Fríðin Ziskason fer frá sum formaður í Team Klaksvík

Hanus Norðberg er ungur góður spælari. (Mynd Álvur)

Leygardagin 1. september klokkan 19.30 hevur Team Klaksvík ársaðalfund í Badmintonhøllini, og eftir fundin byrjar enn ein nýggj tíð hjá Team Klaksvík. Umframt at Fríðin Ziskason fer frá sum formaðurin, stendur besta manslið uttan venjara, báðir útlendingarnir eru farnir úr felagnum, og málverjin Levi Nybo býr nú á Strondum og spælir við StÍF.

Ótroyttiliga eldsálin í Team Klaksvík hevur verið Fríðin Ziskason formaður, men hansara borgarliga starv krevur so mikið nógv, at hann ikki longur hevur tíð at vera formaður í Team Klaksvík. Eg havi hitt Fríðin, og hann heldur, at tað hevur stóran týdning, at liðið spælir í bestu deildini, sjálvt um liðið missir spælarar. Vit onnur vóna, at Team Klaksvík heldur fram at menna dreingja- og manshondbóltin.

– Eg havi boðað hinum í felagnum frá, at eg ikki longur kann vera formaður í Team Klaksvík. Tíðin hjá mær strekkir rætt og slætt ikki til, men eg ætli mær tó framhaldandi at hjálpa til í felagnum. Vit spentu bogan nógv seinasta kappingarár við Claus Rasmussen sum venjara, tveimum útlendingum og Levi Nybo í málinum. Men alt kostar pening, og støðan er í løtuni, at Team Klaksvík ikki megnar fíggjarliga at hava útlendingar í felagnum. Og so vantar liðnum góðan málverja, men Finn á Svøð hevur sagt okkum, at hann kann verja málið, men hevur ikki stundir at venja so nógv.

Fríðin Ziskason. (Mynd Norðlýsið)

– Sjálvt um Team Klaksvík missir spælarar, so eru framvegis fleiri góðir spælarar í hópinum, og eg haldi, at Team Klaksvík skal spæla í bestu deildini, sjálvt um liðið óivað kemur at liggja í niðara enda. Spurningurin er eisini, hvat vit gera við yngru deildirnar, tí har skulu venjarar eisini finnast. Venjingin byrjar annars í hesi vikuni, sigur Fríðin í stuttari viðmerking úr Klaksvík.

Tað var ein sólskinssøga, tá ið Team Klaksvík kom í bestu deildina, og at dreingja- og manshondbóltur aftur kom undan kavi í Klaksvík, eftir at Stjørnan gavst við dreingja- og manshondbólti fyri meira enn tíggju árum síðani. Fragd at fylgja við, at Team Klaksvík í fjør fór at standa seg væl í Atlantic Airways deildini, og liðið var so mikið gott, at Team Klaksvík vann øll liðini uttan KÍF. Í ár verður óivað trupulleikin, at liðið hevur ov fáar spælarar.

Fleiri av ungu spælarunum eru blivnir betri og betri, og mín vón er, at nýggja nevndin megnar at halda tørn, so dreingja- og manshondbólturin í Klaksvík hevur góðan byr. Sjálvandi skal næststørsti býurin í Føroyum hava bæði manslið og kvinnulið í bestu hondbóltsdeildunum. Og hyggja vit at mangan stóru áskoðarafjøldini, so hevur hondbóltur djúpar røtur í Klaksvík. (Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *