Fólk fara væl um í høllini, sigur hallarvørðurin (e)

Hallarvørðurin Fríði Gregoriussen. (Mynd Vagnur)

Fríði Gregoriussen hevur nú arbeitt í Gundadalshøllini í skjótt tíggju ár. Frá ungum árum kom hann í Plantasjuna at arbeiða, eitt skifti hevði hann tó egið virki, fyri síðani at koma aftur í Plantasjuna. Tað vóru hann og ein arbeiðsfelagi í Plantasjuni, sum laðaðu garðin um høllina og plantaðu runnarnar. Fríði varð biðin at koma í Gundadalshøllina, eftir at Trygvi Askham gavst vegna aldur. Trygvi var góður við høllina og hevði tá umsitið hana væl í tíggju ár.

Mangan hoyra vit, at tey ungu ikki fara væl um, og tað var eisini tí, at Gundadalshøllin gavst at hýsa dansi fyri fimtan árum síðani. Vit hava spurt hallarvørðin í Gundadalshøllin, hvussu fólk skikka sær í høllini, og hvussu honum dámar arbeiðið sum hallarvørður.

– Stutt kann eg siga, at fólkini, sum koma í høllina fara væl um. Tú sært ikki nakað skrivað á veggirnar, og mest sum øll eru blíð og fyrikomandi. Fólk eru í høllini vanligar dagar frá klokkan átta á morgni til klokkan ellivu á kvøldi, so nógv fólk koma og fara.

– Mær dámar væl starvið í høllini, sum er serligt starv, tí hetta er ikki eitt klokkan átta til fimm arbeiði. Tú hevur ábyrgdina av høllini allan sólarringin. Vetrarhálvárið er strevið, tí so nógv virksemi er eisini í vikuskiftinum, og tá kanst tú mangan missa dagaskil. Men so er alt lættari summarhálvuna, sigur Fríði, sum eisini hevur ábyrgdina av høllini í vikuskiftinum.

– Ja, eg átók mær eisini ábyrgdina av høllini í vikuskiftinum, og her er virksemið nógv frá tí kappingarnar byrja í oktobur mánað, til kappingarnar enda í apríl mánað. Tá ið tað er sagt, so eru eisini fríløtur, og ikki er neyðugt hjá mær at møta tíðliga á morgni. Leigararnir hava lykil til høllina og fara væl um, sigur Fríði at enda við heimasíðuna.

Undirritaði, sum er ein av nevndarlimunum í høllini, kann leggja aftrat, at Gundadalshøllin hevur góðan hallarvørð í Fríða Gregoriussen. Tá ið vit hugsa um, at høllin er 28 ár, so er vert at nevna, at høllin er í góðum hondum, hon er í góðum standi og skyldar einki. Næsta takið er at umvæla nakað av klædningunum uttan. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *