Bragdið skipaði seinnapartin fyri serligari boðrenning í Havn. 202 fólk úr tretivu ymsum fyritøkum og stovnum vóru við í boðrenningini. Trý fólk frá somu fyritøku vóru í toymi, har hvør rennari rann tríggjar kilometrar. Hóast regn og fitt av vindi í R.C. Effersøesgøtu, so var lagið gott. Tey róptu á rennarar, tá ið teir nærkaðust málinum, og skiftini fóru fram. Øll kundu vera við eisini tey, sum bara gingu.
Tosaði vit tveir av fyrireikarunum Sunnevu Bjarnastein og Ann Thomsen, sum sótu í vørubili og skrásettu rennarar og tíðurnar. Tær søgdu, at hugskotið til boðrennigina er komið úr Danmark, har tey fyriskipa boðrenning fimm ferðir fimm kilometrar. Toymi við fimm fólkum úr somu fyritøku ella stovni renna fimm kilometrar hvør. Síðani verða tíðirnar lagdar saman. Fleiri lið kunnu koma úr somu fyritøku ella stovni.
Tað góða við hesi boðrenning er, at tú kanst melda til blandað lið, sum kappast hvør ímóti øðrum. Kappingina mannað við trimum kvinnum vann Landssjúkrahúsið, kappingini við trimum monnum vann Eik Banki, tvær kvinnur og ein maður vann samansett lið Sparta, Føroya Studentaskúli og HF skeið og kappingina ein kvinna og tveir menn vann Tryggingarfelagið Føroyar. Øll úrslitini eru at sígga á heimasíðuni hjá Bragdinum www.bragdid.fo
Bragdið í Havn,Treysti úr Klaksvík og onnur gera frálíkt arbeiði fyri renningina í Føroyum. Herfyri runnu 160 rennarar marathon renning í Klaksvík. Eldsálin Guttormur Sørensen segði eftir kappingina, at mathonrenning verður aftur næsta ár í Klaksvík. Tað sama siga fólk úr Bragdinum: Boðrennigin verður aftur næsta ár í Havn. Havi tó at viðmerkja, at fólk skulu arbeiða í sama stovni ella fyritøku til tess at sleppa við, tí annars er vandi fyri, at tey bestu rennararnir finna saman. Undantøk skulu bara gevast, tá ið fyritøkur ella stovnar eru ov fáment.
Tey vóru øll har seinnapartin, sum skipa fyri ólavsøkurenning, flaggrenning, heilsurenning, Tórshavn Marathon og nú boðrenning. Tit er ófør. Hoyrdi seinni í hátalaranum í grannalagnum, at trý starvsfólk á Landssjúkrahúsinum høvdu bestu tíðina í eina bólkinum. Sá, at fyrireikararnir høvdu skund at rudda økið eftir boðrenningina, tí fólk skuldu í veitslu uppi á Hotel Føroyum. Hetta var partur av tiltakinum.
Næsta tiltakið hjá Bragdinum fer fram mentanarnáttina 6. juni. Tá bjóða tey fólki at renna tveir teinar 10,5 kilometrar ella 4,5 kilometrar. Fólk skulu tá møta á Kongabrúnni klokkan 22.00 (Vagnur)


