ÍF Føroyar hondbóltur hevur aftur fingið vind í seglini

ÍF Føroyar hondbóltur Menn 1. St.f.v: Helgi Justinussen, Jákup Apol, Jóhan Brekkstein, Jens Mohr og Rani Ellingsgaard. Fremst f.v: Hanus Johansen, Hjalti Mohr Jacobsen, Pól Andreassen, Heini Kristiansen og Brian Vang Poulsen. (Mynd Kirstin Johansen)

2. august skrivaði heimasíðan, at ÍF Føroyar hondbóltur í vár fekk 40.000 krónur í bót, og at liðið mátti flyta í niðastu deild, tí spælarar høvdu spælt ólógliga í donsku kappingini. ÍF Føroyar hevði tá sítt besta manslið nakrantíð, og liðið var júst flutt upp í 3. deild. Men nú er alt hetta søga, tí bótin, sum varð niðursett til 19.000 krónur, er goldin, og sólin skínur aftur á ÍF Føroyar hondbólt, tí stuðlar eru fingnir til øll liðini, og ongantíð hava so nógvir spælarar spælt hondbólt í ÍF Føroyum, sum júst nú. Ein av oddamonnunum Hjalti Mohr Jacobsen er ógvuliga bjartskygdur og sigur:

 – Vit skipaðu herfyri fyri stórum bingo í Føroyahúsinum, og bingoið gav so mikið nógv, at vit fingu goldið skuldina 19.000 krónur. Fólk tóku ótrúliga væl undir við tiltakinum, og vit fingu stórar bingovinningar frá Atlantic Airways og Smyril Line. Nú hyggja vit frameftir, og øll eru bjartskygd um framtíðina. Vit havi fingið EIK, J&K Petersen og TRYGD at stuðla liðunum.

– ÍF Føroyar hevur tvey manslið, sum spæla í seriu 1 og seriu 3, og eitt kvinnulið, sum spælir í seriu 2. Vit hava nógvar spælarar, og eg haldi, at vit ongantíð hava verið fleiri spælarar, enn vit eru í løtuni. Alt við spæliloyvum er komið á pláss, so at lesandi ikki skulu gjalda at flyta spæliloyvi millum Føroyar og Danmark.

ÍF hondbóltur kvinnur: St.f.v: Elin Stakksund, Edith Dahl Olesen, Jóhanna Andreassen, Birita Joensen, Turið Poulsen, Guðrun Poulsen og Miriam Michelsen. Fremst f.v: Diana Poulsen, Kristina Simonsen, Una Kjærbo, Svava Vestergaard og Vár Gregersen. (Mynd Kirstin Johansen)

– Hondbóltsspælarar, sum spæla í ÍF Føroyum, hava mest sum allir spælt hondbólt í Føroyum, og tað eru einir tíggju aðrir føroyingar, sum spæla hondbólt í donskum feløgum. Einir fimm spæla í Stadion, og Tróndur Kragesteen og Rókur Akralíð spæla í Holte, sum er í næstbestu donsku deildini. Tróndur og Rókur eru tveir av høvuðsspælarunum á liðnum.

– Liðini hjá ÍF Føroyum spæla heimadystirnar í Sundby høllini, men vant verður eisini í Peter Lykke skolen. Teir tíggju føroysku spælararnir hava m.a. valt Holte og Stadion, ti feløgini spæla í hægri deild. Tí hava vit í ÍF Føroyum sett okkum sum mál at flyta upp, so kanska onkur av føroysku spælarunum í staðin kemur at spæla við ÍF Føroyum. Vit hava eisini sum mál, at teir sum spæla á besta mansliðnum hjá ÍF Føroyum, veruliga vilja nakað við hondbóltinum, sigur Hjalti at enda.

ÍF hondbóltur Menn 2: St.f.v: Tórður Thomsen, Rúni Niclasen, Mathias Samuelsen, Hanus Kristiansen og Ørvur á Lað. Fremst f.v: Áki Poulsen, Jákup Joensen, Jóhan Ellingsgaard og Djóni Højgaard. (Mynd Kirstin Johansen)

Helgi Justinussen venur menninar og Miriam Michelsen venur kvinnurnar. Í ÍF Føroyum kanst tú venja hondbólt, fótbólt og gera fimleik. ÍF Føroyar hondbóltur hevur stóran týdning fyri føroyskan hondbólt, tí spælararnir hava allir spælt í føroysku kappingini, og einaferð koma teir heimaftur. Eingin ivi eru um, at onkur teirra spælir aftur í Føroyum, ella seinni antin gerst venjari ella leiðari í føroyskum hondbóltsfelag. Heimasíðan ynskir ÍF Føroyum góðan byr. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *