Skúlin á Løgmannabreyt og Hoyvíkar skúli hava í tvey ár samarbeitt um ítróttabreyt, har høvuðsdentur er lagdur á hondbólt. Tað vóru foreldur í Hoyvík, sum høvdu ynski at bjóða fram hondbólt sum vallærugreinina, sigur varaskúlastjórin Hans Jón Thomsen, varaskúlastjóri í skúlanum við Løgmannabreyt.
Fyri tveimum árum síðani vart tú í Hoyvíkshøllini, har venjararnir Kári Nielsen og Birgir Hansen vandu næmingar mitt á degi. Um tjúgu næmingar bæði gentur og dreingir hugnaðu sær óført við hondbóltsspælinum.
Kannaði málið nærri og fann útav, at foreldur í Hoyvík vóru komin við ynskinum til skúlarnar um hondbóltsbreyt. Óivað, tí hondbóltur er so væl umtóktur har á leiðini. Havi spurt varaskúlastjóran í skúlanum við Løgmannabreyt, hvussu undirtøkan er, og um næmngar eisini næsta skúlaár fáa tilboð um ítróttabreyt.
– Í løtuni er ætlanin at bjóða næmingum, sum fara í áttanda fólk eftir summarfrítíðina, ítróttabreyt. Fundur er við foreldrini týskvøldið í næsu viku. Vit hava í løtuni tveir bólkar á ítróttabreytini við hondbólti sum høvuðsgrein. Claus Rasmussen leiðir bólkarnar. Seytjan næmingar eru í 8. flokki og níggju í 9. flokki. Frágangur er í níggjunda flokki, tí millum annað næmingar venja so nógv í feløgunum, og nógvir næmingar venja fleiri ítróttagreinir.
-Skúlarnir eru samdir um, at vallærugreinin skal halda fram, tí hetta gevur næmingunum nakað. Tað kann henda, at vit ikki bjóða ítróttabreytina fram hvørt ár, tí tað velst um, hvussu nógvir næmingar tekna seg. Eru ov fáir næmingar okkurt árið, so er møguleiki at leggja áttandi og níggjundi flokk saman í hóskandi bólk.
– Vallærugreinin er samstarv millum Hoyvíkar skúla og skúlan við Løgmannabreyt. Nú er stórur áhugi fyri hondbólti her á leiðini, tí er natúrligt, at vallærugreinin leggur mest dent á hondbólt. Men næmingar læra eisini um rættan kost, røttu venjingina og um krop sín, sigur Hans Jón at enda.
Tað eru ikki bara næmingar, sum spæla við H71, sum velja vallærugreinina. Næmingar eru bæði úr H71, Neistanum og Kyndli. Frálíkt tiltak úr Hoyvík, tað sær út, sum hoyvíkingar veruliga spenna seg út, tí nú eru H71-spælarar eisini farnir at venja kropsvenjing og styrkivenjing í samtarvi við fimleikafelag í nýggju høllini í Gundadali. (Vagnur)
