Sunset liðið hjá VÍF styrkt við tveimum donskum spælarum

Spennandi at vita, hvussu fer at hildnast hjá VÍF kvinnum.

 

23 ára gamla Sarah Hansen og 21 ára gamla Amanda Kristensen fara at spæla við Sunset liðnum úr Vestmanna. VÍF missir spælarar, Agnas spælir millum annað ikki, og onkur av teimum ungu fara uttanlands. Men í staðin koma tveir danskir spælarar í VÍF hópin, og Jan Ottosen venjari heldur, at VÍF kvinnurnar verða nakað betri enn í fjør, tí tær ungu eru eisini blivnar eitt ár eldri.

Kvinnurnar úr Vestmanna hava annars staðið í skugganum av manshondbóltininum, tað hevur bara í millumbilum eydnast at fáa kvinnulið, sum kann koma heilt upp á tindin. Eingin ivi eru um, at frágangurin av ungum kvinnum er orsøkin. Vit skulu aftur til 2001 og 2002, tá VÍF hevði besta kvinnuliðið í landinum og vann eisini FM heitið hesi árini. VÍF hevði tá útvegað sær tríggjar útlendskar kvinnur millum Ionu Rapa, sum var toppspælari og skjeyt í miðal tíggju mál í hvørjum dysti. Talan var eisini um frálíka málverjan Manuelu og Nicoletu R. Hansen.

Hyggja vit í hagtølini, hava vestmannakvinnur vunnið fimm meistaraheiti, í 1951, 1963, 1968, 2001 og 2002. Seinnu árini hevur liðið verið mannað við ov ungum spælarum til tess at koma millum trý tey bestu liðini. Liðið spælir frálíkan hondbólt, men tá ið megin parturin av liðnum eru ungar kvinnur, so strekkir kropsstyrkjan ikki til ímóti bestu liðnum. Og liðið tolir ikki, at stuðulsspælarar verða skaddir, tí tá viknar bæði verja og álop. VÍF endaði seinasta kappingarár næstniðast við fimtan stigum. (Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *