
Tey tólv børnini hjá Tummas Juel og Helenu Mortensen: Aftast f.v: Ebbe, Mourits og Anna Louisa. Miðrað f.v: Arni, Helgi, Jona, Marsanna og John. Fremst f.v: Finn, Hákun, Venna og Óli. (Myndeigari: Helena Mortensen)
Konradsbrekkan var okkara farleið, tá vit uppi við Landavegin skuldu heim í býin. Fyrstu minnini eru frá seinast í 1950-árunum, og serliga minnast vit góðu løturnar, tá vit skreiddu í Konradsbrekku. Havi stóran áhuga í eldri myndum, og fleiri hús í Konradsbrekku, sum eg havi skrivað um, eru broytt frá uppruna sniði og víðkað soleiðis, at loftið var reist, so fleiri kømur fingust á loftinum, og okkurt húsið fekk eina hædd aftrat.
Fekk um dagarnar forvitnisligar myndir av tólv systkjum, sum eru uppvoksin við Konradsbrekku. Hjúnini Tummas Juel og Helena Mortensen áttu børnini, sum longu vóru farin úr reiðrinum, tá vit fyrstu ferð komu har á leiðina. Men hvør er henda rúgvusmikla familjan við tólv børnum, sum vit tó vistu um og kendu fleiri?
Konradsbrekkan hevur verið og er áhugaverd brekka, tí bæði brekkan og húsini eru søgulig. Av landavegnum vóru bara tvær farleiðir hjá okkum at koma oman í býin. Eftir Konradsbrekku, og so eftir Sverrigøtu framvið gamla kirkjugarðinum. Eingin leið eftir Skálatrøð, og ikki var vegur millum Steinagøtu og gamla kirkjugarð.
Vakrir laðaðir garðar fram við Konradsbrekku á báðum síðum, og á eldri mynd sæst vakurt svart hús inni í garðinum, sum vit róptu økið. Har stóðu húsini hjá Tummas Juel og Helenu Mortensen, men tá vit skreiddu har, var loftið á húsinum reist, og børnini, sum vóru ættarlið eldri enn vit, farin heiman.
Talan er um hjúnini og havnarfólkini Tummas Juel (1892 – 1944) og Helenu Mortensen (1893 – 1969). Helena var uppvaksin á Áarvegnum og Tummas Juel í Barnastovu á Reyni. Av teimum tólv systkjunum er bara Hákun Mortensen blikksmiður eftir á lívi, og hann havi eg hitt í stuttari samrøðu, og hann minnist, tá eldri beiggjarnir reistu barnaheimið, so fleiri kømur fingust á loftinum.
– Eg var bara trettan ára gamal, og hetta má vera einaferð í 1944, tá beiggjarnir reistu loftið eftir einum degi. Teir høvdu gjørt sperrur og klædning klárt, so klokkan seks um morgunin herjaðu teir á at taka niður og byggja upp. Har skuldi tak av og vindeygu úr, og mítt arbeiði var at rætta upp seymar, sum vóru bátaseymar, tí aðrir fingust ikki tá. Á midnátt var alt innlokað, og menn væl nøgdir.

Tummas Juel Mortensen uttast til vinstru og síðani Nyholm Debess og Júst Sivertsen. Fyrsti bilurin í Føroyum ein hálvt tons Ford lastbilur. (Mynd Fornminnissavnið)
– Tá tú spyrt um foreldrini, so var mamma uppvaksin við Áarvegin, og pápi á Reyni og útlærdur blikksmiður. Børnini vóru eitt ”dusin”, tríggjar døtur og níggju brøður. Pápi arbeiddi í mong ár hjá Mariu Poulsen, og tað gjørdu so nógv í familjuni. Millum annað eg sjálvur, sigur Hákun.
Frá abbabørnum verður sagt, at børnini hjá Tummas Juel og Helenu vórðu rópt ”tumilullarnir”, og tá systurin Marsanna flutti til Nólsoyar, rópti nólsoyingar beiggjarnar hjá Marsannu fyri ”Marsannubeiggjarnir”.

Tummas Juel tjørar húsini. Hann doyði ungur bara 51 ára gamal. Áhugavert at síggja hesi tjøraðu húsini við flagtekju. (Myndaeigari: Marni Mortensen)
Nú visti eg um fleiri av systkjunum, sum tú sást í Havnargøtum, men serliga kom eg at kenna Venna, og hvør gjørdi ikki tað í Havn, tí hann var kendur fótbóltsspælari í HB. Og so var hann pápi tríggjar gentur, sum spældu í Neistanum summar meir og summar minni.
Tá eg í skemti segði Hákun, at tann eldra felagsmyndin av sytkjunum kundi gott verið frá einum barnagarði, tá svarði hann: – Á tí myndini eru tvey børn ikki fødd enn, og annars, tá vit vóru fermd, blivu ofta fermd tvey og tvey. Fari at enda at takka abbabørnunum Marna og Helenu fyri hjálp við myndum og øðrum. (Vagnur)

Ludvig Poulsen byggir nýggjan bygning í Tórstgøtu, har hann bæði hevur handil og blikksmiðu. Minnist væl blikksmiðuna, áðrenn hon flutti niðan á Háls. (Mynd: Havnin – fólk og yrki)
Húskið hevði nært tilknýti til fyritøkuna Maria Poulsen
Sum uppískoyti til tekstin omanfyri, kann leggjast aftrat, at Tummas Juel Mortensen og onnur í familjuni høvdu nært tilknýti til fyritøkuna Mariu Poulsen. Tummas Juel arbeiddi nógv ár har sum blikksmiður, og tað gjørdu synirnir Finn, Hákun og Òli eisini. Navnið Maria Poulsen er áhugavert, tí Maria hevur einki at gera við tey á Dul, sum nú eiga fyritøkuna. So kundi tú spurt, hví so er?
Vit skulu heilt aftur til 1835, tá føroyingurin Johan Poulsen fer til Danmarkar at læra til blikkssmið, og komin aftur til Føroyar fær hann sær blikksmiðju á Reyni, har synirnir Johan Carl og Ludvig koma at arbeiða. Pápin andaðist í 1878, og tá leiðir eldri sonur blikksmiðjuna. Tá er yngri sonurin Ludvig róptur Luddi trettan ára gamal. Ludvig fer seinni til Danmark at læra til blikksmið og komin aftur til Føroya, stovnar hann fyritøku bæði við blikksmiðju og handil við køkslutum, postalíni og glasi. Tá er eldri beiggin Johan farin til Danmarkar at lesa jura.
Ludvig byggir sær stór hús í Tórsgøtu, sum skuldi rúma bæði blikksmiðju og handli. Hetta var í 1906. Í 1938 andaðist Ludvig, og í nøkur ár rekur konan Maria Poulsen fyritøkuna, men í 1944 verður fyritøkan umskipað til partafelag, og tá tóku Dulabeiggjarnir Jógvan, Grímur, Jákup og Páll við, og Grímur gjørdist stjóri. Sama árið fekk fyritøkan nýtt navn P/F Maria Poulsen, sum hon framvegis eitur. Maria Poulsen var kona Ludvig Poulsen, sum læt húsið byggi í Tórsgøtu, men henda Maria Poulsen er ikki í familju við tey á Dul. (Vagnur)

Myndin er frá 1941, og húsini hjá Tummas Juel og Helenu eru ikki reist. (Mynd Havnin – fólk og yrki)



