Góð tíðindi eru at frætta úr Stranda ítróttafelag, tí tað tykist, sumt StÍF fær gott manslið kappingina komandi. Mariann, sum hevur vart StÍF málið í nógv ár, er farin av landinum aftur, og tí kemur væl við, at Levi Nybo hevur sett búgv á Strondum, og at Sveinur Justinussen er komin aftur úr Danmark eftir at hava lært til fysioterapeut. Hann arbeiðir í Eysturoynni.
Hondbóltur hevur djúpar røtur á vestara armi á Skálafjørðinum, og sjálvt um barnatalið minkar í økinum, og ungfólk fara uttanlands í lestrarørindum, so eydnast StÍF at halda tørn. Hetta er hugaligt at staðfesta. Eysturoyggin hevur bara eitt manslið í bestu hondbóltsdeildini, meðan kvinnuliðini eru tvey StÌF og Tjaldur.
Eg prátaði fyrr í summar við nýggja formannin í Stranda ítróttafelag Alexsandur Johansen, og tá segði hann mær, at StÍF bleiv mannað við somu spælarum sum í fjør, tó at Jóannes Prestá fór uttanlands, men at Borgar Danielsen kemur aftur á liðið. Spurningurin hjá StÍF vóru málverjarnir, nú Mariann er farin av landinum aftur. Men hepni er við StÍF, tí frálíki málverjin Levi Nybo, sum vit kenna frá H71 og seinni Team Klaksvík, hevur sett búgv á Strondum. Hann og konan hava keypt hús í bygdini, mamma konu Levi er av Strondum.
Sveinur Justinussen er altíð ein fongur hjá einum liðið, tí hann er ein av bestu spælarum í landinum. Eg kann minnast, tá ið hann kom heim og spældi seinastu dystirnar við StíF næstseinasta kappingarár. StíF vantaði um hetta mundið júst ein spælara sum Svein, og StíF vann øll toppliðini seinastu dystirnar. Eingin ivi er um, at StÍF fær frálíkt manslið kappingina komandi, og kanska verður tað soleiðis, at Kyndil og StÍF, sum vóru niðast og næstniðast seinasta kappingarár, gerast aftur topplið, tí bæði liðini eru styrkt munandi.
Tað hevur altíð verið nakað serligt við hondbóltsspælinum í StÍF, kanska ikki so nógv seinnu árini, men spælistílurin er skjótt álopsspæl við nógvum tekniskum skjótum spælarum. Stuttligt at hyggja at slíkum hondbólti. StíF hevur havt nógv góð manslið, og steypakappingina vann liðið í 2004, 2005, 2006 og 2007. Mansliðið vann meistaraheitið seinast í 2003. (Vagnur)

