Í dag broyttist tølini á stigtalvuni, tí nú eru Stjørnan og VÍF komin á talvuni, og vit kunnu rokna við báðum liðunum í kappingini at koma í FM-finalurnar. Fyrst til dystin í Klaksvík millum Stjørnuna og Kyndil, sum skuldi gerast ein óvanliga løgin dystur, tí Kyndil var á odda í hálvleikinum við seks málum 13-7, men liðið fekk bara trý mál í seinna hálvleiki. Pól Mikkelsen úr Klaksvík sá dystin, og hann hevur sjáldan sæð so løgnan dyst.
– Í dag spældu hvørki Simona ella Durita, men Alina Anghel er komin aftur á stjørnuliðið, og hon ger ótrúliga góðan mun serliga í verjuspælinum. Kyndil hevði tak á støðuni í fyrra hálvleiki, og tað sá svárt út hjá Stjørnuni, men í seinna hálvleiki hendi nakað, sum man sjáldan sær í hondbólti. Kyndil steðgaði upp í seinna hálvleiki, men eisini takkað verið ótrúligar góðari stjørnuverju og málverja. Kyndil hevur havt eydnu í dystum at mansverja spælarar, og hetta royndi liðið eisini í dag í seinna hálvleiki, men tað eydnaðist ikki. Tær mansvardu ein og tveir spælarar, men tá traðkaði Alina veruliga til í álopsspælinum.
– Torført at nevna spælarar, men tað var frálíka verjan og málverjin serliga í seinna hálvleiki, sum bjargaði Stjøruni týdningarmiklu stigini. Útlendingurin Ema Bezanovic spældi sín best dyst higartil í kappingini, sigur Pól Mikkelsen úr Klaksvík. Nú sá eg ikki sjálvur dystin, men kanska er tað júst í slíkum dystum, at góðu ungu spælararnir hjá Kyndli ikki veruliga megna mótstøðuna, tá ið Stjørnan í seinna hálvleiki kemur nærri og nærri. Karistin Joensen og Kári Hansen dømdu dystin.
Var úrlitið løgið í Klaksvík, so er ikki løgnari at lesa dómaraseðilin, har eg ikki havi sæð færri tøl. Kyndil fær frálíka byrjan, tí tá hálvrunnið er í fyrra hálvleiki, er Kyndil á odda 8-3. Fimm minuttir fyri hálvleik er Kyndil á odda 11-5 og fer til hálvleik við 13-7 leiðslu. I seinna hálvleiki fær Kyndil mál í øðrum minutti, men so er málturkur í seytjan minuttir, og við hesa støðu er knappliga javnleikur 15-15. Kyndil fær tvey mál aftrat eitt í nítjanda minutti og tað seinast í 28. minutti, meðan Stjørnan spakuligu dregur sigurin innanborða. Ótrúliga óvanligt at síggja slíkt. (Vagnur)
Málskjúttar Sjørnan: Ema Bezanovic 6, Una Olsen 4, Alina Anghel 2, Ella Petersen 4, Edith Hansen 1 og Annika Ljóstein 1
Málskjúttar Kyndil: Turið Arge 6, Annika Sigursdóttir 3, Guðrið G. Eystberg 2, Jórun Ludvig 1, Bjarta Johansen 1, Anja Heinadóttir 1, Birita Mortansdóttir 1 og Simona Jacob 1
VB-VÍF/Tjaldur 25-30(12-16) VB misti dystin í fyrra hálvleiki
Eg ringdi til vágskvinnu at spyrja meg fyri um dystin millum kvinnuliðini hjá VB og VÍF/Tjaldur, og tað var vónsvikin vágskvinna eg hitti. – Vagnur, tú hoyrir tað óivað á málinum, hvør vann dystin. VB kvinnur vóru ikki nóg uppsettar í dag, og okkara kvinnur taptu dystin í fyrra hálvleiki, tá ið VÍF/Tjaldur streik avstað. VÍF/Tjaldur var betra liðið, eingin ivi um tað. Vit kunnu vera nøgd við seinna hálvleik, men ikki við fyrra hálvleik.
Skjúttarnir hjá VÍF/Tjaldur gjørdu veruliga um seg í dag. Vit taptu dystin, men eg vil nevna okkara spælara Rannvá Johannessen, sum spældi ein rimmar dyst. Umframt skjúttarnar Liljan Djurhuus og Adinu Petrea, so legði eg merki til unga spælaran Eilin Hansen, sum er vorðin øgiliga góð, verður sagt úr Vági.
Dystargongdin var henda: VB kom á odda beinanvegin 2-0, men so fekk VÍF/Tjaldur fimm má á rað, tók leiðsluna og økti eisini um leiðsluna í stórum. Spældir eru nítjan minuttir og støðan 12-5 til VÍF/Tjaldar, og tað er við hesa støðuna, at ábendingin er til sigur til samansetta liðið. VB kemur fyri seg seinast í fyrra hálvleiki, so munurin minkar til hálvleik niður í fýra mál 16-12 til VÍF/Tjaldur.
Í seinna hálvleiki gongur meira javnt á. Tíggju minuttir spældir 21-16 til VÍF/Tjaldur. Næstu tíggju minuttirnar nærkast VB á álvara, tí eftir 24 minuttir spæl er VÍF/Tjaldar bara á odda við trimum málum 25-22. Men seinastu fimm minuttirnir eru lakir hjá VB. Fimm mál til VÍF/Tjaldur og eitt til VB. VÍF/Tjaldur vinnur uppibornan sigur í Vági 30-25. (Vagnur)
Málskjúttar VB: Rannvá Johannessen 11, Mirijana Trbojevic 4, Guðrið Mortensen 3, Helga Eyðunardóttir 3, Christina Holm 3 og Tamara Radic 1
Málskjúttuar VÍF/Tjaldur: Adina Petrea 8, Liljan Djurhuus 7, Heidi Sevdal 6, Sarah Hansen 5, Eilin Hansen 3 og Linda Davidsen 1
Dómarar: Ragnar Simonsen og Regin Petersen
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | Neistin | 5 | 169 | 122 | 47 | 10 |
| 2 | VB | 5 | 123 | 129 | -6 | 5 |
| 3 | Kyndil | 5 | 110 | 119 | -9 | 5 |
| 4 | VÍF/Tjaldur | 4 | 96 | 100 | -4 | 2 |
| 5 | StÍF | 3 | 76 | 89 | -13 | 2 |
| 6 | Stjørnan | 4 | 76 | 91 | -15 | 2 |

