VB-Stjørnan 18-23(11-9) Stjørnan gjørdi kvetti í Vági StÍF-Kyndil 20-24(10-12) Kyndil er á finalukós

Ema Beznovis hjá Stjørnuni gerst bara betri og betri (Mynd Álvur)

Tað má vera bragd av Stjørnuni at vinna í Vági, tí sjey stjørnuspælarar spældu ikki torføra útidystin. Stjørnan spældi við seks teimum somu spælarum allan dystin. Eg fekk stutt prát við fegna venjaran Svein Rógva Nielsen og spurdi hann, hvussu Stjørnan kundi vinna í Vági við so skerdum liði: – Málverjin Elisabeth Bergvin og verjan serliga i seinna hálvleiki vunnu okkum dystin og harvið týdningarmiklu stigini. Vit brendu nógv í fyrra hálvleiki, og tí fekk VB nógv skjótálop, sum góvu mál, men í seinna hálveleiki, fingu vit steðga hesum.

“Diciplinin” á liðnum í seinna hálvleiki við væl hugsaðum álopsspæli, kunnu stjørnukvinnur vera ernar av, sigur Svein Rógvi.

Dystargongin var henda: Stjørnan leggur seg á odda 5-1, tá ið tíggju minuttir eru spældir, men VB kemur aftur, og eftir tjúgu minuttir er javnleikur 6-6. Javnleikur er aftur eftir 25 minuttir spæl 8-8, men VB endar fyrra hálvleik best og kann fara til hálvleiks við 11-9 leiðslu. Seinni hálvleikur byrjar javnur, men Stjørnan kemur fyri seg, og eftir tíggju minuttir er javnleikur 14-14. Men so rennur VB seg inn í sekstan minuttir málturk, har stjørnuverjan stendur stinn, og Stjørnan spakuliga dregur frá VB.

Tjúgu minuttir spældir og 21-15 til Stjørnuna, og dysturin endar 23-18 til Stjørnuni. Sigurin má vera ótrúligur hjá Stjørnuni, tí hvørki Bára Klakstein, Eyvør Klakstein, Edith Hansen, Jóan M. Joensen, Simona Petersen, Annika Ljósstein ella Durita Christophersen vóru við í Vági. Hvat hendi VB liðnum í seinna hálvleiki, listi meg at vita, men eg fekk ikki fatur í nøkrum úr VB-leguni eftir dystin. (Vagnur)

Málskjúttar VB: Gurið Mortensen 5, Marijana Trbojevic 5, Rannvá Johannesen 4, Helga Eyðunsdóttir 3 og Tamara Radic 1

Málskjúttar Stjørnan: Ema Bezanovic 8, Alina Anghel 6, Ella Petersen 4, Lovisa Lassen 4 og Durita Thomsen 1

Dómarar: Ragnar Simonsen og Regin Petersen

StÍF-Kyndil 20-24(10-12) Kyndil er á finalukós

Simona Iacob í grønum gerst størri og størri fongur hjá Kyndli. (Mynd Álvur)

Kvinnuliðini hjá StÍF og Kyndil spældu á Skála seinnapartin, og hetta gjørdist ein javnur fyrri hálvleikur, men nakað inn í seinna hálvleiki dró Kyndil veruliga frá. Eg hitti Hákun Djurhuus ein av hjálparvenjarunum hjá Kyndli eftir dystin, og hann sigur soleiðis. Nógvar villur vóru frá báðum liðunum serliga í fyrra hálvleiki, har kyndilskvinnur brendu nógvar málmøguleikar. Men tá ið verjan stóð væl og Tomma væl í málinum, so slapp StÍF ikki frá Kyndli. Eg føldi tó alla tíðina, at Kyndil hevði tak á dystinum, sjálvt um fyrri hálvleikur var javnur.

Tú spyrt um Simonu Iacob, sum skeyt átta mál í dag og er vorðin fongur hjá Kyndli. Tá ið Jórun, Guðrið ella Randi ikki fáa mál útifrá, so er gott at hava Simonu Iacob, sum skeyt fleiri langskot í málið. StÍF hevur Rebekku, sum skeyt ellivu mál, og har eitt samanspæl millum Rebekku og Fríðrún, sum vit vistu av, og sum var við í okkara fyrireiking til dystin. StÍF hevur ov fáar streingir at dúva á, sigur Hákun í stuttari viðmerking av Skála. Dystargongdin var henda:

Ògvuliga javnt gekk á fyrst í fyrra hálvleiki, tí tá ið tíggju minuttir vóru spældir, var javnleikur 3-3. Tjúgu minuttir farnir og StÍF á odda 8-7, men fimm minuttir seinni er aftur javnleikur 9-9. Kyndil fer til hálvleiks við 12-10 leiðslu. Fyrst í seinna hálvleiki gongur ikki væl hjá StÍF, tí eftir ellivu minuttir spæl er 17-13 til Kyndil og eftir tjúgu minuttir 19-15 til Kyndil. Seinastu minuttirnar nærkast StÍF, tí tríggjar minuttir fyri leiklok er bara tvey mál á muni, men Kyndil endar best dystin og vinnur 24-20.

Eg havi ikki sæð StÍF spæla, men tað tykist, at hevði StÍF havt ein góðan skjútta aftrat Rebekku, sum kanska skeyt fimm til átta mál hvønn dyst, so var StÍF eisini eitt topplið, tí flestu liðini í Sunset deildini eru jøvn. (Vagnur)

Málskjúttar StÍF. Rebekka Justinussen 11, Paula Høgnesen 3, Oddrún Danielsen 2, Birna Tummasardóttir 2, Fríðrún Danielsen 1 og Irena Dam 1

Málskjútar Kyndils: Simona Iacob 8, Jórun Ludvig 3, Ásleyg Súnadóttir 3, Anja Heinadóttir 3, Guðrið G. Eystberg 1, Bára K. Hansen 1, Anna Brimnes 1, Turið Arge 1, Annika Sigurdsdóttir 1, Sára Sondum 1 og Randi S. Wardum 1

Dómarar: Arnar Dam og Tummas Juul Thomsen

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 Neistin 7 229 166 63 14
2 Kyndil 8 179 193 -14 9
3 VÍF/Tjaldur 6 154 145 9 6
4 VB 7 162 175 -13 5
5 Stjørnan 7 145 166 -21 4
6 StÍF 5 117 141 -24 2

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *