Kyndilsspælarin Miroslav er farin aftur til Bulgaria

Miroslav nummar seytjan við bóltinum var góður spælari og skeyt nógv mál.

Kyndil setti beint eftir kappingarlok Finn Hansson sum spælandi venjara saman við Bárði Johannessen, sum ikki skal spæla. Kyndil valdi at sleppa sær við bulgaran Miroslav á vinstra bakki fyri síðani at seta Finn Hansson sum spælandi venjara á vinstra bakki. Miroslav var góður spælari.

Tankarnir eiga at sveina hjá leiðsluni í Kyndil, tá ið tey hyggja at stigatalvuni í Atlantic Airways deildini við kappingarlok. Kyndil endaði niðast í deildini og var gamla skipanin galdandi, spældi besta manslið hjá Kyndli í næstbestu deildini næsta kappingarár. Havi hitt Finn Hansson til stutt prát.

– Bárður og eg hava havt prát við spælararnar og sagt teimum, hvør ætlanin hjá okkum er. Sjálvandi skulu vit brúka summarið at fyrireika okkum til komandi kapping. Her hugsa vit fyrst og fremst um styrkivenjingar og annars fyrireika okkum á bestan hátt. Vit hava sagt spælarunum, sum teir sjálvandi vita, at Kyndil endaði niðast í kappingini, og hvat skal til til tess at venda gongdini. Og tað er miðvís venjing.

– Kyndil valdi at sleppa sær av við bulgaran Miroslav, sum er góður spælari, og heldur fáa meg sum venjara og spæla á vinstra bakki. Á kyndilsliðnum eru nógvir evnaríkur spælarar, sum Hjalmar Klein Olsen hevur vant flestar frá ungum árum. Vit fara at venja í summar, sigur Finnur Hansson í stuttum.

Finnur segði mær eisini í telefonini, at hann hevði fingið sendandi venjaratilfar úr Íslandi, sum abbi hansara brúkti í 70 árunum,og sum nógv kann brúkast í dag. Áhugaverdur lesnaður, sigur Finnur. Abbi Finnur, sum andaðist í fjør, spældi á íslendska hondbóltslandsliðnum og vandi eisini íslendska landsliðið.

Spennandi at fylgja við, hvussu Finnur og Bárður fara at roynast sum venjarar í Kyndli. Teir vita báðir, hvat skal til tess at koma upp á toppin, tí har hava teir báðir verið mangar ferðir sjálvir. Men hevur Kyndil fólk til eitt topplið longu komandi heyst? Tað fer tíðin at vísa. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *