H71-StÍF 22-20(9-12) H71 er framvegis við um finalupláss

Bogi G. Davidsen og Bogdan Florea úr H71 og Ári J. Olsen úr StÍF.

Eftir mansdystin millum H71 og StÍF ringdi eg til Hoyvíkar at fáa nakrar viðmerkingar frá dystinum. Og viðmerkingarnir vóru ikki av teimum bestu sjálvt frá einum hoyvíkingi, tí H71 spældi ein ússaligan fyrra hálvleik, har bara níggju mál vórðu skotin, og verjan ikki nóg góð. H71 vann dystin, tí tað eydnaðist liðnum í seinna hálvleiki at tetta verjuna við meira ágangandi verjuspæli, álopsspælið bleiv betri, og tí kom liðið framum miðskeiðis í seinna hálvleiki.

Mansdysturin í dag var ikki ein av teimum dystum, har spælarar bardust fyri hvørjum bólti og stíddust alt, teir kundu. Ein heldur tamur dystur, verður sagt úr Hoyvík. Sveinur Justinussen var ikki á StÍF liðnum, og Poul Kjartan Dam hjá H71 gekk á høkjum í høllini. Hetta eru spælarar, sum hava stóran týdning fyri bæði liðini. Dystargongdin var henda.

Javnt gekk á fyrstu minuttirnar, og tá ið tíggju minuttir vóru spældir, var StÍF á odda 6-4. H71 fekk so einki mál í tólv minuttir, og StÍF kundi leggja seg á odda 10-6 eftir 25 minuttir spæl. StÍF vann fyrra hálvleik 12-9. Longu, tá ið átta minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, hevði H71 ment seg, tí nú var javnleilur 13-13. Tíggju minuttir seinni var javnleikur 18-18. Og nú er tað, at StÍF kemur í veruligan málturk, tí seinastu ellivu minuttirnar í dystinum fær StÌF bara tvey mál, meðan H71 fær fýra mál. Fimm minuttir fyri leiklok er H71 á odda 21-20, men tað var H71, sum fekk seinasta málið og vann dystin 22-20.

Eg havi skrivað tað áður, at mansliðini í bestu deildini eru ógvuliga viðbrekin, tí lið skulu bara missa ein bakspælara, so missir liðið stóran part av álopsflognum. Eingin Sveinur hjá StÍF, eingin Poul Kjartan hjá H71 og ein Bogdan, sum ikki spældi ein av sínum bestu dystum.Ja, so fáa vit dyst við fáum málum. Í løtuni sær út til, at tað eru KÍF og VÍF, sum eru best fyri og eru nakað undan hinum liðunum, men nógv kann broytast, áðrenn vit náa FM-finalurnar í vár. H71 er framvegis við, meðan StÍF dragnar. Við einum væl upplagdum Sveini Justinussen í dag, hevði StÍF kanska vunnið dystin, men hetta er alt gitingar. (Vagnur)

Málskjúttar H71: Bogi B. Davidsen 4, Rúni Højgaard 4, Hallur Biskopstø 4, Rógvi Sørensen 3, Hanus Norðberg 2, Ári J. Olsen 2, Bogdan Florea 2 og Sigmundur Nolsøe 1

Málskjúttar StÍF: Pætur Joensen 6, Steinar Prestá 5, Borgar Danielsen 4, Allan Norðberg 2, Marius Joensen 2 og Jógvan G. Joensen 1

Dómarar:Hannis Wardum og Uni Wardum

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 KÍF 9 267 204 63 15
2 VÍF 8 219 188 31 12
3 H71 10 269 253 16 12
4 StÍF 10 257 235 22 9
5 Kyndil 9 229 226 3 8
6 Neistin 8 194 205 -11 6
7 Team Klaksvík 8 146 270 -124 0

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *