Kyndil spældi seinnapartin ein av bestu dystunum í hesum kappingarárinum, tá ið liðið vann trygt á StÍF. Finnur Hansson er spælandi venjari hjá Kyndli saman við Bárði Johannessen. Eftir dystin hitti eg Finn og spurdi hann, hvussu hann metir møguleikarnar hjá Kyndli at koma í FM-finalurinar?- Sjálvandi eru møguleikarnir til staðar, men tað er einki dulsmál, at kyndilsliðið hevur verið óstøðugt í vetur, liðið hevur spælt nakrar góðar dystir, og so spælt fleiri minni góðar dystir. Í dag hildu spælarar avtalurnar, og hvør spælari stríddist fyri sakini og høvdu góðan hugburð.
– Tað er tung uppgáva hjá okkum at seta liðið í løtuni, tí tveir spælarar eru í Noregi í fjúrtan dagar og heima í tríggjar vikur, og spælarar eru og hava verið skaddir. Tí gerst hópurin ov tunnur í summum dystum. Kyndil hevur sjálvandi møguleikan at koma í FM-finalurnar, men tað er av týdningi hjá okkum ikki at hyggja ov langt fram, tí nógvir avgerandi dystir eru eftir at spæla. Vit mugu fyrst hugsa um ein dyst, og so fáa vit at síggja, hvussu leikur fer næstu dystirnar.
– Vit minnast allir steypadystin í Kollafirði, har vit komu sovandi á vøllin, og eftir eina løtu var KÍF á odda við níggju málum. Vit stríddust okkum aftur seinni í dystinum, men tá var ov seint. Hetta má ikki henda, um vit ætla okkum í FM-finalurnar, sigur Finnur í stuttari viðmerking.’
Í dag gekk strálandi hjá Kyndli, og dystargongdin var henda í stuttum: Javnt gekk á fyrstu tíggju minuttirnar, tí tá var støðan 5-5. Tjúgu minuttir spældir og Kyndil á odda 9-5, og hálvleikstøðan 12-9 til Kyndil.
Í seinna hálvleiki var sami munur eftir tíggju minuttir spæl, tá støðan var 16-13 til Kyndil. Tjúgu minuttir spældir, og Kyndil á odda 21-16, og tá steðgar StÍF upp, meðan Kyndil stýkur av stað og vinnur tryggan sigur 27-17. Dómarar í dystinum vóru Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen
Málskjúttar Kyndils: Ludvík Súnason 7, Finnur Hansson 6, Andrias Sólsker 5, Birgir Poulsen 3, Josef Abrahamsen 2 , Høgni Klein Olsen 2, Thorvald Abrahamsen 1 og Frank Askildsen 1
Málskjúttar StÍF: Sveinur Justusssen 4, Jón Rasmussen 3, Marius Joensen 3, Pætur Joensen 3 Allan Norðberg 2, Jørmund Joensen 2 Fríði R. Djurhuus 1
H71-KÍF 27-25(12-15) Seinastu tíggju minuttir vóru okkum dýrir, sigur KÍF venjarin
Klassamunir var í steypadystinum millum KÍF og H71 í Kollafirði hóskvøldið, har H71 liðið var fyri ongum. Men í dag var H71 hamskift, og ein Bogdan Florea, sum bara skeyt tvey brotskøst í málið í steypadystinum skjýtur heili tíggju mál í dag. Ótrúliga væl klárað av H71 at reisa seg aftur, og liðið er framvegis gott boð um FM-finalupláss. Eg spyrji KÌF venjaran Jacob Jónsson, hvussu eitt KÍF lið kann trumla eitt H71 lið niður hóskvøldið, og so tapa dystin í Hoyvíkshøllini trý samdøgur seinni?
– Mannagongdin hjá mær sum venjari er, at allir spælarar sleppa at royna seg í dystunum, tí byrjaði eg í dag við nýggjum málverja og fýra spælarum, sum ikki vanliga spæla so nógv. Tað gekk eisini væl mest sum allan dystin, men tað eru seinastu tíggju minuttirnir í dystinum, sum blivu okkum konstaðarmiklir. Vit gjørdu nógv mistøk hesa løtuna, sum kostaði okkum sigurin. Vit hava nú spælt nógvar dystir og skulu spæla seinna steypafinaludystin ímóti H71 hóskvøldið.
– Tú spyrt meg, um fyrsta plássið í FM-kappingini er trygt ella í vanda? -Vit eru bara trý stig framman fyri H71, og nógv stig eru at spæla um, so einki er avgjørt enn, sigur Jacob.
Í dystinum í dag gekk javnt á fyrst í dystinum. Tíggju minuttir spældir og 5-4 til KÍF, og eftir tjúgu minuttir 10-8 til KÍF. Hálvleiksstøðan 15-12 til KÍF. H71 spælir ein frálíkan seinna hálvleik, og tá ið tíggju minuttir av hálvleikinum eru farnir, er KÍF á odda 19-17 og tíggju minuttir seinni minkar munurin niður í eitt mál. 22-21 til KÍF.
Og so eru tað hesir seinastu minuttirnir, har H71 fer fram um KÍF og vinnur dystin. Fýra minuttir eftir at spæla, og nú er H71 knappliga á odda 25-24, og KÍF steðgar upp, meðan H71 hevur góða løtu og vinnur dystin 27-25 og tvey ótrúliga týdningarmikil stig. (Vagnur)
Málskjúttar H71: Bogdan Florea 10, Bogi G. Davidsen 6, Rógvi Sørensen 5, Rúni Højgaard 2, Ári Olsen 2 og Hans Kári Hansen 2
Málskjúttar KÍF: Andrias Nielsen 5, Tony Weihe 4, Hans Eli Sigurbjørnsson 4, Nicklas Selvig 4, Ási Dam 3, Teitur Joensen 2, Poul Egholm 2 og Regin Petersen 1
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | KÍF | 15 | 442 | 346 | 96 | 23 |
| 2 | H71 | 15 | 418 | 374 | 44 | 20 |
| 3 | VÍF | 14 | 380 | 345 | 35 | 17 |
| 4 | Kyndil | 15 | 383 | 367 | 16 | 17 |
| 5 | StÍF | 15 | 369 | 342 | 27 | 15 |
| 6 | Neistin | 14 | 332 | 350 | -18 | 10 |
| 7 | Team Klaksvík | 14 | 263 | 463 | -200 | 0 |
