Nógvir føroyskir handverkarar arbeiða í Noregi. Teir eru í Noregi í tvær vikur, har teir arbeiða allar dagar í viku, og so hava teir frí í tvær vikur ella tríggjar vikur. Teir arbeiða um dagin ella um náttina, og um náttina er meira peningur at forvinna. Kyndilsspælararnir Hans Áki Dal Christiansen og Julian Jónsson Johansen arbeiða í Noregi í tvær vikur og hava frí í triggjar vikur.
Tá ið teir eru heima, spæla teir hondbólt við Kyndli. Men hvussu fáa teir at hanga saman at vera burturi frá Kyndilsliðnum í tvær vikur, og so sleppa aftur á liðið. Kunnu teir venja í Noregi?
Fyrst Hans Áki: – Eg eri maskinsmiður og arbeiði í Stavanger, har vit gera stóran kompressara, sum skal út á Ekko oljuøkið. Vit arbeiða mest um dagin, og higartil havi eg bara arbeitt eina ferð um náttina. Eg venji ikki hondbólt í Noregi, men venji á venjingarmiðstøð og renni annan hvønn dag. Tá ið eg so komi heim til Føroya, byrji eg aftur at venja við Kyndli, og tað er skjótt at umstilla seg. Tú kanst siga, at eg eri eykamaður á Kyndilsliðnum, og so hjálpi eg til, tá ið brúk er fyri mær. Sjálvandi er hetta tað næst besta, tí tað besta var, at eg vandi alla tiðina við Kyndli, men hetta ber ikki til í løtuni, sigur Hans Áki.
Julian Jónsson Johansen er el-maður, og hann hevur møguleikar at venja við norskum felagi, sum spælir í 5. deild, og hann sigur soleiðis:
– Eg eri í býnum Ågotnes, sum er á stødd við Klaksvík, og fyri kortum fann eg út av, at hondbóltsfelag er í býnum, har flestu spælarar eru handverkarar. Magnus Matras og eg hava vant við felagnum einaferð, men tá ið vit koma aftur til Noregs, fara vit at venja tvær ferðir um vikuna. Felagið spælir í 5. deild, har spælararnir eru nakað verri enn teir í bestu deildini í Føroyum.
Annars var eg óheppin í dystinum ímóti KÍF, tí økslin fór úr lið fyrst í dystinum, so nú fái eg einki gjørt fyribils. Fólkið í norska býnum hevur stóran áhuga í hondbólti, og nógvir áskoðarar síggja dystirnar, og spælararnir ganga upp í uppgávuna við lív og sál, sigur Julian. (Vagnur)
