Næstaseinasta vetur hevði Kringvarp Føroya frálíka ítróttasending sunnudag seinnapart, har tikið varð í einar tveir tímar saman um ítróttatíðindi, sum fóru fram sunnudag, umframt at onnur áhugaverd ítróttainnsløg vóru í sendingini. Av og á var eisini sagt frá hondbóltsdysti beinleiðis, har skift var millum Suna Merkistein og ymsar hallir, har hondbóltur og flogbóltur varð spældur. Trivið var eisini í ymsan útlendskan ítrótt. Frálík útvarpssending sunnudag. Men seinasta vetur var eingin sending, og eg spurdi útvarpsmann, hví Kringvarp Føroya hevði skráttað ítróttasendingini um veturin, tí ikki var fótbólturin meir enn byrjaður um várið, so var Kringvarpið har við mikrofonini.
Ungi maðurin segði mær, at høvuðsorsøkin at Kringvarp Føroya skráttaði ítróttasendingina, var, at nú vóru serliga nógvir hondbóltsdystir fluttir frá sunnudegnum til allar dagar í viku, og tí var vónleyst at framleiða góða sending. Hugsaði sum so, at hetta kann ikki bera til og má kannast nærri. Spell fyri serliga fyri hondbóltin og flogbóltin, tí ítróttasendingin var góð “reklama” fyri spølini, tí nógv fólk lurtaðu eftir sendingini.
Havi spurt meg fyri hjá hondbóltinum, og har er svarið einfalt. Sjálvandi verða nakrir dystir fluttir til aðrar dagar enn sunnudag, tí hallir eru upptiknar. Men høvuðsorsøkin er, at ov fáir A-dómarar nú eru at døma dystirnar í bestu deildunum. Tildømis sluppu tríggir A-dómarar ikki at halda fram at døma, tí teir megnaðu ikki renniroyndini. Og tá ið eingir A-dómarar leggjast aftrat, so sigur tað seg sjálvt, at dystir mugu flytast til allar dagar í viku. Mín meining er og havi skrivað um tað áður, at ábyrgdin liggur hjá Hondbóltssambandinum.
Vit hoyrdu í fjølmiðlunum, at hondbólturin vantar 25 nýggjar dómarar til tess at fáa kappingina at rigga nóg væl. Hví vanta 25 dómarar? Orsøkin er, at HSF hevur ikki givið feløgunum knívin á strúpan. Stór hondbóltsfeløg hava ikki havt A-dómarar í tjúgu ár. Dómarafelagið er felagsskapur fyri A-dómarar, men limirnir eru alt ov fáir. Felagið ger frálíkt arbeiði til tess at menna sínar limir. Men felagið kann ikki útvegað nóg nógvar A-dómarar, so vit fáa nøgtandi hondbóltskapping, og at Kringvarp Føroya ikki er noytt at skrátta ítróttasendingina sunnudag. Tað er ikki nógmikið, at vit eru stolt av at eiga eitt altjóða dómarapar, sum fær størri og størri uppgávur uttanlands. Nakað munagott má henda í Føroyum.
Spennandi at fylgja við, hvussu fer at gangast at útvega hesar 25 nýggju dómararnar, sum vanta í føroyskum hondbólti. Eitt her heilt vist. Kringvarp Føroya kemur ikki aftur á vøllin, fyrr enn nakað er at siga frá sunnudag. Verða dystirnir sum nú fluttir til allar dagar í viku, so missa feløgini áskoðarar og harvið inntøkur. Vit vita øll, at fólk dámar væl at fara til ítrótta sunnudag klokkan trý ella fýra, men verður spælt yrkadagar og onkuntíð í nátturðatíð, so sigur tað seg sjálvt, at áskoðararnir fækka. (Vagnur)

