KÍF liðið hevur mist eitt sindur av breiddini frá í fjør

Jacob Jónsson hevur nú einsamallur ábyrgdina av KÍF liðnum. (Mynd Vagnur)

KÌF spælararnir í bestu mansdeild hava verið nógv í gjøgnum á vøllinum seinnu árini. Liðið spældi FM-finalur í vár og í fjør vár, men liðið tapti báðar finalurnar. KÍF var eisini í steypafinaluni ímóti Neistinanum í 2011, men tapti finaluna. Seinasta vetur tapti KÍF bara tríggjar dystir í grundspælinum og var longu á jólum í FM-finalunum, men KÍF tapti FM-dystirnar tepurt við einum máli fyri H71, sum vann FM-heitið. Jacob Jónsson er høvuðsvenjari, og honum dámar ótrúliga væl í Kollafirði.

-Mær dámar væl at venja KÍF, sum eg vandi saman við Jan Ottosen seinasta kappingarár. Spælararnir dáma væl at venja, og tá ið teir tíma væl, so tími eg eisini væl. Tú spyrt meg um manning? Har er at siga, at einki nýtt andlit kemur í KÍF hópin, men hópurin er tó minkaður eitt sindur í breiddini, tí Niclas Reginsson er farin uttanlands í lestrarørindum, og vit kunnu ikki rokna við brøðrunum Arnbirni og Gert Hansen.

– Annars fara allir hinir spælararnir við áræði inn í nýtt kappingarár. Vit fyrireika okkum í løtuni til kappingarárið, so væl vit einaferð kunnu, og í annaðkvøld fara vit til Suðuroyar á venjingarlegu. Vit koma til Havnar aftur sunnudagin, tá ið vit spæla venjingardyst ímóti H71. Týskvøldið spæla vit ímóti StÍF. Tú fært meg ikki at siga longu nú, hvat málið hjá okkum er fyri komandi kappingarár. Eg eri einsmallur venjari við Jota sum málmansvenjara, sigur Jacob í stuttari viðmerking.

KÌF spælararnir eru ótrúliga raskir hondbóltsspælarar. (Mynd Álvur)

KÍF hevði, sum áður sagt, serligt kappingarár í fjør, tí liðið fekk seinasta heyst flúgvandi byrjan. Liðið tapti bara tríggjar av 24 dystum í grundspælinum. KÍF tapti tveir dystir fyri VÍF við einum máli og tapti ein dyst í Hoyvíkshøllini fyri H71. Søguna um spennandi FM-finalurnar kenna vit, tá ið H71 vann tríggjar finaludystir við einum máli og harvið FM-heitið í 2012.

KÍF hevur ikki enn vunnið FM-heitið og hevur heldur ikki vunnið steypakappingina í nýggjari tíð. Men liðið hevur verið ótrúliga nær, og tað verður spennandi at fylgja við, hvussu KÌF liðið fer at fóta sær kappingina komandi. Vinstrahenti danin Nicklas Selvig heldur fram í KÍF. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *