnum um at náa FM-finalurnar. Fyrstu tjúgu minuttirnar i kvinnudystinum sást ikki, at StÍF kvinnurnar fór at vinna tryggan sigur. Tíggju minuttir spældir, og StÍF á odda 7-4, og tjúgu minuttir spældir 12-10 til StÍF, men so dró StÍF veruliga frá, og hálvleiksstøðan 17-12 til StÍF.
Í seinna hálvleiki heilt Stjørnan tørn fyrstu tíggju minuttirnar, men so skrædnaði, og StÌF vann hesa løtuna dystin. Tjúgu minuttir spældir 27-18 til StÍF, sum vann dystin 33-25. Áhugavert at síggja, at Bára Berthelsen og Birna Tummasdóttir skjóta heili átta mál hvør fyri StÍF, og at Paula Høgnesen enn einaferð er eitt jarn í StÍF verjuni.
StÍF megnarbetur og betur loysa uppgávuna, tá ið Rebekka er mansvard. Og eitt aftrat, eingin útlendingur á StÍF-liðnum. Verri gongur hjá Stjørnuni, fyrrverandi góða toppliðnum við nógvum meistaraheitum og steypafinalum, sum er í fríum falli í løtuni. Men, sum eg skrivi aðrastaðni, so kemur Stjørnan heilt vist afturíaftur. Karstin Joensen og Kári Hansen dømdu dystin. (Vagnur)
Málskjúttar StÍF: Bára Berthelsen 8, Birna Tummasardóttir 8, Fríðrún Danielsen 5, Rebekka Justinussen 4, Paula Høgnesen 4, Erla Petersen 2, Irena Dam 1 og Oddrún Danielsen 1
Málskjúttar Stjørnan: Durita Christophersen 8, Lovisa Lassen 6, Ema Bezanovic 4, Ella Petersen 4, Mina Sirdal 1, Bára Skaale Klakkstein 1 og Annika K. Ljósstein 1
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | Neistin | 12 | 382 | 279 | 103 | 24 |
| 2 | Kyndil | 13 | 293 | 283 | 10 | 16 |
| 3 | VÍF/Tjaldur | 11 | 265 | 281 | -16 | 10 |
| 4 | StÍF | 12 | 296 | 327 | -31 | 9 |
| 5 | VB | 13 | 296 | 332 | -36 | 8 |
| 6 | Stjørnan | 13 | 300 | 330 | -30 | 7 |
StÍF-H71 28-26(9-12) StÍF vendi dystinum í seks minuttir
StÍF hevði seinasta møguleikan sunnudagin at vera við í møguleikanum um at náa FM-finalurnar. Í fyrra hálvleiki talaði einki fyri, at StÍF fór at vinna dystin, tí liðið spældi ikki væl og var trilvandi allan hálvleikin. Tað var heldur H71 sum spældi betur í fyrra hálvleiki. Fyrsta korterið var tó javnt við fáum málum. Støðan eftir korter 5-4 til H71. Tjúgu minuttir spældir og 8-7 til H71, sum løtu seinni var á odda 12-7. Hálvleikstøðan 12-9 til H71.
Í seinna hálvleiki skuldi StÍF brúka seks minuttir at taka H71 aftur og leggja seg fram um. Tíggju minuttir spældir og 18-14 til H71, men so koma umtalaðu seks minuttirnir, sum broyta alt. StÍF vinnur hesa løtuna 6-1, og er eftir korter spæl frammanfyri 20-19. Næstu tíggju minuttirnar gongur javnt á. 21-21, 22-22, 23-23, 24-24 og 25-25, og dysturin kann fara báðar vegir. Men tað er StÍF, sum vinnur seinastu fýra minuttirnar 3-1 og vinnur dystin 28-26. Sagt varð av Skála, at StÍF málverjin Levi Nybo stóð eina av sínum allar bestu dystum ímóti H71.
H71 og VÍF hava enn besta møguleikan at náa FM-finalurnar óivað ímóti KÍF, men StÍF og Kyndil eru eisini við í kappingini. Leygardagin spæla KÍF og StÍF steypafinalu í Havn. (Vagnur)
Málskjúttar StÍF: Sveinur Justinussen 10, Jákup Berthelsen 5, Marius Joensen 4, Fríði R. Djurhuus 3, Pætur Joensen 2, Jón Rasmussen 2, Allan Norðberg 1 og Jógvna G. Joensen 1
Málskjúttar H71: Rúni Højgaard 9, Bogi G. Davidsen 4, Ari J. Olsen 3, Bogdan Florea 3, Hallur Biskopsstøð 3, Rógvi Sørensen 2, Tróndur Arge 1 og Hans Kári Hansen 1
Dómarar: Karstin Joensen og Kári Hansen
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | KÍF | 16 | 473 | 365 | 108 | 25 |
| 2 | H71 | 16 | 444 | 402 | 42 | 20 |
| 3 | VÍF | 15 | 419 | 367 | 52 | 19 |
| 4 | StÍF | 16 | 397 | 368 | 29 | 17 |
| 5 | Kyndil | 15 | 383 | 367 | 16 | 17 |
| 6 | Neistin | 15 | 351 | 381 | -30 | 10 |
| 7 | Team Klaksvík | 15 | 285 | 502 | -217 | 0 |

