Neistafólk vóru samd um eftir dystin, sum Neistin vann á H71, at hetta var besti hondbóltsdystur, tey høvdu sæð í nógv ár, sjálvt um neistamenn hava vunnið nógv seinnu árini. Tað var serliga mátin, hvussu Neistin vann dystin. Eirikur Magnussein sá dystin, og hann var ovfarin, og hann var ikki komin niður á jørðina aftur eftir frálíka dystin, tá ið eg hevði hann í telefonini. – Eg havi ongantíð sæð neistamenn stríðst so nógv fyri einum sigri, sum neistamenn gjørdu í dag. Eitt dygdaravrik av øllum monnum. Menn stríddust allan dystin bæði í verju og í álopi, so spældi ungi Teitur Magnusson sin lívsdyst, sigur Eirikur, sum var vanligur áskoðari í høllini og er so glaður neistaspælaranna vegna.
Neistin hevði leiðsluna frá byrjan í dystinum. Eftir tíggju minuttir spæl, var Neistin á odda 4-3 og eftir tjúgu minuttir á odda 9-6. Síðani steðgaði Neistin upp í fimm minuttir, so H71 kundi javna til 9-9 og løtu seinni til 10-10. Tríggjar minuttir fyri hálvleik skutu neistamenn trý mál, so teir kundi fara til hálvleik við 14-11 leiðslu.
Neistin byrjað í sama stima í seinna hálvleiki uttan at vita, at endin í dystinum var ikki fyri særtar sálir. Tíggju minuttir spældir, og Neistin á odda 22-16, og eftir tjúgu minuttir Neistin á odda 25-22. Men so stendur á gomlum nøglum hjá neistamonnum, sum einki mál fáa í átta minuttir, meðan H71 kemur nærri og nærri. 25 minuttir spældir, og Neistin á odda 26-25, og tað gerst javnleikur 27-27 tveir minuttir fyri endabrígsl. Men tað er Neistin, sum fær seinasta málið og vinnur 28-27, sum er ein sensatión í míni verð, sjálvt um Neistin tapti fyrra dystin í Hoyvíkshøllini við einum máli. Neistamenn kunnu uttan at smæðast vera ótrúliga væl nøgdir við avrikið. Ragnar Simonsen og Regin Petersen dømdu dystin
Neistamenn vera ikki við i toppinum um at koma í FM-finalurinar, men fyri H71 er dysturin í dag ein smeitur, tí bæði KÍF og VÍF vunnu sínar dystir. Bogdan Florea hjá H71 fekk beinleiðis reytt kort í dystinum.
Málskjúttar Neistans: Teitur Magnussson 7, Andras Joensen 5, Beinir Davidsen 3, Herbjørn Lava 3, Torstein Balle 3, Jugoslav Djumic 2, Ári Rouch 2, Terji Mørk 2 og Rói Hansen 1
Málskjúttar H71: Bogdan Florea 7, Poul Kjartan Dam 5, Hallur Biskopstø 3, Bogi G. Davidsen 3, Rúni Højgaard 3, Rógvi Sørensen 3, Ari J. Olsen 2 og Tróndur Arge 1
StÍF-VÍF 23-30(12-13) Eli Müller var í essinum
StÍF og VÍF spældu á Skála seinnapartin, og av Skála verður sagt, at vit sóu ein ikki væl spældan hondbóltsdyst. Fyrri hálvleikur var javnur, men í seinna hálvleiki var tað serliga málverjin hjá VÍF, sum var munurin á liðunum, tí Eli Müller var í essinum hesa løtuna og tók ótrúliga nógvar bóltar. Leingi var munurin tvey, trý mál, har VÍF hevði leiðsluna. Filip Jojic hjá VÍF var mansvardur mest sum allan dystin. Dystargongdin var henda:
Javnt gongur á fyrst í dystinum, tí eftir tíggju minuttir er javnleikur 4-4. Liðini fylgjast eisini næstu tíggju minuttirnar, tí eftir tjúgu minuttir er javnleikur 9-9. VÍF kemur fram um 12-9, men í næstseinasta minuttir er javnleikur 12-12. VÍF fær seinasta málið í hálvleikinum. 13-12 til VÍF.
VÍF færr betru byrjanina í seinna hálvleiki og kemur frammum 21-17 eftir trettan minuttir spæl, og eftir tjúgu minuttir er VÍF á odda 25-19. Sami munurin heldur sær til dystarlok, og VÍF vinnur dystin 30-23. Einki at ivast í, at VÍF veruliga er farið at seta sítt fingramerkið á kappingina, og í løtuni peikar alt á, at KÍF og VÍF eru bestu boðini til FM-finalupláss, men enn eru vit í øðrum av fýra umførum í grundspælinum.
Málskjúttar StÍF: Jógvan G. Joensen 6, Sveinur Justinussen 4, Pætur Joensen 4, Borgar Danielsen 3, Marius Joensen 2, Teitur Nilsson 2 og, Allan Norðberg 2
Málskjúttar VÍF: Filip Jojic 8, Joen Pauli Høgnesen 5, Agnar Joensen 3, Andrias Eriksen 3, Sámal Jákup Djurhuus 3, Magnus á Rógvi 2, Holgar Danielsen 2, Martin Ritto 2, Bárður Brimvík 1 og Magnus Müller 1
Dómarar: Andreas F.Hansen og Eyðun Samuelsen
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | KÍF | 8 | 238 | 183 | 55 | 13 |
| 2 | VÍF | 8 | 219 | 188 | 31 | 12 |
| 3 | H71 | 8 | 226 | 204 | 22 | 10 |
| 4 | StÍF | 8 | 215 | 191 | 24 | 8 |
| 5 | Kyndil | 8 | 207 | 204 | 3 | 7 |
| 6 | Neistin | 7 | 157 | 178 | -21 | 4 |
| 7 | Team Klaksvík | 7 | 119 | 233 | -114 | 0 |

