Kvinnuliðini hjá Kyndli og StÍF spældu seinnapartin, og Eikur Magnussen sá dystin. – Dysturin var javnur og tamur við fáum málum, og bæði liðini kundu vunnið dystin. Stórskjúttin hjá StÍF Rebekka Justinussen sat uttanfyri mest sum allan dystin óivað við skaða, og Jórun Ludvig hjá Kyndli spældi ikki. Hæddarpunktið í dystinum var óivað, at StÍF misbrúkt brotskast eftir at tíðin var farin. Bólturin varð skotin við síðuna av málinum. – Kyndil fekk nøkur skjótálop, sum góvu mál, meðan StÍF spældi mest sum ikki skjótálop.
– Verjurnar vóru góðar, og nýggi Kyndilsmálverjin Vivian Petersen stóð væl. Nógv mistøk vórðu gjørd í dystinum, og hetta var ikki ein av teimum góðu kvinnudystunum, sum endaði við javnleiki, og sum bæði liðini kundu vunnið við dystarenda, sigur Eirikur. Dystargongdin var henda:
Javnt gekk á í fyrra hálvleiki, tí eftir tíggju minuttir er javnleikur 3-3. Tíggju minuttir seinni er aftur javnleikur hesuferð 7-7, men tað er Kyndil, sum fer til hálvleiks við leiðsluni 11-9. Í seinna hálvleiki dregur Kyndil meira frá fyrstu tíggju minuttirnar, tá er støðan 15-12 til Kyndil. Tíggju minuttir seinni er støðan 16-14 til Kyndil, og so koma vit til dystarendan, tá støðan er 18-18, og StÍF misnýtir brotskast.
Hugsa vit um stigtalvuni, so er av týdningi, at Kyndil fekk bjargað sær einum stigi, tí júst hetta stigið kann tryggja liðnum FM-finaluplássið seinast í kappingini. Møguleikin hjá StÍF at náa FM-finalurnar eru nú endaliga farnir við javnleikinum í dag. Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen dømdu dystin.
Málskjúttar Kyndil: Randi Wardum 6, Turið Arge 3, Anna Brimnes 3, Simon Iacob 2, Anja Heinadóttir 2, Anja Eliasen 1 og Bára Hansen 1
Málskjúttar StÍF: Paula Høgnesen 8, Birna Tummasardóttir 3, Fríðrún Danielsen 3, Oddrún Danielsen 2 og Bára Berthelsen 2
Stjørnan-VB 23-23 ( 10-14) Stjørnan misnýttir brotskast í seinasta minutti
Leygardagin spældi Stjørnan og VB fyrra steypadystin í Klaksvík, dystin, sum Stjørnan vann 25-20 eftir at javnleikur var 20-20, tá ið seks minuttir vóru eftir at spæla. Ì dag spældu liðini so landskappingardystin, og hetta varð ein harður og væl spældur dystur, har Stjørnan misnýtir brotskast í seinasta minutti. VB var á odda leingi í dystinum og kundi bæði vunnið og tapt dystin. Tá ið vit hugsa um FM-finalupláss, so er hetta frálíkt úrslit hjá Kyndli, sum fekk eitt stig í dag, og at hvørki VB ella Stjørnan fáa tvey stig.
Dystargongdin í Klaksvík var henda: Javnt gongur á fystu minuttirnar í dystinum, tí eftir tíggju minuttir er javnleikur 3-3. Javnleikur er eisini 6-6, men so eftir tíggju minuttir leggjur VB seg á odda 10-7. Og tá ið liðini fara til hálvleiks, er VB á odda 14-10.
Í seinna hálvleiki leggur VB seg beinanvegin á odda 16-10, og eftir tíggju minuttir spæl er VB á odda 17-14. VB heldur vinnarakósina næstu ellivu minuttirnar, tí tá er støðan 21-17 til VB, men so steðgar VB upp eins og í steypadystinum. VB fær bara tvey mál seinastu níggju minuttirnar, meðan Stjørnan kemur nærri og nærri og fer fram um 23-22. VB fær tó javnað til 23-23, men tað er Stjørnan, sum kundi vunnið dystin við dystarenda, tí brotskast varð misnýtt í seinastu løtu.
Tú kundi hugsað at spurt, hví VB missir takið seinastu tíggju minuttirnar í báðum dystunum í Klaksvík. Tola spælararnir ikki spenningin, ella eru spælararnir ikki í nóg góðari venjing. Hetta er áhugavert í mínum hugaheimi. (Vagnur)
Málsjúttar Stjørnan: Simona Petersen 12, Lovisa Lassen 4, Ema Bezanovic 4, Ella Pedersen 1, Bára Klakstein 1 og Durita Chrisophersen 1
Málskjúttar VB: Gurið Mortensen 7, Tamara Radic 6, Helga Eyðunsdóttir 5, Mirijana Trbojevic 2, Christina Holm 2 og Rannavá Johannessen 1
Dómarar: Agnar Dam og Thomas Juul Thomsen
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | Neistin | 11 | 349 | 255 | 94 | 22 |
| 2 | Kyndil | 13 | 293 | 283 | 10 | 16 |
| 3 | VB | 11 | 256 | 271 | -15 | 8 |
| 4 | VÍF/Tjaldur | 10 | 237 | 265 | -28 | 8 |
| 5 | Stjørnan | 12 | 275 | 297 | -22 | 7 |
| 6 | StÍF |

