
Stjørnan spældi frálíkan seinna hálvleik og var bara tvey mál frá Neistanum tveir minuttir fyri dystarbrígsl,
Kvinnudysturin millum Neistan og Stjørnuna fekk keðiliga byrjan, tí eftir fimm minuttir spæl bleiv stjørnuleikari skaddur, og sjúkrabilur kom eftir spælaranum. Steðgur var í dystinum eitt korter, og spælarar vóru eitt sindur ørkymlaðir av hendingini. Kanska tí bleiv dysturin fyri Neistans viðkomandi í hvørfall ikki ein av teimum góðu dystunum, sigur neistavenjarin Kári Horn. Og sjálvt um Neistin fyrst í seinna hálvleiki var á odda 14-7, so kom feril av skjálta á neistakvinnur ímóti dystarenda, tí Stjørnan kom nærri og til støðuna 24-22 til Neistan. Stjørnan spældi frálíkan seinna hálvleik, men vit spældu kanska tann vánaligasta hálvleikin higartil í kappingini við stressaðum spæli, sigur Kári úr høllini á Hálsi. Dystargongdin var henda:
Javnt gongur á í fyrra hálvleiki, og eftir tíggju minuttir er javnleikur 4-4 og løtu seinni 5-5. Neistaverjan byrjar veruliga at bíta frá sær, og Stjørnan fær tí bara eitt mál í tjúgu minuttir, so Neistin kann fara til hálvleiks við 13-6 leiðslu. Neistakvinnur byrja seinna hálvleik væl og halda leiðsluna fyrstu minuttirnar, men so fær Stjørnan góða løtu og eftir tíggju minuttir er støðan 18-14 til Neistan. Munurin er hin sami næstu tíggju minuttirnar, tá ið støðan er 18-14, og sami munur heldur sær til fimm minuttir eru eftir at spæla, men so minkar Stjørnan um munin til 24-22 til Neistan. Neistakvinnur fáa tó trý mál seinastu tveir minuttirnar, so endaliga støðan gjørdist 27-22 til Neistan.
Fólk siga, og tað havi eg eisini ført fram á heimasíðuni, at Neistin er eina tonn framman fyri hini liðini, men dysturin í dag sigur mær, at tá ið Stjørnan kann fáa neistakvinnur niður við nakkanum seinast í dystinum uttan Duritu Christophersen, Simonu Petersen og Anniku Ljósstein, so kann alt henda seinni í kappingini. (Vagnur)
Málskjúttar Neistans: Barbara Brauer 9, Nicoleta R. Hansen 5, Jacklin Durhuus 3, Ása Dam á Neystabø 3, Marjun Danberg 2, Rakul Augustinussen 2, Barbara Johannesen 1, Bára Hansen 1 og Eir Berg 1
Málskjúttar Stjørnan: Ema Bezanovic 8, Una Olsen 4, Lovisa Lassen 3, Durita Mikkelsen 2, Eyðvør Klakstein 2, Ella Petersen 1, Bára Klakstein 1 og Alina Angheil
StÍF-VÍF/Tjaldur 21-28(13-13) StÍF steðgaði upp i seinna hálvleiki
Dystur í bestu kvinnudeildini eru spældur á Skála seinnapartin millum StÍF og VÍF/Tjaldur, og her vóru vit vitni til løgnan dyst, tí StÍF-kvinnur spældu frálíkt korter í fyrra hálvleiki og var eitt skifti á odda við fimm málum, meðan VÍF/Tjaldur komu mest sum trilvandi inn í dystin, har einki riggaði. StÍF vardi nakað langt frammi á vøllinum, og hetta darvaði álopsspælinum hjá VÍF/Tjaldur. Men so byrjaði VÍF/Tjaldur spakuliga at finna stevið og óta seg nærri StÍF, og við hálvleik var javnleikur 13-13. StÍF hevði ikki eins góðan seinna hálvleik og fyrra hálvleik, og VÍF/Tjaldur kom veruliga fyri seg og staðfesti, at liðið er gott boð um annað FM-finaluplássið. Dystargongdin var í høvuðsheitum henda:
Javnt gekk á fyrstu minuttirnar, tí eftir tíggju minuttir var StÍF á odda 7-5, og tá ið seytjan minuttir eru spældir, er StÍF á odda 13-8, men so fær StÍF einki mál í trettan minuttir, og VÍF/Tjaldur kemur nærri og nærri. Hálvleikstøðan 13-13.
Í seinna hálvleiki tekkur VÍF/Tjaldur spakuliga leiðsluna og eftir tíggju minuttir er VÍF/Tjaldur á odda 19-16. StÍF kemur aftur í seinna hálvleiki í sama trupuleika og í fyrra hálvleiki, tí liðið skjýtur bara tvey mál seinasta korterið í dystinum, og tí vinnur VÍF/Tjaldur tryggan sigur 28-21 á Skála. Heldur VÍF/Tjaldur góða stiman, og spælarar ikki fáa skaða, so er liðið í løtuni besta boðið um annað finaluplássið. (Vagnur)
Málskjúttar StÍF: Rebekka Justinussen 6, Paula Høgnesen 5, Oddrún Danielsen 4, Birna Tummasardóttir 3, Erla Petersen 2 og Lena Weihe 1
Málskjúttar VÍF/Tjaldur: Adina Petrea 8, Liljan Djurhuus 7, Eilin Hansen 5, Heidi Sevdal 4, Ansy Sevdal 1, Rannvá Jacobsen 1, Amanda Kristensen 1 og Tóra Seloy
Dómarar: Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | Neistin | 6 | 196 | 144 | 52 | 12 |
| 2 | Kyndil | 6 | 133 | 140 | -7 | 7 |
| 3 | VÍF/Tjaldur | 6 | 154 | 145 | 9 | 6 |
| 4 | VB | 6 | 144 | 152 | -8 | 5 |
| 5 | StÍF | 4 | 97 | 117 | -20 | 2 |
| 6 | Stjørnan | 6 | 122 | 148 | -26 | 2 |
