Róðrarárið 2013 verður serligt, tí tá rógva eingir bátar 1500 metrar. 10-mannafør og 8-mannafør rógva 2000 metrar, men tey rógva tó 1000 metrar, tá ið møguleikar ikki eru at rógva 2000 metrar. 6-mannafør við monnum rógva í 2013 1000 metrar á øllum stevnum, og tað gera barnamanningarnar eisini. 5-mannaførini við dreingjum og gentum og 6-mannaførini við kvinnum rógva sum vanligt 1000 metrar. Eg havi spurt Magna Brøðraberg, hvørja ávirkan hetta kemur at fáa á føroyskan kappróður.
– Eg vil fyrst rósa Róðrarsambandinum, at tað roynir at ganga nýggjar leiðir. Høvuðsfyrimunurin, at bátarnir nú rógva antin 1000 metrar ella 2000 metrar, er, at FM-róðrarnir verða skjótari avgreiddir, tí nú skulu bara brúkast tveir startir. Tá ið liðugt er á 1000 metrum verður farið út á 2000 metrar, har startur liggur klárur.
– Tað verður mangan sagt, at tyngsti róður er 1500 metrar við monnum, tí so fáir rógvarar skulu rógva so langan tein. Trupulleikin er, at dreingir, sum koma frá dreingjaróðrinum, ikki í 6-mannaførum eru mentir at standa seg ímóti royndum eldri rógvarum. Tað ganga minst eini trý ár, áðrenn ungu menninir eru búnir at standa seg ímóti eldri royndum rógvarum. Tí umframt, at teir eru ungir, skulu teir rógva 500 metrar longri tein. Vit hava sæð, at teir hava mist mótið, tí munurin millum bátarnar gerst alt ov stórur.
– Eitt annað er, at Róðrarsambandið átti sum royndarár at sett aldurmark á 6-mannafør við monnum, nú bátarnir skulu rógva 1000 metrar. 21 ár kundi verið hóskandi aldursmark, tí so kundu vit loftað dreingjamanningum, tá ið tær eru ov gamlar. Gera vit tað, so tvinga vit eisini eldri rógvarar at manna 8-mannaførini og 10-mannaførini, sum seinni árini hava verið ov fá.
– Ein skilagóð loysn, um 6-mannaførini nú gjørdust millumlið millum dreingjamanningar og 8-mannafør og 10-mannafør, tí eingi ivi eru um, at tá ið rógvarar eru ov gamlir at rógva við dreingjabátum, so halda teir seg aftur at fara umborð eitt 6-mannaførini, tí uppgávan er ov møtumikil og krevjandi.
– Sjálvandi eru fyrimunir og vansar við øllum boytingum, men eg ivist ikki í, at vit áttu at roynt at sett aldursmark á 6-mannaførini við monnum, tí vit á henda hátt fáa seinni fleiri rógvarar, sum kunnu manna 8-mannaførini og 10-mannaførini, sigur Magni at enda.
Barnamanningar mugu ikki rógva 1000 metrar
Magni kemur ikki inn á barnamanningar, sum í 2013 eisini skulu rógva 1000 metrar. Eg havi í summar sagt mína hugsan, og tað hava onnur eisini gjørt. Tað er ein dáragerð, at barnamanningar í 2013 eisini skulu rógva 1000 metrar. Barnamanningarnar eru minkaðar nógv seinnu árini, og tær fara at minka uppaftur meiri, um rógvast skulu 1000 metrar.
Høvuðsorsøkin er, at rógvarar, sum kanska eru 12 ára gamlir, nú skulu rógva 1000 metrar ímóti 14 ára gomlum rógvarum. Hetta kann gerst ringt upplivilsi serliga í vánaligum veðri. Stórur munur er á barnamanningum á 500 metrum, og tí aldurmunurin mangan er ov stórur á manningum, men munurin gerst meira enn dupult so stórur á 1000 metrum. Eg vóni, at róðrarleiðarar og Róðrarsambandið hugsar seg væl um enn einaferð. (Vagnur)


Gott hugskot, sum er vert at royna í eini 2-3 ár, fyri at síggja effektina av tí. Haldi eisini, at 21 ára aldursmark skuldi verið sett á 5mf kvinnur, so hevði man tikið 5 mf gentur burtur úr róðrarskipanini og har við stytt um tíðina tað tekur at avgreiða róðrarnar og fyngi fleiri kvinnur at rógva við 6mf