Ein seinnapart í seinastu viku spákaði eg niðri á “Ískaini”, og har steðgaði eg við ferðamannaskip við tveimum nøvnum. Einastaðni á skipinum stóð Vípan, og aðrastaðni stóð Ternan. Einferð var hetta stásiligt skip, sum sigldi við ferðafólki og akførum millum Leirvík og Klaksvík. Seinni, tá ið nýggj Ternan varð bygd á Tórshavnar Skipasmiðju í 1980, fekk skipið navnið Ternan I. Skipið sigldi millum Havnina og Skálafjørðin, men eisini sum avloysaraskip aðrastaðni í Føroyum. Skipið, sum nú eitur Vípan, liggur svínabundið við bryggju. Meðan eg stóð har og eygleiddi skipið, sveimaðu tankarnir um keðiligu sjónina. – Hava skip sál?
-Eg haldi, at skip hava eitt slag av eini sál, tí tú kanst blíva góður við deyðar lutir, sum tú goymir og fegnast um alt lívið, tí minnini eru so nógv og góð. Eg ímyndaði mær nógvu fólkini, sum steymaðu umborð á tá stásiligu Ternuna, og eg minnist summar av manningini, tá ið vit fóru til Klaksvíkar í hondbóltsørindum ella øðrum ørindum. Tað stóð á hjá manningini at fáa ferðafólk og bilar umborð, men hetta er nú alt søga.
Ternan/Vípan er bygd í Tysklandi í 1960 og sigldi millum Cuxhaven og Brunsbüttel frá 1960 til 1969. Í 1970 varð skipið selt til Strandfaraskip Landssins, og fekk navndið Ternan. Skipið sigldi millum Leirvík, Fuglafjørð og Klaksvík til 1980, tá ið nýggja Ternan varð bygd á Tórshavnar Skipasmiðju. Hetta var stórt framstig, tí nýggja Ternan var eitt nýmótans og framkomið skip ella ferja, sum onkur sigur. Gamla Ternan fekk tá navnið Ternan I, men ikki eri eg rættiliga greiður um, nær navnið Vípan er málað á skipið.
Mær dámar ikki at síggja Vípuna liggja niðri við vestaru bryggju, tí skipið er so illa farið, tí eingin hond hevur verið á skipini í rúmar tíðir. Rustur og brotnir rútar. Nei, hetta er alt annað enn vøkur sjón at sjá, eitt skip sum áður so stásiliga sigldi millum oyggjarnar. Eg las í vár, at Vípan skuldi seljast til Karibia í summar, men enn er skipið ongan veg farið. Hevur skip eina sál? Eg haldi, at skip hevur eitt slag av eini sál, tí annars hevði Vípan ikki sett okkurt í gongd í mína sál, sum tað gjørdi henda seinnapartin. (Vagnur)


