Fiskivinnan í Havn er minkað burtur í lítið og einki. Trolararnir hjá Akseli Hansen sála eru farnir til Sørvágs, og útróðrarbátarnir eru fækkaðir heilt nógv seinnu árini. Einki virksemi er longur á Saltsøluni, sum er flutt inn á Toftir, og flakavirkið hjá Føroya Fiskavirking er stongt. Lítli glottin er nýggja landingarmiðstøðin, sum er partur av landingarmiðstøðini í Sørvági, sum Poli Joensen leiðir. Í morgun landaðu trolararnir Jaspis og Ametyst, sum nú eru heimahoyrandi í Havn. Annars er ógvuliga lítið virksemi á vestara bryggju í mun til virksemið, sum einaferð var á bryggjuni.
Sum smádreingir gingu vit hvønn dag niðri við sjóvarmálan, og vit kendu hvørt andlit, sum arbeiddi á Tórshavnar Skipasmiðju, Fiskasentralinum, Bacalao, Saltsøluni, Tunnuvirkinum ella sigldu við ymsu útróðrarbátunum og trolarunum hjá Bacalao. Men tíðirnar broytast, og tær eru veruligar nógv broyttar serliga síðani í 80 árunum, tá ið hundraðtals fólk høvdu sítt arbeiðspláss á vestaru bryggju. Bacalao tók okkurt ári ímóti 15.000 tonsum av fiski, sum varð skorin til flak ella varð saltaður.
Tankarnir leita aftur fyrst í 60 árini, tá ið vøkru síðutrolararnir Brandur Sigmundarson og Magnus Heinason fyrstu ferð løgdu at á vestaru bryggju. Hundraðtals fólk tóku ímóti stásuligu trolarunum. Minnist eisini allar trolbátarnar frá 40 til 80 tons stórir, sum lógu søkkladnir við bryggju fullfermdir av flatfiski av landleiðini. Landsstýrið hevði júst tá givið loyvi til, at hesir bátar kundu royna eftir flatfiski innanfyri tólv fjórðingar. Minnist eisini allar sildatunnurnar, sum vóru so nógvar, at tær lógu fram við vegnum heilt niðan í Hornabø.
Og tú kanst halda fram. Stórur saltdamparar lossaðu allan sjónarringin salt til Saltsøluna, og túsundtals tunnur vórðu framleiddar á Tunnuvirkinum. Minnist eisini allar nýbygningarnar á Tórshavnar Skipasmiðju, og vit ungu vóru altíð á bryggjuni, tá ið førini fóru av bakkastokki. Vit vóru øll stolt av øllum virkseminum á vestaru bryggju, men nú eru nýggjar tíð, og alt er broytt. Úróðrarflotin kring landið minkar burtur í einki, og stóru línuskipini eru í trongum skørum. Ein vanliga dag sæst kanska eitt vaktarskip við bryggju, hissini útróðararbátar við bryggju við “ískaiina”, og okkurt skipið er til umvæling á Tórshavnar Skipasmiðju nú Mest.
Landingarmiðstøðin er eitt royndartiltak hjá miðstøðini í Sørvági, og tankar eru eisini frammi hjá øðrum at lata upp aftur flakavirkið, men enn er steindeytt í bygningunum. Fiskurin, sum Jaspis og Ametyst landaðu í morgun verður skildur i Havn fyri síðani at vera koyrdur við bilum til ymsu flakavirkini kring landið. (Vagnur)

Fiskurin verður skildur í nærmasta húsini og fer so víðari til flakavirki kring landið. (Mynd Vagnur)
