6-mannafarið Herningur er “gamli” Jarnbardur frá 2001

Herningur er á veg út á málið á ólavsøku. (Mynd Vagnur)

Nógv fólk spurdu meg eftir ólavsøku um 6-mannafarið Herning mannað við kvinnum, tí tey kendust ikki við bátin uttan tað, at báturin var bláur, og at nakrar nakað eldri kvinnur róðu við bátinum. 6-mannafarið Herningur róði fyrst old girls róður í Vestmanna, har klassamunur var millum Herning og hinar bátarnar. Men á ólavsøku róði Herningur ímóti teimum yngru umborð á Páll Fanga, Hvessingi og Rádna, og Herningur vann tryggan róður. Eg havi kagað eitt sindur í hagtølini um bláa 6-mannafarið sum lítið uppískoyti til róðrarárið, og hagtøl eru altíð áhugaverd.

Vit skulu heilt aftur til 1980 at finna søguna um bláu kappróðrarbátarnar, sum Róðrarfelagið Knørrur eigur. 8-mannafarið Leirvíkingur rør í 1979, og gerst nummar tvey í FM-kappingini, men árið eftir í 1980 kemur 8-mannafarið til Havnar, báturin verður málaður bláur og eitur nú Postbáturin, tí flestu av manningi arbeiddu á Posthúsinum í Havn. Teir rógva við bátinum til og 1984, tá ið nakrir ungir menn keypa bátin og vinna FM-heitið í 1985. Í hesum sambandi verður Róðrarfelagið Knørrur stovnað 28. februar 1985 og kemur at halda til í gomlum neysti við “Lágikai”, har bara pláss er fyri tveimum bátum.

Løtu seinni vinnur Herningur tryggan sigur. (Mynd Vagnur)

Í 1990 fær felagið nýtt 6-mannafar, sum Hanus Jensen bátasmiður smíðar felagnum, og báturin fær navnið Jarnbardur. Menninir rógva fyrstu ferð á norðoyastevnu í 1990, meðan kvinnurnar rógva fyrsta róðurin á ólavsøku 1990. Longu í 1991 byrjar langa sigurrøðin hjá Jarnbardi við kvinnum, tá ið báturin vinnur fyrsta FM-heitið. Í 1996 smíðar Sámal Hansen úr Runavík fyrsta 10-mannafarið, og tað gerst øllum rógvarum greitt, at hesir bátar eru lættari og ganga tí skjótari. Næstu árini verða ein bátur fyri og annar eftir skiftir út við bátar frá Sámali.

Róðrarfelagið Knørrur fær nýggja 6-mannafarið Jarnbard í desembur í 2001. Tey rógva fyrstu ferð við bátinum á norðoyastevnu í 2002, og sigursrøðin heldur fram við bátinum nøkur ár aftrat. Tað ganga so nøkur ár, og í 2009 smíðar Sámal Hansen Róðrarfelagnum Knørri nýggjan Jarnbard, men “nú” gamli Jarnbardur frá 2001 verður verandi í felagnum og fær navnið Herningur. Og tað er hesin Herningur, sum vit hava hoyrt um í summar. Umborð bátinum sita 34-42 ára gamlir kvinnur, sum allar áður hava róð við Jarnbardi og hava vunnið mangan róður. Tær vildu í 6-mannafarið, sum tær vóru góðar við og kendu best.

Kvinnurnar umborð á Herningi dáma væl at rógva og venja, og á ólavsøku sóu vit, at báturin vann tryggan sigur á Páll Fanga, Hvessingi og Rádna. Umborð á Rádna rógva eisini nakað eldri kvinnur. Um Herningur eisini næsta ár fer at bjóða teimum ungu av, sigur søgan einki um, men eingin ivi eru um, at kvinnurnar umborð á Herningi fara at rógva, tí teimum dámar væl at vera í bátinum. Manningin umborð á Herningi í summar var henda: Róðurskvinnan eitur Katrin Apol, á lærinum sita Katrin Olsen og Signhild Petersen, í rúminum Súsanna Skylv og Kerstin Rasmussen og á toftini Brynhild Klein og Katrin Rubek Nielsen.

Sum lítið uppiskoyti kann nevnast, tá ið Róðrarfelagið Knørrur fekk nýggja Jarnbard í 2001, varð báturin vigaður. Nýggi báturin var 80 kilo lættari enn Jarnbardur frá 1990. Hetta er nógv í prosentum, tí eitt 6-mannafar við árum og fótalunnum vigar umleið 225 kilo. (Vagnur)

Fyrstu árini helt Róðrarfelagið Knørrur til í gamla neystinum við “Lágikai”. Nú standa allir bátarnir í gamla pakkhúsinum hjá Evensen við eysturuvág.(Mynd Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *