Vit fingu eina ábending í Hoyvíkshøllini leygardagin seinnapart

Stjørnan og Neistin hava manningar til oddasessirnar.  (Mynd Álvur)

Tað er altíð spennandi at finna út av, hvussu hondbóltsliðini eru mannað, og hvussu tey standa seg fyrstu dystirnar. Men spurningur er, um báðir steypadystirnir í Hoyvíkshøllini leygardagin seinnapart góvu ábending um nakað sum helst. Jú, dystirnir góvu sjálvandi ávísa ábending. Neistakvinnur eru væl fyri og fara óivað at spæla í FM-finalunum. Stjørnukvinnur vóru nakað trilvandi, har fleiri spælarar sýnast tungir á fótum og ikki eru í nóg góðari venjing. Mansliðið hjá H71 er væl fyri, men fær torført við núverandi manning at spæla seg í FM-finalurnar, og neistamenn fáa tað trupult. Men hetta eru alt gitingar, tí liðini standa og falla við fáum “stjørnum”.

Í kvinnudystinum sást, at neistakvinnur sleptu, har tær endaðu seinasta kappingarár. Spælið einki at finnast at, stríðsandin í lagi, verjan góð, fáar villur, tá ið hugsað er um, at hetta er fyrstu dystur. Neistakvinnur kundu í seinna hálvleiki lata ungar spælarar sleppa framat, og tær spældu væl. Neistakvinnur spæla seg óivað í FM-finalurnar, eingin ivi um tað. Stjørnukvinnur vóru heldur trilvandi, og summar heldur tungar á fótum. Tað sæst, at  liðið er ikki samanspælt, nú Durita Christophersen er komin aftur á liðið. Og Simona, sum enn hevur vant fáar ferðir, sýnist ikki at hava somu styrkju sum áður.

Tá ið tað er sagt, hevur Stjørnan frálíka manning, men sum eg skilji, er stórur spurningurin, um Durita Christoptersen spælir við Stjørnuni, og Lovisa hevur givið avboð til landsliðsferðina til Finnlands, tí hon skal undir skurð. Í hennara stað er komin Jórun Ludvig úr Kyndli. Men eru allir spælarar hjá Stjørnuni tøkir í vetur, so er Stjørnan heilt frammi í oddinum og spælir í FM-finalunum.

H71 spælarin Bogdan Florea sýnist eins og alt H71 liðið at vera væl fyri.

Mansdysturin millum H71 og Neistan varð ikki væl spældur, tí alt ov nógvar villur vórðu gjørdar serliga í seinna hálvleiki. H71 var betra liðið, og Bogdan Florea er framvegis stórur styrkur, og ungu H71 spælararnir sýnast at vera í heilt góðari venjing. Havi hug at nevna, at kemur Esbern Patursson ikki á liðið sum spælari í høgru síðu, so ivist eg í, um H71 kemur í FM-finalurnar. Skotstyrkjan vantar. Mítt boð er VÍF, KÍF ella StíF í FM-finalunum. Neistamenn fáa tað torført í kappingini komandi, tí liðið er heilt nýtt mest sum á øllum plássum. Spælararnir eru góðir eftir aldrinum, men ov ungir og óroyndir at klára seg í toppinum. Og liðið er slett ikki samanspælt enn.

Nógvu orðini omanfryi eru sjálvandi ein partur gitingar, og nú bíða vit eftir at síggja hini liðini. Langur vegur er frá byrjanardystum til FM-finalurnar næsta vár, og spennandi at síggja, hvussu øll liðini eru mannað og samasett. Nú skal landskappingin leggjast av nýggju í Sunset deildini, tí VÍF og Tjaldur hava lagt saman.

Neistin-Stjørnan 33-21 (15-14) Neistin: Barbara Brauer 9, Nicoleta R. Hansen 6, Marjun Danberg 4, Jacklin Berg 3, Ása Dam á Neystabø 3, Anja Eliasen 3, Bára Hansen 2, Birita Wardum 2, Eir Berg 1  Stjørnan: Durita Christophersen 5, Ema Bezanovic 3, Lovisa Lassen 3, Simona Petersen 3, Durita Mikkelsen 2, Edith Hansen 1, Joan M. Joensen 1, Mona við Neyst 1, Una Olsen 1, Ella Petersen 1

H71-Neistin 23-15 (13-10) H71: Bogdan Florea 8, Rúni Højgaard 5, Hallur Biskopstø 4, Bogi G. Davidsen 4, Sigmundur Nolsøe 1, Andor Sivertsen 1 Neistin: Guðfinnur Thorsteinsson 7, Beinur Davidsen 2, Rói B. Hansen 2, Jugoslav Djumic 1, Andras Joensen 1, Terji Mørk 1, Grímur Sundstein 1  (Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *