
Atlantsfarið við 700 tonsum av makreli í lastini bíðar eftir landingartørni í Kollafirði. (Mynd Vagnur)
Tað var vøkur sjón í gjárkvøldið í skýmingini at síggja Atlantsfarið við vestarubryggju í Havn fullfermt við makreli og bíða eftir landingartørni í Kollafirði. Sjónin av fullfermda nótabátinum er dragandi, og nógvir bilar komu oman á bryggjuna at hyggja at skipinum. Undir Argjalandið í skýmingini royndi einir tíggju smábátar eftir makrili, men torført er at fáa fatur í makrelinum, tí hann er styggur og flytir seg skjótt. Men makrelur er eisini í Nólsoyarfirði. Sjónin av Atlantsfarinum boðar frá bjartskygni, tí vit ynskja øll, at tað gongur væl í fiskivinnuni. Men fiskur kemur, og fiskur fer.
Tankarnar leita aftur í míni ungdómsár, tá ið skipini rokaðust í sildini norðanfyri. Skip við stórum tunnuhjallum, tunnuvirkið á Saltsøluni, sum framleiddi túsundtals tunnur, og nógvu sildatunnurnar, sum lógu í rekkjum niðan í Hornabø og bíðaðu eftir at verða avskipaðar. Minnist eisini høgguslokkaævintýrið inni á Tangafirði, har menn fyltu smábátarnar eftir eini løtu fyri síðani at liggja søkkladnir við vestarubryggja til tess at sleppa av við fongin. Høgguslokkaævintýrið var bara í eini tvey, trý ár.
Vit, sum ganga hvønn dag niðri á bryggjuni, minnast fyrstu nótabátarnar millum annað Akraborg og Sólborg, har menn forvunnu stórar upphæddir, tí nú vóru sildagørnini, sum kravdu stóra arbeiðsorku, útskift við nýmótans nótabátar, sum kringsettu sildatorvurnar og fyltu lastirnar. Stórur eftirspurningur var at sleppa við nótabátunum. Seinni kom nýtt ævintýr við rækjum í Grønlandi, har undangongumenn sum John Dam funnu stór rækjumið, sum eingin kendi til. Eisini var eftirspurningur at sleppa við hesum skipum.
Sólskynssøgan í hesum árinum er nýggja uppisjóvarvirkið á Tvøroyri, sum varð bygt eftir fáum mánaðum. Ótrúliga týdningarmikið, at virkið júst varð bygd í Suðuroy, tí har vanta arbeiðspláss. Eftir fáum vikum merkist bjartskygni í oynni, og mær er sagt, at dentur var lagdur á hjá leiðsluni, at virkið skulu mannast við arbeiðsfólki úr allari oynni.
Men makrelurin hevur stert og kann flyta seg ógvuliga skjótt. Hvør sigur, at makrelurin eisini er við Føroyar næsta ár ella um tíggju ár? Makrelurin hevur tó altíð verið við Føroyar, men ikki í so stórum nøgdum sum nú, tí eg minnist, at vit fingu makrel á snøri fyri kanska tretivu árum síðani í Nólsoyarfirði. Í løtuni spinnir samfelagið gull av makrelinum, men vit vita, at náttúran broytist alla tíðina, og tað kann gerast við makrelinum, sum við sildini norðanfyri, sum knappliga hvarv. Eisini minnast vit um toskin í Grønlandi, sum kappliga hvarv til stóra vannlukku fyri serliga smáplássini í landinum.
Vakra sjónin av Atlantsfarinum í skýmingini við vestarubryggju í gjárkvøldið er ikki hvønndagsmynd í Havn, tí virksemið á vesturbryggju er nógv minkað seinnu árini ella rættari sagt minkað burtur í einki. Har hevur mest sum verið steindeytt, síðani flakavirkið stongdi, men nú eru skip farin at landa aftur í Havn, men flakavirkið er framvegis stongt. Fiskurin verður skildur og fer við lastbilum til virki kring landið. Fullfermd fiskiskip hava altíð drigið fólk til sín, hetta er í føroyinginum. (Vagnur)
