Longu leygardagin 22. september spæla nøkur av yngru liðunum, men sunnudagin klokkan 16.00 eru fyrstu tríggir dystirnir í Atlantic Airways deildini. Á Strondum spæla StÍF og Team Klaksvík, í Vestmanna VÍF og KÍF og í høllini á Hálsi Kyndil og H71. Kappingin í bestu kvinnudeildini byrjar ikki fyri enn 6. og 7. oktober. Og hvat kunnu vit so vænta okkum av fyrstu mansdystunum í bestu deildini? Fáir vinadystir eru spældir, men eg havi tó gjørt mær nakrar tankar um fyrstu dystirnar.
Eg rokni við, at StÍF vinnur greiðan sigur á Team Klaksvík í høllini á Skála. Orsøkin er hon, at StÍF hevur vant leingi, er væl mannað, og nú er Sveinur eisini komin aftur til Føroya og styrkir munandi um StÍF liðið. Havi hoyrt, at bróðurin Leivur vegna arbeiði ikki kann var við hvønn dyst. Team Klaksvík eru komið trilvandi inn í nýggju kappingina, tí útlendingarnir eru farnir úr Klaksvík, og málverjin Levi Nybo býr nú á Srondum og spælir við StÍF. Tó skal sigast, at fleiri ungir góðir spælarar eru í Team Klaksvík.
Ì Havn spæla Kyndil og H71 í høllini á Hálsi, og hetta meti eg sum javnan dyst, sjálvt um eg rokni við, at Kyndil fer at vinna tepran sigur. Men ivin er tó, at Hans Áki Dal Christiansen arbeiðir í Norra, har hann er umleið helvtina tíðini og helvtina av tíðini heima. Hans Áki hevur stóran týdning fyri kyndilsliðið. H71 spælararnir eru í góðari venjing, og hetta sást tíðuliga ímóti Neistanum í Hoyvíkshøllini seinasta leygardag. Møguleikin hjá H71 liggur í skjótálopunum, tí tað haltar eitt sindur við skotum úr bakketuni, um Bogdan verður væl vardur. H71 hevur góða verju.
Kanska mest spennandi dysturin er í Vestmanna sunnudagin millum VÍF og KÍF, tí VÍF liðið er styrkt við tveimum dønum og kroatanum Filip Jojic, sum er komin úr Team Klaksvík. Vestmenningar hava spælt venjingardystir í Danmark, og spennandi at frætta, hvussu leikur fer í Vestmanna. Kvirt er um KÍF liðið, sum hevur mestsum somu manning og í fjør, tó spæla brøðurnir Arnbjørn og Gert ikki, og sambært venjaranum Jacobi Jónsson, so er KÍF hópurin eitt sindur tynri enn í fjør.
VÍF/Tjaldur er spennandi roynd
Sunset deildin byrjar ikki fyri enn 6. og 7. oktober, tí kappingin mátti leggjast av nýggjum, tí VÍF og Tjaldur kastaðu saman. Eg havi spurt meg fyri í Vestmanna, hvussu við heimadystum og útidystum. Har verður sagt, at tá ið VÍF/Tjaldur spæla ímóti Neistanum og Kyndli, verður spælt í Vestmanna. Allir hinir heimadystirnir verða spældir í Runavík, tó verða steypadystirnir eisini spældir í Vestmanna. Torført er at spáa um Sunset deildina, tí fáir venjingardystir eru spældir, men munnu Neistin og Stjørnan ikki liggja í toppinum við VB og Kyndli beint í hølinum? Eg rokni við at síggja eitt meira “stabilt” kyndilslið í vetur, og spennandi, hvussu VB og StíF liðini eru mannað. (Vagnur)
Dómarar í dystinum i Vestmanna eru Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen. Dómarar í Havn eru Kári Hansen og Karstin Joensen. Dómarar á Skála eru Uni Wardum og Hannis Wardum.
