Neistin-VÍF 24-24(12-12) Neistamenn mistu á stokkinum

VÍF 11. desember 2012. St.f. Henrik Gerster, venjari, Jákup Durhuus, liðleiðari, Rasmus Junker, Martin Ritto, Sámal Jákup Djurhuus, Bárður Brimvík, Sámal Joensen, Regin Joensen, Agnar Joensen, Sjúrður Nielsen, Jóngerð Nielsen, hjálparfólk og Jan Ottosen, venjari. Fremst frá vinstru: Filip Jojic, Holgar Durhuus, Magnus á Rógvi, Joen Pauli Høgnesen, Eli Müller, Tóki Seloy, Jákup Andreas Joensen og Andrias Eriksen. (Mynd Vagnur)

Venjararnir hjá Neistanum og spælarar kunnu vera ótrúliga væl nøgdir við avrikið ímóti VÍF, men Neistin misti annað stigið í seinasta minutti eftir at hava verið á odda mest sum allan dystin. Eg havi spurt Claus Rasmussen, hvat hann helt um dystin. – Fyrst vil eg siga, at munur var á hugburðinum hjá báðum liðunum. Eg haldi ikki, at VÍF-spælararnir stríddust nóg nógv, tá ið hugsað verður um, at liðið møguliga verður annað liðið í FM-finalunum. Haldi heldur ikki, at venjararnir rættuliga megnaðu at finna røttu loysnina at basa unga íðna neistaliðnum.

Harafturímóti spældu neistamenn skilagóðan dyst. Teir runnu í skjótálop, og miseydnaðist hetta, tóku teir ferðina úr dystinum. Eg fari at nevna serliga tríggjar neistaspælarar, sjálvt um liðið alt stríddist fyri sakini. Neistamálverjin Mikkjal Hansen helt Neistanum inni í dystinum allar trýs minuttirnar við nógvum frálíkum bjargingum. Og ungi Terji Mørk var frálíkur og skeyt fimm mál, og enn einaferð Teitur Magnusson, sum bara verður betri og betri. Men fyrst av øllum eitt frálíkt liðavrik frá neistamonnum, sum kunnu iðra seg um, at teir mistu annað stigið á stokkinum, sigur Claus.

Eg tók mynd av VÍF liðnum fyri dystin, og tá ið VÍF-viðhaldsfólk spurdi meg, hvat eg væntaði av dystinum, segði eg: – Skal VÍF vinna dystin, skal liðið skjóta nakað væl meiri enn tjúgu mál, tí neistaverjan er góð og málverjarnir góðir, men neistaliðið skjýtur óivað ikki fleiri enn 20-25 mál. VÌF spælararnir skutu í kvøld ov fá mál, tí vunnið teir ikki dystin. Spurdi at enda Claus, um verjurnar vóru góðar. – 6-0 verjan hjá VÍF riggaði heilt væl, og tað sama gjørdi neistaverjan, men eg saknaði, sum áður sagt, hugflog í VÍF álopinum, sigur Claus at enda.

Eitt, sum eg legði til merkis í høllini var, hvussu nógvar spælarar venjararnir hava við til dystirnar. Bæði liðini hava sekstan spælarar á dómaraseðllinum, og allir eru við í upphitingini. Tá ið vit spældu á sinni, vóru vit sjáldan tólv spælarar. Tveir ella tríggir útskiftarar. Tað mátti verið torført hjá venjarunum við fleiri spælarum á beinkinum enn inni á vøllinum. Hetta skilji eg ikki heilt, tí allir spælarar vilja spæla, og tú fært ikki nógv burturúr kvøldinum at sita á beinkinum. OK. 1. deildarliðini spæla eftir Atlantic dyst, so har kunnu nakrir ungir spælarar spæla. Tað mátti verið nóg mikið við tólv spælarum á liðnum, tí í flestu førum spæla somu spælarar allan dystin. (Vagnur) 

Málskjúttar Neistans: Teitur Magnusson 8, Terji Mørk 5, Jugoslav Djumic 4, Beinur Davidesen 3, Rói Hansen 1, Andras Joensen 1, Torstein Balle 1 og Ári Rouch 1

Málskjúttar VÍF: Filip Jojic 5, Rasmus Junkar 4, Holgar Durhuus 4, Andrias Eriksen 3, Martin Ritto 3, Agnar Joensen 2, Joen Pauli Høgnesen 1, Bárður Brimvík 1 og Sámal Jákup Djurhuus 1

Dómarar: Eyðun Samuelsen og Tummas Juul Thomsen

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *