Sandurin í Sandagerði fær serliga um veturin ymisk skapilsi alt eftir veður og vindi. Spákaði mær í morgun í Sandagerði, og tá sá eg Sandagerð í heilt nýggjum hami. Tí áin hevur eftir illveðrið um dagar funnið sær veg nær norðara landinum, sum eg ikki havi sæð áður. Man er jú komin í Sandagerð í skjótt sjeyti ár. Og orsøkin er ógvuliga einfald, at so er. Ùtbyggingin av havnarlagnum við Skansaboða er farin at verja fyri havaalduni, sum kemur inn millum Stong og Eystnes, og kemur havaldan ikki inn í Sandagerð á sama hátt, sum áður. Soleiðis broytist náttúran, tí menniskjan ger inntriv í náttúruna.
Í 1980 – árunum var sandurin í Sandagerði minkaður so mikið, at ráðiligt var næstan ikki at drepa grind har. Men so vóru fleiri lastir frá sandbáti sleptar á sjógv í Sandagerði, og tá kundi tú ganga fram við bakkanum út til Sandagerðsneystini, men hesin sandur er nú mest sum burtur. Eitt er sandurin annað er fossurin, sum var stórur í morgun. Dragandi at síggja fossin, har vit sum unglingar spældu og lærdu at svimja uppi í Mylluhylinum og minni hyli longri uppi. Vit svumu eisini á sjónum. (Vagnur)
