
ÍF Føroyameistari í 1979. St.f.v: Jan Nielsen, Sonni Jensen, Jón Nolsøe Olsen, Poul Eldevig, Abraham Løkin, Hermann Midjord, Hans Elias Joensen, Meinhardt Dalbú og Ronny (Geson) Gunnarson. Húkandi f.v: Sam Jacobsen, Kaj Eli Poulsen, Kristian Petersen, Steinbjørn í Lambanum, Ovi Joensen, Birgir Thomsen og Áki Petersen. Hans Cederius Joensen vantar á myndini. (Mynd Árið íð fór)
Tá ið eg hoyrdi í útvarpinum, at ÍF hevði vunnið 2-0 á B36 í Gundadali, sveimaði tankarnir.- Man ÍF fara at endurtaka bragdið frá 1979, tá ið liðið vann FM-heitið í seinasta umfari. ÍF hevði ongan dyst tapt summarið í 1979, men liðið hevði spælt javnleik ímóti TB, B36 og VB. Bæði ÍF og TB høvdu møguleika at vinna FM-heitið í seinasta umfari, men tá ið avtornaði, hevði ÍF 25 stig og TB 24 stig.
ÍF skuldi vinna seinasta dystin í Fuglafirði ímóti B36 til tess at tryggja sær FM-heitið, tí TB hevði betri málmun, um liðini endaði jøvn í stigum. ÌF vann dystin 3-1 á B36, eftir at ÍF var á odda 2-1 í hálvleikinum. Liðini í bestu deildini í 1979 vóru ÍF, TB, HB, B36, MB, KÍ, VB og NSÍ, og endaðu liðini FM-kappingina í hesi raðfylgju.
Tá ið man sær myndina omanfyri, var ikki so løgið, at ÍF vann FM-heitið júst hetta árið, tí liðið var mannað við frálíkum spælarum á øllum plássum. ÍF er eitt av teimum ungu fótbóltsfeløgunum, tá ið vit hugsa tildømis um KÍ, HB ella TB. Felagið varð stovnað 25. mars 1946, og hevur ÍF bara vunnið tað eina FM-heitið, sum var í 1979.
ÍF er bara tvey stig frá toppinum
Vit skriva nú 2012, og knappliga er ÍF nummar tvey í EFFO deildini bara tvey stig frá EB/Streymi. Eins og øll hini liðini í EFFO deildini hevur ÍF eisini havt aldudal í summar. ÍF byrjaði væl fyrstu dystirnar, men so tapti ÍF tríggjar dystir á rað viku um viku. Tað byrjaði 21. apríl við 2-1 tapi fyri Víkingi í Fuglafirði, viku seinni tapti ÍF 1-0 fyri TB á Tvøroyri og síðani 2-1 tap fyri EB/Streymi í Fuglafirði. ÍF tapti eisini tveir dystir í juni mánað 1-0 í Klaksvík og tapti 2-1 fyri EB/Streymi.
Men seinastí juni mánað vendi gongdin hjá ÍF, tá ið liðið 30. juni vann 2-0 á HB í Fuglafirði, og ÌF hevur nú vunnið seinastu seks dystirnar og liggur, sum áður sagt, næst ovast á stigatalvuni. Sjey dystir eru eftir at spæla, og næsti dystur hjá ÍF er júst ímóti EB/Steymi í Fuglafirði. Hetta er ein dystur, sum telur seks stig, tí ÍF kann fara eitt stig fram um EB/Streym, men ÍF kann eisini fara fimm stig frá EB/Streymi. (Vagnur)