Kyndil-Team Klaksvík 30-27(15-10) Kyndil vann tepran sigur

Team Klaksvík 12.12.2012. St.v: Dánjal Kjærbo, Heri Johnsson, Beinur Heðinsson, Sámal á Tjaldrafløtti Olsen og Fríðin Ziskason. Fremst f.v: Borisa Eskic, Andrias Ellingsgaard, Vilhelm Vilhelmsen, Beinir Johannesen og Jákup Pauli Ziskason. (Mynd Vagnur)

Tað vóru væl hýrdir Team Klaksvík spælarar, eg hitti fyri dystin ímóti Kyndli. Ein av leiðarunum hjá Team Klaksvík segði mær, at tey í felagnum vóru fegin, nú Klaksvíkar kommuna eigur bæði KÍ høllina og Badmintonhøllina. Støðan hjá Team Klaksvík er í løtuni, at dystir kunnu ikki spælast í Badmintonhøllini, tí takið lekur eftir stormskaða. Liðið má tí fríggjakvøldið spæla útidystin ímóti H71 í Hoyvíkshøllini. Men aftur til hondbóltsdystin. Fáir áskoðarar sóu dystin í høllini á Hálsi. 35 áskoðarar eru skrivaðir á dómaraseðilin. Dystargongdin var henda:

Sum í nógvum dystum hjá Team Klaksvík, so gongur heilt væl fyrstu tjúgu minuttirnar í dystinum. Tíggju minuttir spældir og javnleikur 3-3. Tjúgu minuttir spældir, og Kyndil er á odda 8-7, men tríggjar minuttir seinni er javnleikur 9-9. Men so dregur Kyndil frá, og seinastu tíggju minuttirnar fær Kyndil seks mál og Team Klaksvík bara eitt mál. Hálvleikstøðan 15-10 til Kyndil.

Í seinna hálvleiki dregur Kyndil meira frá, tí tá ið tíggju minuttir eru spældir, er Kyndil á odda 19-12. Team Klaksvík betrar eitt sindur um støðuna næstu tíggju minuttirnar, tí tá er støðan 26-20. Tað er Team Klaksvík, sum endar dystin best hóast tap. Team Klaksvík nærkast Kyndli ímóti  dystarenda, og tað blivu bara trý mál á muni, tá ið samanum kom. 30-27 til Kyndil.

Fyri dystin tók eg mynd av Team Klaksvík, so nú eru øll liðini í bestu mansdeild komin á heimasíðuna. Nú vantar mær bara eitt kvinnulið, og tað er StÍF, sum sunnudagin kemur til Havnar at spæla ímóti Neistanum.  (Vagnur)

Málskjúttar Kyndils: Høgni Klein 5, Andrias Sólsker 5, Sakaris Ludvík 4, Finnur Hansson 4, Birgir Poulsen 3, Rógvi D. Christiansen 3, Frank Askildsen 2, Josef Abrahamsen 2 og Torvald Abrahamsen 2

Málskjúttar Team Klaksvík: Sámal á Tjaldrafløtti Olsen 7, Beinur Heðinsson 7, Dánjal Kjærbo 7, Fríðin Ziskason 3, Vilhelm Vilhelmsen 2 og Andrias Ellingsgaard 1

Dómarar: Hannis Wardum og Uni Wardum

Sum vit síggja í stigtalvuni, sær eitt sindur svart út hjá Kyndli og StÍF, sum er fimm og seks stig frá VÍF. Sunnudagin spæla VÍF og Kyndil í Vestmanna, og her hevur Kyndil møguleikan at minka um frástøðuna til VÍF, men vinnur VÍF, minkar møguleikin heilt nógv hjá Kyndli at náa FM-finalunum. H71 er framvegis við, og í annaðkvøld spælir H71 ímóti Team Klaksvík í Hoyvíkshøllini. Kanska ger H71 tað sama sum seinasta kappingarár, tá ið H71 liðið gjørdist betri og betri eftir nýggjár og endaði at vinna FM-heitið. Mín metan er, at skal hetta gerast veruleiki, má Halgir Dal Olsen aftur finna sær fram spæliskógvarnar, og Esbern Patursson koma úr Danmark. Men hetta er sjálvandi alt gitingar. (Vagnur)

  KÍF 10 290 224 66 17
2 VÍF 10 277 231 46 15
3 H71 10 269 253 16 12
4 Kyndil 10 259 253 6 10
5 StÍF 10 257 235 22 9
6 Neistin 10 238 252 -14 7
7 Team Klaksvík 10 192 334 -142 0

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *