HSF skal fara til Hoyvíkar at leita eftir dómaraevnum

Áskoðararnir á myndini ávirkaðu ikki dómararnar, men tú skalt í sunnara enda at uppliva hetta. (Mynd Vagnur)

Herfyri hevði Hondbóltssambandið stórt dómaraátak, sum vardi í heila viku, har danir ferðaðust kring landið at undirvísa dómarum og at fáa nýggj dómaraevni á vøllin. Mítt uppskot til HSF er, at um skortar við dómaraevnum í framtíðini, so er at fara í høllina í Hoyvík, tí har eru nógmikið av dómaraevnum at taka av. Og tú skalt ikki langt inn í høllina, tí nógvu dómaraevnini standa øll fram við vegginum í sunnara enda í høllini, og har hava tey staðið, síðani Hoyvíkshøllin varð bygd.

Ragnar Simonsen og Regin Mittún dømdu dystin. Teir dømdu væl, og har var einki at finnast at. Regin Mittún er nýggjur A-dómari í bestu deildunum, og tað má vera strevið hjá dómarunum at hoyra gákin í serliga eldri H71 fjepparunum í sunnara enda í høllini. Teir  rópa “drál” í kóri, tá ið ungu neistaspælararnir høvdu verið í álopi í nøkur sekund og bara spælt bóltin eina tvær ferðir runt. Tað sást tíðuliga, at hesi rópini ørkymlaðu dómararnar og unga neistaliðið, tí hesir áskoðarar standa so nær vøllinum í Hoyvíkshøllini.

Eg spákaði mær fram við langsíðuni, har flestu áskoðararnir sótu, men har var einki at hoyra um “drál”. Tú hoyrdi serliga H71 ungdóm rópa á sítt lið, og soleiðis skal tað vera. Sjálvandi hava áskoðarar loyvi at rópa, og dómarar skulu læra at lata oyruni aftur fyri slíkum, tí hetta er partur av spælinum. Men tað skal valdast. Hesir eldri H71 feppararnir, sum eg kenni væl, smíltust, tá ið eg spurdi teir, um teir júst høvdu verið á dómaraskeiði hjá HSF, tí teir sýntust blivnir so kønir í hondbóltsdøming.

Tað stóð nógv á teimum H71-serkønu í dómarareglum ímóti endanum av dystinum, tá ið tap var í hendi hjá H71. Fleiri bitu negl, aðrir hildu fastari um stólparnar í høllini. Tilvildin gjørdi, at teir hóast alt kundu fegnast um sigurin á unga neistaliðnum við einum máli. Frálíkur hondbóltsdystir minus hasi “drál” rópini allan dystin frá eldru H71 fjepparunum. Hetta sømir seg ikki, og hetta kunnu tit ikki bjóða dómarunum og slett ikki ungu gestunum úr Neistanum.  (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *