Á midnátt í gjárkvøldið var seinasta freist hjá feløgum at gera viðmerkingar til uppleggið til landskappingina í vetur, sum er løgd. Og í tøkum tíma boðaði VÍF og Tjaldur frá, at liðini í bestu og næst bestu kvinnudeildum leggja saman í fyrsta umfari kappingina komandi. Men at leggja lið saman er lættari sagt enn gjørt, tí ymsar treytir skulu fylgjast í HSF høpi, áðrenn samanleggingin gerst veruleiki. Eg havi spurt í Hondbóltssambandinum, hvussu mannagongdirnar eru, tá ið lið vilja leggja saman.
Úr HSF verður sagt, at vit skulu minnast til, at skráin fyri komandi kapping er løgd, og í gjárkvøldið á midnátt var seinasta freist hjá feløgum at koma við viðmerkingum. Og tað sigur seg sjálvt, at heilt nógvir spurningar skulu loysast, áðrenn samanleggingin av VÍF og Tjaldri kann fremjast. Hvat við spæliloyvum, sum liggur hjá einum felagi, komandi kappingarskrá er løgd og má leggjast umaftur, har nýggj atlit skulu takast. Hvat við tilmeldingargjaldinum til HSF, og hvussu við heimadystum, útidystum og leikbúnum. Her eru nógvir spurningar.
HSF kann sjálvandi nokta feløgum at leggja saman við so stuttum skotbrái, men HSF hugsar fyrst og fremst um hondbóltin, og tá mugu vit ikki missa meira fyri minni. Verða VÍF og Tjaldur løgd saman, so fær HSF eykaarbeiði, tí kappingarskráin í Sunset deildini og 1. kvinnudeild mugu leggjast umaftur, verður sagt í stuttum úr HSF. Fundur um at leggja saman kvinnuliðini hjá VÍF og Tjaldri er í HSF í kvøld, og eingi ivi eru um, at HSF gongur VÍF og Tjaldri á møti.
Tað er einki at dylja, at nógv av kvinnuliðunum kring landið hava tað ikki so gott, tí feløgini missa nógvar spælarar. Tit kenna mína støðu um hondbóltskappingina, har eg meini, at vit skulu bara hava seks lið í bestu deildunum. Tað er eingin skandala at fara í lægri deild í eina tíð´vegna manningatrot. Í Danmark er ógvuliga vanligt at leggja feløg saman, og seinasta dømi er mansliðini hjá AG Keypmannahavn og Kolding IF, har annað liði hoyrir heima í Keypmannahavn og hitt í Jútlandi. Men hetta er ikki av manningatroti men fíggjarligum trupulleikum í AG Keypmannahavn. (Vagnur)
