Fyri nøkum árum síðani tók Tórshavnar kommuna stig til frálíka tiltakið at heiðra ítróttafólkum í kommununi, sum høvdu framt serligt ítróttaavrik. Vanliga verður móttøkuhúsið í Tróndargøtu nýtt, men eru bólkarnir ov stórir, verður farið oman í Müllers Pakkhús, sum er sera væl egnað til endamálið. Fríggjakvøldið vórðu FM-vinnararnir úr Neistanum og H71 og mansliðið hjá KÍF bjóðað til móttøku. Frálíkt kvøld vóru fólk samd um.
Eitt av hæddarpunktunum hjá spælarum eftir FM-sigrarnar í hondbólti er móttøkan, sum Tórshavnar kommuna skipar fyri. Spælararnir vita, at kommunan er ikki pírin, tí har verður borðreitt við góðum mati og drykkivørum, góðum tónleiki og góðum røðum. Og fríggjakvøldið var einki undantak, tó helt onkur í skemti, at nú vóru talurnar hjá politikarunum litaðar eitt sindur, tí býráðsval verður í heyst. Nógv rósandi orð til FM-vinnararnar og KÍF spælararnar. Sjálvandi hevði kommunan eisini bjóðað mansliðnum hjá KÍF við til móttøkuna, tí liðið hevur í vetur sanniliga framt frálík avrik. Vunnu sær trygt pláss í FM-finalunum, men taptu tepurt .
Tað er so umráðandi, at spælarar merkja virðing eisini frá Tórshavnar kommunu, tí spælarar og leiðsla leggja nógva orku venjingar og felagsarbeiðið. Tey skapa lív í býnum og savna fólkið til dystir. Tey eru øll partur av býarmyndini. Tórshavnar kommuna skal vita, at spælarar gleða seg til hesa løtu, tí tey vita, at fyrireikingin altíð er í topp. OK. Hetta eru ungfólk, har stílurin við tíðini ikki altíð er hin besti. Fyrr var ikki vanligt, at fólk fóru upp á stólarnar, tá ið sungið varð, men hetta má borgarstjórin taka við. Rasmus Magnussenog Finnur Hansen og stóðu fyri undirhaldinum. Frálíkt kvøld skal eg heilsa, takka og siga. (Vagnur)



