Nú stundar til fyrsta FM-róðurin á norðoyastevnu í Klaksvík, sum er leygardagin 2. juni. Sum skilst minkar bátatalið framvegis, tá ið talan er um størru bátastøddurnar. Tó eru ljósglottar, tí Sámal Hansen smíðar fuglfirðingum nýtt 8-mannafar. “Vit venja við Heiðabátinum, tí nýggi Gullbrandur er ikki klárur at flota fyrr enn viku fyri norðoyastevnu, sigur Ingi á Tórgarði ein av eldsálunum i Fuglafirði.
Ítróttafeløg standa mangan við fáum eldsálum, og soleiðis er eisini í Fuglafirði. Inga á Tórgarði kenni eg væl, tí hann er uppvaksin í Havn, giftur til Fuglafjarðar, men áhugin var so stórur fyri kappróðri, at hann koyrdi hvørt kvøld longu leiðina úr Fuglafjørði til Havnar at venja við Havnarbátinum. Hann vann FM-heitið við Havnarbátinum í 2004. Í Fuglafirði hevur serliga 5-mannafarið Erla Kongsdóttur staðið seg væl seinnu árini, og í ár fáa tey nýtt 8-mannafar.
– 5-mannafarið Erla Kongsdóttir er mannað við gentum, og møguliga rógva dreingirnir eisini. 6-mannafarið Rádni er mannað við kvinnum, hetta eru tilkomnar kvinnur, sum í fjør róðu oldgirlsróðrar, men halda seg nú til í FM-kappingini.
– So er tað 8-mannafarið Gullbrandur, sum vit fáa nýggjan viku fyri norðoyastevnu. Vit venja í løtuni við Heiðabátinum, sum vit hava lánt úr Runavík. Tað vil siga, at vit venja bara eina viku í nýggja bátinum fyri norðoyastevnu. Eg havi hoyrt, at 8-mannaførini eru fá í summar, tí eg havi bara hoyrt um Miðving, Argjabátin og Gullbrand. Vónandi koma bátar aftrat. Blandað manning mannar Gullbrand, nakir ungir og nakrir eldri rógvarar. Vit hava vant trúliga, og spennandi, hvussu fer at hildnast. Miðalaldurin liggur um tretivu ár, sigur Ingi í stuttari viðmerking.
Ingi er tilkomin rógvari og rør sjálvur við Gullbrandi. Vi sóu i inniróðrinum í februar mánað, at Ingi er væl fyri og í góðari venjing. Bátatalið serliga í størri bátastøddunum eru fækkað seinnu árini. Tað er ein “myta”, tá ið sagt verður, at nú er kappróðurin so seriøsur, tí fækka bátarnir. Kappróðurin er ikki meira “seriøsur” í 2012, enn hann var fyri tíggju, tjúgu árum síðani. Heilt fáir rógvarar venja alt árið, og inniróðurin tekur einki frá vanliga kappróðrinum. Hetta sóu við í inniróðrinum, sum Havnar Róðrarfelag skipaði fyri í februar mánað.
Heldur er tað broytta tíðin, vit liva í, sum ger, at bátarnir fækkað. Fólk vilja ikki binda seg alt várið og summarið tilí kappróðurin. Haldi sjálvur, at Róðrarsambandið og harvið feløgini hava sjálv part av skuldini. Tað tekur framvegis alt ov langa tíð at avgreiða róðrarnir, og harvið fækkast eisini áskoðararnir undantikið á ólavsøku. Alt hevur ávirkan.
Róðrarsambandið torir ikki at broyta upp úr nýggjum og tildømis setur fasta manning at skipa fyri øllum FM-róðrunum kring landið. Vit eru framvegis vitni til, at róðrarnir ikki byrja til tíðina, hanaføtur dragna, og at maskinbátar við ov lítlum motori ikki megna at halda startinum. Havi hoyrt, at Kringvarpið Føroya hóttir við at halda uppat útvarpa kappróður, um róðrarnir taka meira enn tríggjar tímar. Vóni ikki, at hetta er satt, men hendir hetta, so er hetta til óbótaligan skaða fyri føroyskan kappróður. (Vagnur)


