Mangt broytist. Vit spældu okkara fyrsta dyst sum trettan, fjúrtan ára gamlir, men abbasynirnir, sum eru fýra og fimm ára gamlir hava longu spælt fyrstu fótbóltskapping. Dreingirnir hava longu fingið fótbóltin í blóðið, teir spæla heima í HB-búna, Liverpoolbúna ella Barcelonabúna. Fótbóltsstylvarnir skulu eisini hava rætta merkið.
Teir hugsaðu ikki um kalt veður og kavaflykrur, tá ið teir vaknaðu í morgun. Fyrst í huganum:. “Fótbóltskapping í Sandavági dag”. Dreingirnir í kappingini eru til og við sjey ára gamlir, men abbasynirnir og teirra lið eru fýra og fimm ára gamlir. Pápar, mammur og systkin vóru eisni í Sandavági í kuldanum.
Teir 35 ungu fótbóltsspælararnir spældu av lívsins kreftum, teir stuttleiku sær óført, tó helt annar pápin at abbasoninum, at teir gingu ov høgt upp í at vinna dystin. Teir hildu ikki, at teir skuldu tapa ímóti eldri dreingjum.
Tú spurdi annan abbasonin, tá ið hann kom aftur til Havnar, hvussu gekst. “Ótrúliga stuttligt, eg skoraði eitt mál”, og dagurin bjargaður. Dreingirnir spæla á lítlum vølli, teir hittast allir aftur í Havn um fjúrtan dagar, og um ein mánað tekur EB/Streymur ímóti.
Tú stendur sum kánus, at fýra og fimm ára gamlir abbasynir longu spæla fótbóltskapping, teir kenna umframt nakrar HB spælarar eisini Messi, Drogba og aðrar útlendskar spælarar, sum teir fylgja í sjónvarpinum. Ikki er tað abbin, sum slóðar, heldur eru tað páparnir, sum halda við HB, Liverpool og Barcelona. Tað gera synirnir sjálvandi eisini. Abbin heldur í hvørfall ikki við HB, men fegnist tó um, at teir tíma at spæla fótbólt í kuldanum í Sandavági. (Vagnur)


